B71 helvt fast um leiðsluna við máli í evstu løtu

Fótbóltur: B71 var nær við at missa leiðsluna í 2. deild til LÍF, men fekk avgerandi mál í yvirtíð

B71 hevur sett kósina upp móti 1. deild. Tað sær tað í øllum førum út til, eftir at sandoyingar leygardagin megnaðu at vinna tøttu uppgerðina móti FS Vágum.

Dysturin var mestsum liðugur, og spælt varð eftir tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tá Kári Nielsen megnaði at fáa bóltin í netið hjá heimaliðnum.

Málið var annars sera gott. Kári byrjaði sjálvur álopið og sendi út í høgru, har ein sandoyingur so sendi innfyri fyrstu ferð. Bólturin varð snittaður víðari, og har kom Kári, sum hevði fylgt við fram, og setti bóltin í netið.

Tað var ikki heilt í tráð við dystargongdina, at B71 skuldi fara við øllum. Men soleiðis gongur tað ofta, tá oddaliðini eru í trupulleikum, og Valdemar í B71-málinum bjargaði framúr væl ta einu ferðina, tá John Johansen fekk ein bólt stungnan inn um verjuna hjá sandoyingum.

FS Vágar kundi eisini av røttum iðra seg eitt sindur um, at teir ikki fingu nakað burturúr dystinum. Vágamenn eru komnir væl fyri seg eftir slaku byrjanina, og tað hevur styrkt munandi um liðið, at menn sum Jógvan Hendrik Samuelsen og Valbjørn Ole-Jacobsen aftur eru við.

Men tað var altso ikki nóg mikið móti B71, sum framvegis hevur oddasessin í 2. deild, eitt stig framman fyri LÍF.

Hesi bæði liðini hava nú lagt eitt sindur av sjógvi ímillum seg og hini, og um henda støðan heldur sær fram til 5. september, tá leirvíkingar skulu til Sands, er lagt upp til ein sera spennandi dyst við Maginskúlan.

Tað má eisini sigast at gera kappingina í 2. deild eitt sindur meira áhugaverda, at trý tey ovastu liðini í deildini nú eru lið, sum ikki eru umboðað í 1. deild, og sum tískil spæla fyri uppflyting.

Tað má jú vera tað, sum kappingin fyrst og fremst skal snúgva seg um.