Jákup á Borg aftur matchvinnari

Fótbóltur: Tvær ferðir innan eina viku hevur B36 verið aftanfyri, men kortini megnaði at vunnið. Og báðu ferðirnar hevur Jákup á Borg skotið avgerandi málið

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar sunnudagin, tá KÍ gloymdi sín barnalærdóm og gav B36 tvey stig í allarseinastu løtu.

Stadionurið vísir 46:00, og tey flestu bíða bert eftir seinasta bríkslinum hjá Niklasi á Líðarenda. Støðan er 2-1 til B36, men tað hevur brent rættiliga nógv á framman fyri málinum hjá heimaliðnum seinastu løturnar.

Og so stendur John Hansen knappliga í góðari skotstøðu. Hann útplaserar Egin Høgnesen og javnar til 2-2.

Eingin tíð er eftir, men í staðin fyri at iðra seg um mista sigurin, setir B36 dystin í gongd aftur, og Jákup á Borg fær fría ferð heilt fram móti málinum og skorar til 3-2, áðrenn KÍ-leikararnir hava fingið armarnar niður aftur. B36-húsið og KÍ-venjarin á gosi, og B36 vinnur dystin 3-2.

Fram til tá hevði ikki verið nakað, sum kundi fingið fólk at minst aftur á henda dystin.

KÍ kom á odda, tá tjúgu minuttir vóru spældir. Arnold Joensen setti ferð á nakað úti í vinstru síðu, og hann sendi inn um B36-verjuna til Heðin á Lakjuni, sum bert skuldi seta fótin á. Eitt frálíkt mál, sum gav klaksvíkingum sálarligu yvirvágina eina løtu.

B36 kom tó skjótt fyri seg og royndi at trýsta, meðan KÍ tók seg longur aftur.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, og tað lá í luftini, at heimaliðið fór at fáa eitt útjavnandi mál.

Tað kom, tá ein tími var spældur. Eitt hornaspark úr vinstru síðu endaði á pannuni hjá John Petersen, sum stútaði á tvørstongina. Mikkjal Thomassen fylgdi væl við og var fyrstur at seta høvdið undir bóltin, tá hann kom útaftur.

B36 hevði tá havt bóltin mest, men kontraálopini hjá KÍ vóru vandamikil, og serliga høvdu B36-ararnir trupult at fylgja við Arnoldi Joensen. Jens Kristian Hansen var heppin at sleppa við einum gulum korti fyri eina neyðbremsu, og Bjarni Prior, sum var yvirgearaður, kundi eisini verið rikin av vølli, men endaði í staðin við at skaða seg sjálvan, so hann noyddist út.

Í hinum endanum fekk B36 eitt mál kolldømt, tí dómarin metti, at fríspark varð gjørt móti KÍ-málverjanum Gunnari á Steig.

Tað skuldu ganga 81 minuttir, áðrenn B36 kom á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Trunkaspæl framman fyri KÍ-málinum endaði við, at Gunnar hálvbjargaði einum skoti, og so kundi jugoslaviski verjuleikarin Nino Milankovic skjóta sítt fyrsta mál fyri B36.

KÍ legði nú eitt tungt trýst á B36, sum royndi at verja sum best. Alt bendi á, at úrslitið av ólavsøkudystinum millum hesi bæði liðini fór at endurtaka seg, men so skoraði John Hansen í yvirtíðini. Men dysturin var framvegis ikki liðugur, og Jákup á Borg bleiv matchvinnari fyri aðru ferð innan eina viku.

B36 hevur nú megnað at vunnið á nummar eitt og nummar tvey í kappingini innan fyri eina viku, og í báðum førunum hava teir verið aftanfyri, men eru komnir afturíaftur. KÍ misti eitt týðandi fet í kapprenningini við HB, men enn eru allar súðir ikki syftar, og HB hevur framvegis eina vitjan í Klaksvík til góðar.

Um B36 hevði uppiborið at vunnið sunnudagin, er torført at siga. Teir høvdu bóltin meir, meðan KÍ, sum stóran part av dystinum hugsaði mest um at verja, eisini hevði fleiri góðar møguleikar, sum ikki vórðu útnyttaðir.

Klaksvíkingar hava eisini alla orsøk til at iðra seg um, at teir ikki fingu í minsta lagi eitt stig burtur úr dystinum.

Sigursmálið hjá B36 var gott, men KÍ kann bert takka sær sjálvum fyri, at tað kom.