Gospelkonsert í Norðurlandahúsinum við Jon Lotterud Band

Fríggjakvøldið 7. august høvdu uml. 300 fólk leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til eina frálíka gospelkonsert. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at Jon Lotterud við orkestri og kóri sínum soleiðis vitjar Føroyar

Lat tað beinanvegin verða sagt, at Jon sum so mangur annars úlendingur hevur fingið ta sokallaðu »føroyasjúkuna«, soleiðis at skilja, at hann neyvan hevur verið her fyri seinastu ferð. Í fjør vitjaði hann í samband við sangskeiðið sum Heimamissiónin skipaði fyri norðuri í Nesvík, og tá hevur hann ivaleyst fingið hugskotið til at vitja aftur, hesuferð við manning síni.

Konsertin var sera moderat, við frálika góðum og tilpassaðum ljóði til tey flestu oyruni, og byrjað var sera varliga við sangi, ið ynskti Guds náði at vera við okkum øllum somlum.

Soleiðis varð hildið áfram við fleiri kendum av fløgu Jon´s, ið kallast »Mine tider«. Løg sum »Hvor fin´s livet« og »Gi dem du en fremtid« vóru eisini sangir, sum fangaðu áhoyrarnar væl.

Nú er at siga um Jon, at hann hevði havt sín fingur við í teimum flestu løgunum sum vórðu spæld, og hann tekur tí rættuliga viðkomandi evni upp í tí hann skrivar sangirnar um. Sangirnir »Mr. X« og »ulv i fåreklær« vóru sangir um menniskju hann hevur møtt, og vit sum vanlig menniskju hava so lætt við at gera okkum ósjónlig í mongdini og ikki siga hvørji vit eru.

Tað gerst lætt at gerast ein úlvur í lambsskinni, sum bert er úti eftir at finna brekini hjá hinum. Soleiðis viðger Jon tað at hann skrivar um, og ivaleyst eru tað mong, ið kenna seg aftur í hesum.

Annars framførdu Jon og hansara manning fleiri góðar sangir, sum m.a. ein norðmaður, ið kallast Solberg og so heimskendi Andraé Crouch eisini høvdu skrivað. Ungu næmingarnir Kristin Solberg og Frode André Bjørkli komu sera væl frá hesum framførslum.

Tað bæði sást og hoyrdist, at lærari teirra Jon hevur lagt teimum gott í holdið við síni undirvísing.

Annars var stuttligt at hoyra »føroysku« kórrøddirnar í nøkrum av sangunum, og setti hetta ein serstakan dám á framførsluna.

Hesar røddir man Jon hava valt sær út aftaná sangskeiðið, tí sera reint og gott var at hoyra røttu fylluna, ið sangirnir kravdu skuldi vera við. Ivaleyst ein roynd, ið er verd at royna aftur.

Aftaná fleiri sangir og samlaðu longdina uppá uml. hálvanannan tíma var

tíð at gevast, men tað bæði sást og hoyrdist, at soleiðis sluppu gestirnir ikki, nei lurtarafjøldin vildi hava meir.

Og meiri sang fingu vit. Enska lagið »He heals the brokenhearted« og »Nåde være med dere« í føroyskari týðing fingu vit loyvi til at syngja saman við Jon og hansara manning. Satt at siga ein verdugur endi á eini annars frálikari konsert, ið eg persónliga merkti hevði givið mær góðan førning fleiri dagar framhaldandi.

Orkestrið hjá Jon spældi sera væl og tøkk skulu teir hava fyri gott spæl. Jon Lotterud spældi tangentar og sang, Harald Skullerud spældi trummur og slagverk, Helge Harstad spældi á teimum ymsu bassunum og Hallgrim Bratberg spældi teir ymsu guitarrarnar.

Saman við ljóðútgerðini hjá Norðurlandahúsini hevði ADJ-Sound eisini latið ein part av útgerðini.

Takk fyri eina góða konsert - og vælkomin aftur.