Vit frígeva Løgtingið og brúka vitlíki ístaðin!

Nú tá Aksel "Vitlíki" Johannesen úr Javnaðarflokkinum, (umboð fyri meiniga arbeiðaran), hevur fingið tað geniala hugskotið at "frígeva arbeiðsorku" úr almenna geiranum og gera Føroyar til "eitt undangonguland á økinum", haldi eg, at vit burdu bara fullgjørt ta genialu planina. Hví ikki koyra alt Løgtingið til hús og lata ChatGPT stýra landinum? Tað hevði spart okkum øgiliga nógva arbeiðsorku, og Løgtingið hevði fingið møguleikan at finna sær nýggj, spennandi størv – um tað altso er neyðugt afturat pensjónspengunum.

 

 

 

Vit vita øll, at tað finst eingin vandi í hesari framferð, tí vitlíki er púra eftirfarandi upp á allar mátar og ger bara verðina til eitt betri og tryggari stað, har vit borgarar kunnu taka okkum av løttum, meðan maskinurnar gera arbeiðið fyri okkum.

 

 

 

 

 

Tað er veruliga framskygt og genialt av okkara nýggja Løgtingi at hugsa í hesum banum, og eg haldi avgjørt, at tey áttu at verið undangongufólk í okkara undangongulandi og sagt seg fullkomiliga úr starvi, so at robottarnir endiliga fáa tað, sum teir av sonnum eiga rættin til: Fullkomið vald á okkum menniskjum.

 


Trygvi Danielsen