NÚ eru skjótt fýra mánaðir síðani, at eitt suðurafrikanskt skip við føroyinginum Sigmundi Andreassen sum skipara varð tikið í Suðurindiska havinum og ført til oynna Réunion.
ORSØKIN til hendingina skal vera tann, at skipið hevur siglt í fronskum farvatni uttan at geva boð frá sær. Síðani er passið tikið frá vágbinginum, sum í dag kennir seg sum tiknan fanga av fransum á hesi fjarskotnu oynni.
VIÐ Sosialin í dag sigur Sigmundur Andreassen, at hann kennir seg fullkomiliga tiknan á bóli av fronsku myndugleikunum. Skipanin á oynni er meinlík eini mafiu sigur hann við blaðið.
HÓAST fleiri royndir er gjørdar at fáa Sigmundi passið aftur, so hevur dómsvaldið á oynni ikki latið við seg koma. Danskir mynguleikar og nú seinast eisini danski uttanríkisráðharrin hevur lagt seg upp í málið, men tað skilst, at tað gongur sera striltið at fáa nakað samskiftið í lag.
EFTIR okkara tykki má hetta vera ein uppgáva hjá ikki bert danska uttanríkismálaráðnum men eisini hjá Føroya landsstýri og entá Amnesty. Tí einki siviliserað land - og tað mugu vit ganga út frá, at Frakland er - hevur loyvi til at halda fólk sum fanga á henda hátt.
VIT kenna ikki orsøkin til støðutakanina hjá fronsku myndugleikunum og hví tað er so avgerandi ikki at loyva føroyska skiparanum av aftur oynni. Men ein grundgeving átti at verið komin fyri langari tíð síðani, tað er er fullkomiliga ómenniskjansligt og ábyrgdarleyst at lata tey avvaraðandi heima vera í slíkari óvissu.
BÆÐI Danmark og Frakland eru limir av tí felagsskapi, sum vanliga breggja sær av effektiviteti, samstarvi tvørturum landamark, friði og demokratiskum og sivliseraðum viðurskiftum. Men hvussu kann tað so bera til, at ein føroyskur skipari skal vera afturhildin í skjótt eitt hálvt ár í fullkomnari óvissu og uttan nakra sum helst skuldseting júst í einum hjálondunum hjá einum ES-landi?
NÚ frættist so aftur, at eitt annað fiskiskip, eisini við føroyskum skipara og við fleiri øðrum føroyingum umborð, skal verða tikið í Indiska havinum og er nú á veg til Réunion. Alvápnaðir franskir hermenn eru umborð á Borðoyarnesi og megu fiskimenninir kenna seg sum ringastu brotsmenn, soleiðis fronsku myndugleikarnir bera seg at.
VIT kunnu sjálvandi ikki siga nakað um, hví hetta hendir, men tað má vera ein mannarættur í ár 1998 at verða virdur sum fólk og ikki sum brotsmenn, áðrenn nøkur rættarsak hevur verið. Tað virkar sum um at menninir eru dømdir uppá forhond.
VIT vilja við hesum harðliga átala framferðina hjá fronsku myndugleikunum og heita á danska uttanríkisráðharran persónliga at seta seg í samband við sín franska starvsfelag og fyrileggja honum málið. Hetta er so sanniliga ikki tann viðferð, sum franskir fiskimenn, ið fiska ólógliga um okkara leiðir, fáa. Eingin ivi skal vera um, at teir, ið fiskað hava ólógliga, eiga at fáa revsing, men tað finnast tað lógir og reglur fyri.