Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann vil hava at vita, hvat Ukraina ætlar at brúka tomahawk-rakettirnar til.
Hetta segði hann, tá hann tosaði við tíðindafólk í Hvítu Húsunum í gjár.
Tomahawk-rakettir eru amerikanskar, og Ukraina hevur ynskt at fáa hesar, so landið kann røkka málum langt inni í Russlandi.
Men, nú vil so amerikanski forsetin hava at vita, hvat Ukraina ætlar at brúka hesar rakettir til, áðrenn hann góðkennir, at Ukraina fær hesar.
Tað hevur verið upp á tal, at evropeisk lond skulu verða millumlið millum USA og Ukraina í samband við hesa veiting.
Amerikanski forsetin sigur, at hann vil ikki, at Russland herðir síni álop á Ukraina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur heitt á USA um at selja evropeiskum londum tomahawk-rakettir, so londini síðan kunnu senda tær til Ukraina.
Tomahawk-rakettirnar kunnu røkka heilar 2.500 kilometrar, og við hesum rakettum kann Ukraina røkka málum í eitt nú russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at um USA letur Tomahawk-rakettir til Ukraina fyri at røkka málum inni í Russlandi, fer hetta at oyðileggja viðurskiftini millum Moskva og Washington.
##med2##
- Hetta fer at oyðileggja viðuskiftini millum londini - ella í minsta lagi tað positiva, sum er byrjað at vísa seg, sigur russiski forsetin.
Spurdur av tíðindafólki, um hann hevur tikið avgerð um at lata Ukraina rakettirnar, útilokaði Donald Trump ikki hesum møguleika og segði:
- Á ein hátt havi eg tikið eina avgerð, men eg vil vita, hvat Ukraina ætlar at brúka rakettirnar til - hvar skulu tær sendast, segði amerikanski forsetin við tíðindafólk.
Donald Trump endurtók, at hann hevur ongan áhuga í, at kríggið millum Russland og Ukraina verður hert og spreiðir seg.
Amerikanski forsetin hevur áður víst aftur at lata Ukraina tomahawk-rakettir, men seinastu tíðina er hann vorðin ørkymlaður av, at russiski forsetin ikki vil gera eina friðaravtalu við Ukraina.