ð, sum kommunan hevi rindað, og sum skótarnir enn eina ferð skipaðu fyri. Litur og ljóð var meiri, enn tað nakrantíð hevur verið, og tað bar væl til at sammeta tað við tað, sum sæst í Tivoli í Keypmannahavn [...] Klaksvík var tað sjálvandi harmuligt, at terrin ikki skuldi halda sær, men tey flestu mundu hugsa við sær sjálvum, at tað var nú heppið, at veðrið skuldi arta sær soleiðis, sum tað gjørdi fríggjadagin og serliga [...] Millum lítið og einki av druknum fólki var at síggja og hoyra, og onkur helt fyri, at fullasti og mest trillrundi í Klaksvíkini hesa dýrdarløtuna var mánin. Hann stóð spegilsblankur og rundur yvir Borðoyarvík
hevur møtt, og vit sum vanlig menniskju hava so lætt við at gera okkum ósjónlig í mongdini og ikki siga hvørji vit eru. Tað gerst lætt at gerast ein úlvur í lambsskinni, sum bert er úti eftir at finna brekini [...] viðger Jon tað at hann skrivar um, og ivaleyst eru tað mong, ið kenna seg aftur í hesum. Annars framførdu Jon og hansara manning fleiri góðar sangir, sum m.a. ein norðmaður, ið kallast Solberg og so heimskendi [...] Solberg og Frode André Bjørkli komu sera væl frá hesum framførslum. Tað bæði sást og hoyrdist, at lærari teirra Jon hevur lagt teimum gott í holdið við síni undirvísing. Annars var stuttligt at hoyra »føroysku«
Reunion tóku passið frá Sigmundi Andreasen. Og líka síðan tað hevur hann gingið og bíða. Í fyrsta umfarið var málið fyri við býarrættin og har var avgjørt, at hann ikki skuldi fáa passið aftur, sum myn [...] franskt. ? Eg dugi ikki franskt, og ætli mær heldur ikki at læra tað, sigur Sigmundur avgjørdur. Men tað merkir so eisini, at hann ikki kundi tosa beinleiðis við teir tríggjar dómararnar, sum sótu frammanfyri [...] sum ikki hava forbrotið seg á annan hátt enn at sigla ígjøgnum franskt sjóøkið uttan at boða frá. ? Fyri mær sær tað út sum at drápsmenn og aðrir brotsmenn hava nógv betri rættindi enn vit hava, sigur Sigmundur
siga, at tjóðveldi er økt sjálvstýri, at tað, sum nú verður fyrireika - fullveldi - er økt sjálvstýri, at yvirtøka av realinum er økt sjálvstýri. Hvussu fáa vit fult ræði og fulla ábyrgd? Men tað sum hendan [...] fáa vit fult ræði og fulla ábyrgd av samfelagnum? Og til tað vóru vit samd um, at fullveldi var gongda leið. Tí hevur verandi samgonga sett sær fyri at fyrireika fullveldi, kanna hetta og kunna fólkið um [...] leið, er ikki so undarligt, at ein ávís mótstøða er; tað vilja altíð verða fólk, sum ikki vilja broytingar, sum leggja nógva orku í at mótarbeiða, sum spáa um hóttafall og armóð, um broytingin vinnur frama
kósina upp móti 1. deild. Tað sær tað í øllum førum út til, eftir at sandoyingar leygardagin megnaðu at vinna tøttu uppgerðina móti FS Vágum. Dysturin var mestsum liðugur, og spælt varð eftir tíðini, sum [...] snittaður víðari, og har kom Kári, sum hevði fylgt við fram, og setti bóltin í netið. Tað var ikki heilt í tráð við dystargongdina, at B71 skuldi fara við øllum. Men soleiðis gongur tað ofta, tá oddaliðini [...] komnir væl fyri seg eftir slaku byrjanina, og tað hevur styrkt munandi um liðið, at menn sum Jógvan Hendrik Samuelsen og Valbjørn Ole-Jacobsen aftur eru við. Men tað var altso ikki nóg mikið móti B71, sum
at trýsta, meðan KÍ tók seg longur aftur. Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, og tað lá í luftini, at heimaliðið fór at fáa eitt útjavnandi mál. Tað kom, tá ein tími var spældur. Eitt hornaspark [...] fylgdi væl við og var fyrstur at seta høvdið undir bóltin, tá hann kom útaftur. B36 hevði tá havt bóltin mest, men kontraálopini hjá KÍ vóru vandamikil, og serliga høvdu B36-ararnir trupult at fylgja við Arnoldi [...] Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar sunnudagin, tá KÍ gloymdi sín barnalærdóm og gav B36 tvey stig í allarseinastu løtu. Stadionurið vísir 46:00, og tey flestu bíða bert eftir seinasta bríkslinum
hava so nógv at gera í bestu deildini, og tað verður eisini neyðugt at styrkja seg við nýggjum spælarum, um tað kemur so vítt. Men tað man vera lítið at ivast í, at LÍF fer at vera millum tey ovastu liðini [...] vísti heilt gott spæl til tíðir, og teir hava eina sterka verju og ein góðan málmann. Um liðið hevur 1. deildarstøði, er kortini ein heilt annar spurningur. Sjálvir halda leirvíkingar ikki, at teir hava [...] At LÍF ætlar at gera seg galdandi í ovasta partinum av 2. deild, lótu teir ongan iva vera um leygardagin, tá teir vunnu 5-1 á B36. Leirvíkingar eru í løtuni á øðrum plássi í deildini, og munurin upp til
fríggjardagin og leygardagin, so kanska var tað tí, at vit vóru so væl hvíldir, at tað gekk so væl, sigur Jákup Mikkelsen, sum klokkan eitt í gjár skuldi møta til venjing. Og einki er at ivast í, at fleiri [...] partinum av áskoðarafjøldini ? har vóru 9.000, og tað er væl meiri, enn tað plaga at hyggja at, tá Herfølge spælir í Parkini ? og takkaðu teimum fyri stuðulin. Og í umklæðingarrúminum var stúgvandi fult av [...] fingið áður. Altíð klárur Tað er í slíkum løtum, at tað ræður um at halda beinini á jørðini, og tað fyrsta klaksvíkingurin iðrar seg um, tá vit hava hann í telefonini, er, at KÍ misti javnleikin, sum teir
fimm ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at hon verður liðug í 2004. Tað ber væl til at ímynda sær, at fleiri av norðurlendsku londunum fara at koma í bólk saman, tá tað um hálvt annað ár fer at verða kastaður [...] Sigurðsson og Ísak Mikladal, ávikavíst formaður og aðalskrivari í FSF, vóru á fundinum, og teir eru fegnir um, at tað eydnaðist at fáa hesa kappingina í lag. Bæði tí at tað verður mett, at ein tílík kapping [...] við, at fundurin samdist um, at nú skal farast undir eina norðurlendska kapping fyri landslið. Tað verður roknað við, at tað verður farið undir kappingina longu komandi ár, og ætlanin er, at hon skal fevna
hálvleiki var tað týðuligt, at tað fyrst og fremst snúði seg um at halda tørn og at fáa tíðina at ganga. Ikki tí at eingin vilji var til at vinna uppaftur meiri sannførandi og harvið vaska vánaliga málmunin [...] men heldur tí at umstøðurnar vóru soleiðis, at tað so at siga ikki bar til at taka seg saman. Vágbingar sprellaðu eitt sindur fyrstu løtuna eftir steðgin, og einar tvær ferðir vóru teir um at nærkast málinum [...] frið at summa seg, temja og spæla. NSÍarnir vóru á kroppinum á teimum beinanvegin, og tað var týðuligt, at hetta var ikki nakað, sum líkaði VB nakað serligt. Teir gjørdu eina røð av mistøkum, og tað var