Landsstýrið vil frígeva starvsfólkaorku við vitlíki

Ein heildarætlan um vitlíki verður liðug í heyst. Málið er millum annað at spara starvsfólkaorku í almenna geiranum og gera Føroyar til eitt undangonguland á økinum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen um nýtslu av vitlíki hjá tí almenna.

 

Sambært landsstýrismanninum er eingin samlað kanning gjørd av, hvussu nógv vitlíki verður brúkt í almenna geiranum. Kortini vísa smærri kanningar, at nógv almenn starvsfólk longu brúka amboð sum ChatGPT og Copilot í gerandisdegnum sum hjálparamboð, meðan fáir almennir stovnar higartil hava ment egnar vitlíkisloysnir.

 

Í fjør varð ábyrgdin fyri vitlíki løgd undir landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, og Gjaldstovan hevur síðani arbeitt við eini heildarætlan, sum verður handað í heyst.

 

Sambært Akseli V. Johannesen er visiónin, at Føroyar skulu gerast eitt undangonguland, sum vísir, hvussu ein smátjóð kann brúka vitlíki á ein ábyrgdarfullan hátt til gagns fyri fólkið, føroyska málið og búskapin.

 

Eitt av høvuðsmálunum í ætlanini er, at tað almenna komandi árini skal kunna frígeva munandi starvsfólkaorku við hjálp av vitlíki. Nærri verður greitt frá, hvussu hetta skal gerast, tá heildarætlanin er liðug.

 

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at ætlanin er at seta í verk royndarverkætlanir í almenna geiranum. Endamálið er at fáa royndir og vitan um, hvussu vitlíki best kann nýtast til at loysa almennar uppgávur á ein skilagóðan hátt.

 

Svarið er latið í sambandi við ein skrivligan fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen.