Tann 4. august vóru lidnir 5 mánaðir síðani myndugleikarnir á Reunion tóku passið frá Sigmundi Andreasen. Og líka síðan tað hevur hann gingið og bíða.
Í fyrsta umfarið var málið fyri við býarrættin og har var avgjørt, at hann ikki skuldi fáa passið aftur, sum myndugleikarnir høvdu tikið frá honum. Hesa avgerð vildi Sigmundur ikki góðtaka og hann kærdi tí málið.
Viðgerðin í tí »lokala landsrættinum« hevur latið bíða eftir sær, má sigast.
Upprunaliga var ætlanin, at málið skuldi koma fyri 28. juli, men tá var tað útsett í fjúrtan dagar til í dag.
Men hvussu tað fer at spæla av, veit Sigmundur einki um.
? Eg veit ikki hvat eg skal vanta, sigur Sigmundur.
? Málið skal fyri í einum kærurætti og eftir tí eg havi skilt, so er mítt mál bert eitt av nógvum kærumálum, sum skulu fyri týsdagin, og tað kann merkja at eingin avgerð fellur fyrr enn í morgin.
Troyttur av fronskum
Men teir fimm mánaðirnir hava sett síni spor. Sigmundur er so hjartaliga troyttur av fransmonnum á Reunion, fronskum og ikki minst tí sokallaðu fronsku rættarskipanini.
? Eg veit ikki hvat mann skal kalla hetta. Tað eitur seg at verða ein fronsk rættarskipan, men tá franska rættarskipanin ikki røkkur, so tykir mær, at teir fara yvir til »junglelógina« og tá kann eingin gera nakað sum helst.
Ein tann størsti trupulleikin hjá Sigmundi Andreasen er, at í rættinum verður bara tosað franskt.
? Eg dugi ikki franskt, og ætli mær heldur ikki at læra tað, sigur Sigmundur avgjørdur.
Men tað merkir so eisini, at hann ikki kundi tosa beinleiðis við teir tríggjar dómararnar, sum sótu frammanfyri honum í morgun.
? So má tað bara ganga ígjøgnum tolkin, sigur Sigmundur.
Mordarar hava
betri rættindi
Eitt, sum Sigmundur heldur verða løgið er, at teir verða viðgjørdir á henda hátt. Teir, sum ikki hava forbrotið seg á annan hátt enn at sigla ígjøgnum franskt sjóøkið uttan at boða frá.
? Fyri mær sær tað út sum at drápsmenn og aðrir brotsmenn hava nógv betri rættindi enn vit hava, sigur Sigmundur.
Spaniumaðurin, sum situr á sama stað, sum Sigmundur, hevur sitið upp aftur longri fyri sama »lógarbrot«, sum hann.
Men Sigmundur er ikki í iva um, at orsøkin er, at stýrið á Reunion vil ræða aðrar útlendskar fiskimenn og á tann hátt verja sínar egnu fiskimenn, sum eisini fiska ólógliga.
? Prógvini uppá teirra ólógliga fiskiskap síggja vit dagliga her niðri. Tey kunnu keypast í forrætningunum, sigur Sigmundur.
Sigmundur sigur, at hann ikki hevur í hyggju at bukka undir fyri trýstinum.
Nú fer henda óhugnaliga søgan at nærkast endanum. Gongur alt sum ætlað, so er møguleiki fyri, at Sigmundur sleppur av Reunion í morgin.
? Og eg fari við tí fyrsta flúgvara, sum eg sleppi, sigur Sigmundur at enda.
Í blaðnum í morgin fara vit at frætta nærri um hvussu tað gekst hjá Sigmundi í rættinum í dag.