Sterilisatión og fosturtøka á skránni í dag

Rættarnevndin hjá Løgtinginum fer í dag at viðgera umstrídda málið um fosturtøku

Tey fýra, ið hava lagt lógaruppskotið fram eru Hervør Pálsdóttir, Ingilín D. Strøm, Eyðdis Hartmann Niclasen og Karlot Hergeirsson. Málið er fyri á nevndarfundi í rættarnevndini hjá Løgtinginum í dag

Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur fund í morgun klokkan 9:30. Á skránni eru trý løgtingsmál:

 

 

Hetta er aðru ferð í hesum valskeiði, at málið um fría fosturtøku er til viðgerðar. Tá tað var fyri í mai í fjør, fall málið í Løgtinginum við úrslitinum 15 fyri og 15 ímóti. Fyri at eitt lógaruppskot skal samtykkjast, skal meiriluti vera fyri.

 

Síðani tá er tann broyting farin fram, at Sólvi Nolsø, sum var ímóti uppskotinum, er farin úr Løgtinginum. Í hansara stað fer komin Árni M. Dam, sum fylgir floksstøðuni hjá Framsókn og er fyri uppskotinum.

 

Fyrru ferð var tað landsstýrismaðurin hjá Framsókn í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum legði málið fram. Hesaferð eru tað fýra tingfólk, sum hava reist málið: Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Karlot Hergeirsson úr Framsókn.

 

Mett verður, at uppskotið kann verða samtykt hesaferð við 15 atkvøðum úr samgonguni og 2 úr Sambandsflokkinum.

 

Av samgonufólkunum atkvøddu Henrik Old og Jóhannus Joensen úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn ímóti – og Sólvit Nolsø, ið sum nevnt nú er farin úr Løgtinginum. Í Sambandsflokkinum atkvøddu Eyðdis Hartmann Niclasen og Johan Dahl fyri uppskotinum. Tey hava bæði váttað, at tað gera tey aftur hesaferð.

 

Soleiðis kann málið, sum er fallið einaferð í hesum valskeiði, kanska kortini verða samtykt.

 

Tey fýra, ið hava lagt lógaruppskotið fram eru Hervør Pálsdóttir, Ingilín D. Strøm, Eyðdis Hartmann Niclasen og Karlot Hergeirsson. Málið er fyri á nevndarfundi í rættarnevndini hjá Løgtinginum í dag