Borðtennis: 57 leikarar kappaðust í Trongisvági

Í gjár varð borðtenniskapping spæld í høllini í Trongisvági. Talan var um 2. Grand Prix-umfar, og her luttóku 57 leikarar.

Tíðindaskriv:

 

- Hetta er hægsta luttakaratalið í nógv ár, og vit fegnast um stóru tilgongdina, sum hevur verið í ár, siga tey í Borðtennissambandi Føroya.

 

í A-bólkinum var tað 13 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini, sum streyk avstað við sigrinum og í samlaðu støðuni nú hevur lagt seg undir liðina á fleirfaldaða føroyameistaranum, Fróða Fríðasyni Jensen.

 

B-bólkin vann fyrrverandi ungdómslandsliðsleikarin, 20 ára gamli Tórur Eið Eliasen, sum í sínum comeback eftir nøkur ár burturi frá borðtennisborðunum prógvaði, at tað framvegis liggur væl fyri við battinum.

 

Av øðrum bólkavinnarunum kunnu nevnast ungu Tór-leikararnir, Dánjal Jacobsen og Pætur Tróndarson, sum aðru kappingina upp í slag vunnu sínar bólkar, og harvið tryggjaðu sær enn eina uppflyting og støðugt ota seg fram í samlaðu kappingini.

 

Næsta Grand Prix-umfar, tað triðja í røðini av sjey, verður longu nú leygardagin 22. november. Tá verður kappast í høllini á Hálsi í Havn.

 

Grand Prix 2 – úrslit

 

Bólkur A

1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

2. Poul Knút Poulsen (TBF)

3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

4. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)

5. Edvard Faa Nårstad (TBF)

6. Jóel Eivinsson Bringsberg (Tór)

7. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

8. Elinborg Christel Mortensen (TBF)

9. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

10. Bogi Gardar Bringsberg (Tór)

 

Bólkur B

1. Tórur Eið Eliasen (Tór)

2. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)

3. Suni á Lava (Tór)

4. Brandur B. Johannesen (Tór)

5. Jákup Debess (Tór)

6. Gudmund Djurhuus (TBF)

7. Høgni W. Dalsgaard (Tór)

 

Bólkur C

1. Reidar Petersen (TBF)

2. Noam Suni Durhuus (Tór)

3. Ruben Benbakoura (Tór)

4. Benjamin Simonsen (TBF)

5. Allan Christianson (TBF)

6. Liam Steinkross (TBF)

 

Bólkur D

1. Dánjal Jacobsen (Tór)

2. Heri Guðlaugsson (Tór)

3. Levi Simonsen (TBF)

4. Nóam á Rógvi (Tór)

5. Dávid Simonsen (TBF)

6. Geiri Augustinussen (TBF)

 

Bólkur E

1. Pætur Tróndarson (Tór)

2. Ísak Torkilsson (Tór)

3. Filip Thorsteinsson (TBF)

4. Dávur Dionsson (TBF)

5. Einar Johansen (TBF)

6. Rói Ragnarsson (TBF)

 

Bólkur F

1. Martin Eið Eliasen (Tór)

2. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

3. Angelina Øster (TBF)

4. Jónas Thomsen (TBF)

5. Dávid Mellemgaard (TBF)

6. Einar Norðberg (TBF)

 

Bólkur G

1. Rúnar Gunnarsson (TBF)

2. Ísak Thomsen (TBF)

3. Noam Suni Durhuus (TBF)

4. Kaja Thomsen (TBF)

5. Rósa í Dali (TBF)

6. Helga Mortensen (TBF)

 

 Bólkur H

1. Helgi Hovgaard (Tór)

2. Johan Jacobsen (Tór)

3. Bára Sørensen (TBF)

4. Nathan L. Jespersen (TBF)

5. Julian Øster (TBF)

 

Bólkur I

1. Askur í Dali (TBF)

2. Rói Vilhelmsen (Tór)

3. Ólavur Johansen (TBF)

4. Magni Bech (TBF)

5. Villiam Roest (TBF)