Í heyst verður ein Hammond-feit konsert í Løkshøll

í ár eru 90 ár síðan, at Hammond-urgan sá dagsins ljós, og hesin 90 ára føðingardagurin verður hildin í Løkshøll í heyst

 

 

 

Leygarkvøldið 4. oktober verður Hammond-urgan snúningspunktið í stórum konsertbraki í Løkshøll

Leygarkvøldið 4. oktober letur Løkshøll dyrnar upp til eitt tónleikabrak, har Hammond-urgan verður snúningspunktið.

 

- Fimm av okkara fremstu sangsolistum fara saman við einum væluppløgdum bólki og kóri at framføra eina røð av kendum løgum; útlendsk og føroysk, har Hammond-urgan hevur ein sentralan leiklut í ljóðmyndini.

 

Tey flestu munnu kenna eyðkendu klangirnar frá Hammond-urguni, sum serliga í 60'unum og 70'unum varð dúgliga brúkt innan blues og rokk tónleik.

 

Men, søgan um Hammond-urguna byrjaði í 1935, tá Laurens Hammond og John M. Hanert uppfunnu hesa serstøku el-urguna, hvørs aðalmál var at verða eitt bíligt alternativ til pípuurgurnar í kirkjum.

 

Skjótt gjørdist Hammond urgan vælumtókt innan jazz tónleik, og seinni vórðu tað serliga prog-rokk bólkar frá 70'unum, sum yndaðu at brúka Hammond urguna.

 

"A Whiter Shade of Pale" hjá Procol Harum er kanska ein av kendastu ímyndunum av Hammond-urguni og hennara hugtakandi klangi.

 

- Hesin verður sjálvandi ein av sangunum á konsertskránni leygarkvøldið 4. oktober, umframt ein litføgur røð av Hammond-klassikarum innan ymiskar tónleikagreinar - frá rokk til gospel. 

 

Teir fimm sangsolistarnir eru Guðrun Sólja Jacobsen, James Olsen, Jens Marni Hansen, Kristina Bærendsen og Ronny Nielsen.

 

- Tað er Hans Poulsen, sum er kapellmeistari og hevur Hammond-tangentarnar um hendi. Aftrat sær hevur hann eitt valalið av tónleikarum og kórsangarum. Eldhugaði fjølmentamiðlarin, Birgir Kruse, fer at innleiða kvøldið við einari Hammond-hugleiðing.

 

Lagt verður aftrat, at í ár eru 90 ár síðan, at Hammond-urgan sá dagsins ljós, og hesin 90 ára føðingardagurin verður feiraður við einari Hammond-feitari konsert í Løkshøll 4. oktober klokkan 20!

 

- Nærri kunning og atgongumerki á loksholl.fo, sigur Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu.

 

Leygarkvøldið 4. oktober verður Hammond-urgan snúningspunktið í stórum konsertbraki í Løkshøll