Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er Herfølge á odda í donskum fótbólti. Oddasessurin ger altíð, at pressan vísir tær serligan ans, og soleiðis var tað eisini hjá Herfølge sunnudagin.
Tá 3-0 sigurin á FCK var veruleiki runnu Herfølge spælararnir yvir ímóti tí partinum av áskoðarafjøldini ? har vóru 9.000, og tað er væl meiri, enn tað plaga at hyggja at, tá Herfølge spælir í Parkini ? og takkaðu teimum fyri stuðulin. Og í umklæðingarrúminum var stúgvandi fult av tíðindafólkum.
? Teir vóru sum flugur rundanum okkum, sigur lítillætni Jákup Mikkelsen, sum í gjár aftur møtti á læraraskúlanum, har hann er komin í helvt við lestrinum.
Og í donsku bløðunum varð smurt tjúkt uppá í gjár. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú kanst siga søguna um ein málverja, sum bæði skorar upp á brotsspark og bjargar einum brotssparki, og tá søgan endiliga er har, so skal hon brúkast í ríkt mát. Jákup greiðir tolin frá, at í Klaksvík plagdi hann at skjóta brotsspark, og tí var hetta einki nýtt fyri hann.
?Paraguay har José Luis Chilavert ? Herfølge en færing ved navn Jákup Mikkelsen. To landsholdsmålmænd fra hver sin verdensdel med i hvert fald et lighedspunkt: De kan også selv score mål?. Tað er salutturin, sum Jyllandsposturin gevur Jákupi, og Politiken tosar um føroyska málverjan, sum ?med sit kølige, velovervejede straffesparksmål efter 19 minutter? setti hol á málskjótingina.
?Landsbyens drillepinde, uimponerede og effektive mod et sløvt FCK? staðfestir eitt av bløðunum, og Jákup Mikkelsen verður settur á ugens hold í bløðunum og fær so nógvar rósur omanyvir seg, sum hann neyvan hevur fingið áður.
Altíð klárur
Tað er í slíkum løtum, at tað ræður um at halda beinini á jørðini, og tað fyrsta klaksvíkingurin iðrar seg um, tá vit hava hann í telefonini, er, at KÍ misti javnleikin, sum teir høvdu strítt seg til í Gundadali.
Men var tað avrátt frammanundan, at tú skuldi skjóta brotsspark?
? Nei, men Ole Mørch spyr undan hvørjum dysti, hvør er klárur at skjóta. Eg havi bjóðað meg fram hvørja ferð, men vit fáa sjáldan brotsspark, og higartil høvdu boð ikki verið eftir mær. Eg hugdi út á beinkin beinanvegin, tá dómarin bríkslaði, og Ole Mørch gav tekin um, at eg skuldi fara fram at skjóta.
Í Politiken verður sagt, at Jákup ?var kold som is í sommarvarmen og lod kollega Michael Stensgaard sprælle lidt inde på linien, inden han overlegent sendte bolden i mål?.
Og tú vart púra kaldur?
? Eg royndi í hvussu so er at halda høvdið kalt, men eg skal ásanna, at tá eg rann fram ímóti bóltinum kitlaði tað av álvara í búkinum. Eg steðgaði eitt sindur á, beint áðrenn eg náddi bóltinum, og tá sá eg, at Michael Stensgaard var rættuliga ófriðarligur á strikuni og var á veg til høgru fyri seg sjálvan, og so var lætt hjá mær við einum bleytum innarusíðu sparki at leggja bóltin inn við stólpanum í hinum borðinum.
Lítið at gera
Tá Jákup skoraði vóru 19 minuttir farnir, og hóast FCK varð roknað sum upplagdur vinnari, so megnaðu teir ongantíð at seta Herfølge undir trýst.
? Vit spældu fullkomuliga eftir tí, sum Ole Mørch hevði avrátt við okkum. Vit sótu í teimum, og tað var sjáldan, at teir komu til møguleikar, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Komandi sunnudag skal hann á heimavølli spæla ímóti Aarhus Fremad, og við allari virðing fyri mótstøðuliðnum, so eigur Herfølge at vera upplagdur favorittur ímóti teimum.
? Bæði í fjør og í ár hevur málið hjá okkum verið at enda í minsta lagi á einum 6. plássi. Í fjør eydnaðist tað ikki, tí tá endaðu vit sum nummar níggju, men í ár ætla vit at røkka hægri, sigur Jákup Mikkelsen.
Seinni trumfurin
Í 2. hálvleiki økti Herfølge bæði til 2-0 og 3-0. FCK royndi at trýsta, men tað var við lítlum hugflogi, og av tí at spælið varð trýst inn á mótstøðuhálvuna var tað ofta tætt, og Todi Jónsson fekk ongan rennibólt. Ta einu ferðina fekk hann eitt gott innlegg, men seks metrar úr málinum miseydnaðist tað hjá honum at seta krúllin undir bóltin.
Fram ímóti dystarenda fekk FCK størsta møguleikan, sum kann fáast í fótbólti. Peter Nielsen, sum var upp á tal til HM hópin í summar, og er liðformaður hjá FCK, varð settur at skjóta:
? Eg hevði gjørt av við meg sjálvan, at eg skuldi fara til høgru. Skotið hjá honum var veikt ? eg haldi, at hann rakti niður í vøllin ? hann sendi tann vegin, sum eg fór, og tað var lætt at bjarga, er mátin, sum Jákup Mikklesen tulkar seinnu av teimum støðunum, ið høvdu við sær, at hann í fyrrakvøldið og í gjár var mest umrøddi fótbóltsspælarin í Danmark!
Í stríðnum millum teir báðar klaksvíkingarnar í superliguni stendur nú 2-1 til Jákup. Todi og Lyngby vunnu 2-0, tá Jákup fyri fyrstu ferð spældi í landskapping á besta liðnum hjá Herfølge. Ta ferðina kom Jákup eisini á ugens hold. Undan summarsteðginum vísti Sjónvarp Føroya dystin, tá Herfølge vann 1-0, og nú vóru teir aftur omaná.
Og í málskjótingini er Jákup eisini fremri. Enn hevur Todi Jónsson ikki skorað ímóti Jákupi Mikkelsen í superliguni, men Jákup hevur skorað eina ferð ímóti liðnum hjá Toda!
Hart arbeiði og hvíld
Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge, er ovurfegin um avrikið í Parkini. Fjølmiðlarnir vilja vita, hvør uppskriftin er til, at hansara lið, sum í mun til so nógv onnur lið, ikki er samansett av spælarum, ið eru fulltíðar yvkisspælarar, roynist so væl:
? Talan er um hart arbeiði, staðfestir venjarin.
? Vit høvdu frí frá venjing bæði fríggjardagin og leygardagin, so kanska var tað tí, at vit vóru so væl hvíldir, at tað gekk so væl, sigur Jákup Mikkelsen, sum klokkan eitt í gjár skuldi møta til venjing. Og einki er at ivast í, at fleiri tíðindafólk vóru og fylgdu við úti á bygd á Sælandi, sum teir plaga at taka til.