Roykur stendur úr brennandi bingjuskipinum í havnini San Pedro í Los Angeles, vísa sjónvarpsmyndir frá sjónvarpsstøðini ABC7. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix

100 sløkkiliðsfólk stríddust móti einum eldi á einum skipi

Fleiri enn 100 sløkkiliðsfólk arbeiddu við at sløkkja eld á einum containerskipi í havnini í San Pedro í amerikanska býnum Los Angeles.

Roykur stendur úr brennandi bingjuskipinum í havnini San Pedro í Los Angeles, vísa sjónvarpsmyndir frá sjónvarpsstøðini ABC7. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix

Tað skrivaði borgarstjórin í býnum, Karen Bass, fríggjakvøldið lokala tíð á sosiala miðlinum X.

- Bjargingarmanningar eru á staðnum, har fleiri enn 100 sløkkiliðsfólk arbeiða við at basa eldinum.

- Havnarløgreglan hjálpir manningini at koma trygt av skipinum, skrivar Karen Bass.

Stutt frammanundan boðaði sløkkiliðið í býnum frá, sambært tíðindastovuni Reuters, at ein spreinging hoyrdist á miðdekkinum á skipinum í sambandi við eldsbrunan.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Roykur stendur úr brennandi bingjuskipinum í havnini San Pedro í Los Angeles, vísa sjónvarpsmyndir frá sjónvarpsstøðini ABC7. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix