Løgreglan gav nógvar bøtur í ferðsluni í gjár

Ikki færri enn 15 bilførarar fingu bót í ferðsluni í gjár

Tá løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Klaksvík gjáramorgunin millum hálvgum tíggju og hálvgum tólv, fingu ikki færri enn 13 bilførarar bót.

6 bilførarar fingu bót, tí teir ikki sótu í trygdarbelti. 2 fingu fót fyri niðurslitin dekk. 1 fekk bót fyri, at hava ymisk dekk á bilinum, 1 fekk bót fyri lyktafeil og 3 bilførarar fingu bót, tí teir ikki høvdu koyrikortið uppi á sær.

Og í Norðoyatunlinum gav løgreglan 6 bøtur fyri ferð. Bilførararnir koyrdu ávikavist 96, 97, 100, 100, 102 km um tíman.

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 93, tað var ein lastbilur, og 107 km um tíman. Ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 100 km um tíman við einum vøruvogni við trailarar. Tá eru herd krøv til ferð.

Løgreglan gjørdi eisini ferðkanningar í Suðuroy. Har fingu tveir bilførarar bót fyri ikki at sita í trygdabelti.

Harumframt var løgreglan í gjár úti til eitt minni arbeiðsóhapp í Eysturoy, har ein maður var dottin úr einum stiga. Maðurin fekk skaða, men ikki ávlarsligan, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í Havn hevði onkur stolið í einum handli í Havn. Talan var um vaksið fólk.

Ein fráboðan kom seint í gjárkvøldið um, at ein pláta fekk runt í vindinum við tunnilsmunnan til Kaldbakstunnilin, og í morgun um sekstíðina kom ein fráboðan um skriðulop í á landsvegnum millum Kaldbak og Kaldbaksbotn. Lopið er á vegin, men tað er koyrandi framvið, sigur vaktleiðarin.