Klaksvíkin hevur latið seg í aftur gerandishamin. Hátíðardámurin er goymdur burtur, og vinnulív og heimalív er við at finna aftur til tað dagliga, samstundis sum skúlarnir gera klárt til í komandi viku at taka ímóti teimum, sum fara undir eitt nýtt skúlaár.
Veðrið er eisini komið aftur í sítt vanliga lag. Hóast fleiri framsýningar vóru á 90 ára føðingardags skránni sunnudagin, so var formligi endin leygarkvøldið, og morgunin eftir var veðrið í einari meiri vanligari útgávu, enn tað hevði verið hátíðardagarnar. Sum tað leið út á fyrrapartin seig mjørkin seg um Borðoyarnesháls, Háfjall, Halgafelli, Klakkin, Oyrafjall, Kjølin og Kunoyarnes, fram ímóti middegi kendist úr honum, og út á seinnapartin regnaði.
Fyri tey, sum leygardagin høvdu latið hoyggj vera hoyggj og í staðin luttóku í veitsluhaldinum í Klaksvík var tað sjálvandi harmuligt, at terrin ikki skuldi halda sær, men tey flestu mundu hugsa við sær sjálvum, at tað var nú heppið, at veðrið skuldi arta sær soleiðis, sum tað gjørdi fríggjadagin og serliga leygardagin.
Tølini tala
Leygarmorgunin bjóðaði Klaksvíkar býráð øllum til ein kopp av kaffi, te, øl, sodavatn og vinarbreyð í Nólsoyar Pálls gøtu. Borðið var 80 metrar langt, og í góðveðrinum møtti ein ørgrynna av fólki upp. Bæði klaksvíkingar í Klaksvík og teir, sum búleikast aðra staðni, men sum ikki hava gloymt røturnar. Viðhvørt ivaðist tú í, hvat samband hesin og handan høvdu við Klaksvíkina og í hvussu so er í einum føri togaði gesturin koyrikortið úr lummanum fyri á tann hátt at staðfesta, at føðistaðurin var Klaksvík og tað í 1957!
Í Leirvík var ein ørgrynna av bilum, sum stóðu har í vikuskiftinum. Og Dúgvan førdi fleiri bilar og ferðafólk um Leirvíksfjørð, enn teir gjørdu í vikuni rundanum ólavsøkuna.
Í fyrstu vikuni av av august ferðaðust 6.300 fólk við Dúgvuni og bilatalið var 2.000. Bara 7. august førdu teir 1.252 ferðafólk.
Hvussu nógv fólk var til morgunmatar hjá býráðnum er ilt at meta um, men tað vóru omanfyri tvey túsund og kanska væl fleiri omanfyri tað talið.
Føroya Bjór skonkti jolly og pylsnarøl, men vit hava ikki frætt, hvussu nógv rann úr teirra tunnum. Bakaríið hjá Símuni syrgdi fyri kaffi, te og vinabreyði, og tað gekk, so segði hann ? sum heitt breyð!
3.200 koppar av kaffi vórðu skonktir, eitt túsund te koppar, og 4.400 stykki av vinabreyði, sum í alt vóru trý hundrað metrar til longdar. 15 fólk syrgdu fyri at nakað var á borðunum alla tíðina, og fimm stóðu støðugt og bryggjaðu kaffi.
Útsynningur og útsynningurvestan eru vinmenn við klaksvíkingar. Veðrið var so mikið gott hesa løtuna fyrrapartin leygardagin, at tú sást ongan frakka ella jakka, og fleiri gingu hvítklædd og tosaðu, skemtaðu og hugnaðu sær.
Poul Schlüther sást millum gestirnar. Hann tóktist lítið nervaður av, at illa staddi konservativi flokkurin nú hevur heitt á hann um aftur at taka við leiðsluni (tað vil hann ikki). Hann heilsaði upp á nógv fólk, og tá býráðsformaðurin presenteraði ein kendan klaksvíking, Franklin Ziska, fyri honum sum svág hjá Hákuni Djurhuus, sála, fyrrverandi løgtinsmanni, løgmanni og fólkatingsmanni fyri fólkaflokkin, helt Franklin fyri, at Hákun var stoltur av at vera svágur hansara!
Grøvin í fortíð
og nútíð
Leygardagurin var allur sum hann var ein dýrdardagur.
Inntil klaksvíkingar í desember í 1974 fingu svimjihøll var vanligt at leita sær út í Grøv um sumrarnar. Tey, sum nú eru miðaldrandi og eldri enn tað, minnast Pól Juul í Grótinum sum umsjónarmann. Hann plagdi at máta hitan, og tað var veldugt, tá hann boðaði frá, at nú var vatnið fimtan stig ella meiri enn tað.
Seinnapartin leygardagin var tónleikur og sangur av øllum hugsandi slagi úti í Grøv, og fólkameingið var so stórt, sum tað ongantíð hevur verið áður. Smábørnini hugnaðu sær í ánni, og tey vaksnu kokkaðust, prátaðu og undraðust yvir, at áin ikki er størri, enn hon er, og at hyljarnir báðir, sum frá fyrst í øldini og sjeyti ár fram vóru karmarnir um alla svimjiundirvísing í Klaksvík, ikki eru størri, enn teir eru. Fyri tríati og fýrati árum síðani tóktist tað at vera nógv víðari til veggja og djúpari niður á botn, enn tað nú vísti seg at vera!
Vorðið sum fýrverkarí
Endahátíðarhaldið í Christianskirkjuni var akkurát so tignarligt og hátíðarligt, sum tað skulid vera.
Nýggja Klaksvíkskórið sang, og Jógvan Lützen, formaður í mentunarnevndini hjá býráðnum, heilsaði mannfjøldini og útlendsku gestunum, sum fóru av aftur landinum sunnudagin og í gjár. Nýggi sóknarpresturin í Klaksvík, Hens Eiler Hammer, las bíbliutekstin, og nýggi viðareiðispresturin, Meinhard Bjartalíð, stjórnaði kórinum, har helmingurin er manning úr 17 sangarum, sum aftur eru úr sangkórinum í Betesda.
Orgulkonsertin var góð, men hon tóktist kanska í so drúgv hjá fólki, sum er í hátíðarhaldi.
Finalan var í Akursmørk. Millum lítið og einki av druknum fólki var at síggja og hoyra, og onkur helt fyri, at fullasti og mest trillrundi í Klaksvíkini hesa dýrdarløtuna var mánin. Hann stóð spegilsblankur og rundur yvir Borðoyarvík og smíltist oman yvir fródligu mannfjøldina, sum sang í felagi, bæði á føroyskum og hinum norðurlendsku málunum ? hetta mundi vera fyrsta ferðin at tey flestu vóru við til at syngja danska tjóðsangin á tamb (hann telur fýra vers).
Rosinan í pylsuendanum var fýrverkaríið, sum kommunan hevi rindað, og sum skótarnir enn eina ferð skipaðu fyri. Litur og ljóð var meiri, enn tað nakrantíð hevur verið, og tað bar væl til at sammeta tað við tað, sum sæst í Tivoli í Keypmannahavn.
Veðrið var so mikið klárt, stilt og friðfult, at himmalin stóð í ljósum loga, og krútroykurin mundi ikki farið burtur.
Frágera vakurt, tignarligt og hátíðarligt. Um tíggju ár er hevur Klaksvíkar kommuna hundrað ára føðingardag, og støðið, sum teir løgdu á 90 ára føðingardags haldinum ger at krøvini til haldið um tíggju ár eru stór!