LÍF avgjørdi alt í fyrra hálvleiki

Fótbóltur: LÍF vann fyrra hálvleik av dystinum móti B36 3-0, og so var eingin ivi um úrslitið

At LÍF ætlar at gera seg galdandi í ovasta partinum av 2. deild, lótu teir ongan iva vera um leygardagin, tá teir vunnu 5-1 á B36.

Leirvíkingar eru í løtuni á øðrum plássi í deildini, og munurin upp til oddaliðið B71 er bert eitt stig.

Tað eru eftirhondini nógv ár, síðani LÍF veruliga gjørdi um seg í bestu deildini, men í Gundadali standa teir seg vanliga væl.

Í dystinum leygardagin var sera lítil ivi um, hvønn veg stigini fóru, og tá eitt korter var spælt, var støðan 2-0 til LÍF.

Kristian Eliasen royndi seg við langskoti, sum Dánjal Bærentsen í B36-málinum fekk bjargað til horna. Hornasparkið endaði hjá Kristiani Eliasen, sum hesaferð fekk bóltin í málið til 1-0.

Tá vóru átta minuttir spældir, og átta minuttir seinni lá bólturin aftur í B36-málinum. Hesaferð var tað Tórhallur Justinussen, sum trekti og skoraði.

Tá hálvur tími var spældur, hevði B36-liðskiparin Finn Mørk ein stóran kjans, tá hann rak ígjøgnum alla LÍF-verjuna, sum var meira upptikin av at ansa eftir hinum B36-arunum. Men Trúgvi í LÍF-málinum fekk bóltin av Finni, og sum heild stóð LÍF-málverjin sera stinnur í mann-móti-manni støðum, sum tað vóru fleiri av í dystinum.

Tá eini tíggju minuttir vóru eftir av hálvleikinum, økti Jonhard Høgnesen til 3-0 eftir langan bólt fram í høgru síðu, og so var eingin ivi longur.

B36 kom annars væl við móti endanum av fyrra hálvleiki, men tað vóru leirvíkingar, sum alla tíðina høvdu tamarhald á støðuni, og sum eisini høvdu flestu kjansirnir.

Tað skuldu ganga 35 minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn nakað mál kom afturat, og tað var B36, sum tá minkaði til 1-3. Men í seinastu minuttunum fekk LÍF tvey mál afturat, so endaliga støðan bleiv 5-1.

LÍF vísti heilt gott spæl til tíðir, og teir hava eina sterka verju og ein góðan málmann. Um liðið hevur 1. deildarstøði, er kortini ein heilt annar spurningur. Sjálvir halda leirvíkingar ikki, at teir hava so nógv at gera í bestu deildini, og tað verður eisini neyðugt at styrkja seg við nýggjum spælarum, um tað kemur so vítt.

Men tað man vera lítið at ivast í, at LÍF fer at vera millum tey ovastu liðini, tá kappingin er liðug. So er spurningurin bert, hvussu ovarlaga teir enda.