Tíðin er komin til fullveldi, og samgongan er av álvara farin undir hesa ætlan. Sum verða man var stóri partur av viðgerðini av Løgmansrøðuni um henda høvuðssetning landsstýrisins. Tá hetta er nakað nýtt, at ein meiriluti av teimum fólkavaldu vilja ganga hesa leið, er ikki so undarligt, at ein ávís mótstøða er; tað vilja altíð verða fólk, sum ikki vilja broytingar, sum leggja nógva orku í at mótarbeiða, sum spáa um hóttafall og armóð, um broytingin vinnur frama. Henda mótstøða er ikki bara av tí ónda, hon gevur eisini teimum framburðssinnaðu nýggjar kreftir at fyrireika sína ætlan enn betur.
Tunnar grundgevingar frá andstøðuni
Men eg kann ikki lata verða við at halda, at mótstøðan hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum var rættiliga tunn. Teir koma ikki longur enn at siga, at um vit kvetta í dag, so? um blokkurin verður tikin burtur í morgin, so? Men tað er jú ikki tað, sum vit ætla - æraðu tingmenn, vit ætla nemliga at arbeiða undir skipaðum viðurskiftum. Stig fyri stig um tú vilt! Men nú ganga stigini ikki bara runt í eini karosell, tey ganga málrættað fram ímóti fullveldi. Fólkið vísti viljan á valinum og heitti soleiðis á politisku mynduleikarnar um at fyrireika sjálvstýri Føroya. Miðvísa fyrireikingin er farin til verka.
Enn er ikki klárt at siga:
hvussu skjótt ætlaða fullveldisgongdin kemur at ganga hvussu nógv ár blokkurin verður partur av landskassans inntøku, hvussu innihaldið í sáttmálanum kemur at síggja út, ella nær fólkaatkvøðurnar báðar verða.
Men hesar spurningarnar vil fólkið fáa svar uppá, áðrenn tey skulu seta sín kross við fólkaatkvøðurnar báðar.
Vegleiðandi fólkaatkvøða
Onkur framstandandi politikkari eftirlýsir eini vegleiðandi fólkaatkvøðu, sum kann spyrja fólkið, um tey vilja hava:
· loysing
· økt sjálvstýri ella
· onga broyting
Men fortreytin fyri, at fólkið kann kunna svara nøktandi uppá eini líknandi vegleiðandi fólkaatkvøðu er, at fólkið nøkulunda kennir innihaldið. Annars svara tey bara uppá tað mittasta, um tey ikki frammanundan hava sína politisku sannføring.
Men økt sjálvstýri er eitt so vítt hugtak: tú kanst siga, at tjóðveldi er økt sjálvstýri, at tað, sum nú verður fyrireika - fullveldi - er økt sjálvstýri, at yvirtøka av realinum er økt sjálvstýri.
Hvussu fáa vit fult ræði og fulla ábyrgd?
Men tað sum hendan samgongan hevur sett sær fyri, er ikki bara at kunna yvirtaka øll málsøki og so framvegis lata yvirvaldsrættin liggja á Christiansborg, nei, málið er at vit føroyingar fáa fult ræði og fulla ábyrgd av hesum samfelag.
Tí var fyrsti spurningur, sum henda samgonga setti sær: Hvussu fáa vit fult ræði og fulla ábyrgd av samfelagnum? Og til tað vóru vit samd um, at fullveldi var gongda leið. Tí hevur verandi samgonga sett sær fyri at fyrireika fullveldi, kanna hetta og kunna fólkið um ætlaðu gongdina. Og tað er neyvan nakar, sum ivast í, at rætti maður er settur til starvið!
PS:
Tað var onkur, sum undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna ivaðist í, hvør munur var á orðunum fullveldi, tjóðveldi og lýðveldi, tí hesar allýsingar:
Fullveldi: tað at hava fult ræði á viðurskiftum sínum, fullræði, sjálvræði, politiskt fullveldi, Ísland fekk fullveldi í 1918 (á donskum: suverænitet)
Tjóðveldi: lýðveldi
Lýðveldi: ríki við beinleiðis ella óbeinleiðis valdum forseta at stjórna avmarkað tíðarskeið, tjóðveldi. Mótsatt kongsveldi, Ísland er lýðveldi (frá 1944) (á donskum: republik)
---
Kelda: Føroysk Orðabók, 1998