Regnið spulaði so mikið illa niður við Løkin í Runavík, at fyritreytirnar at fáa í lag skipað fótbóltsspæl vóru sera vánaligar.
Heimaliðið spældi ímóti vindi og regni fyrra umfarið. Teir vóru á odda 3-0 fyrst og 3-1, tá tað var hálvrunnið, og í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at tað fyrst og fremst snúði seg um at halda tørn og at fáa tíðina at ganga. Ikki tí at eingin vilji var til at vinna uppaftur meiri sannførandi og harvið vaska vánaliga málmunin frá gøtudystinum burtur, men heldur tí at umstøðurnar vóru soleiðis, at tað so at siga ikki bar til at taka seg saman.
Vágbingar sprellaðu eitt sindur fyrstu løtuna eftir steðgin, og einar tvær ferðir vóru teir um at nærkast málinum hjá NSÍ og Abrahami Hansen, sum fyri tað mesta var arbeiðsleysur í síni fyrstu roynd sum málverji á besta NSÍ liðnum, men luftin fór úr VB, tá NSÍ seks minuttir inn í seinna umfarið økti til 4-1. Miðvallarin Eyðstein Skipanes skoraði. Hann royndi undan vindinum og regninum, og úr 18 metra fjarstøðu sang tað í meskunum.
Gylta løtan
Tað gekk ein rúm løta, áðrenn NSÍ fekk hol á. Teir høvdu bóltin mest, og tað mesta gekk fyri seg á ytru hálvuni, sum VB vardi fyrra umfarið, men tað gingu meiri enn tjúgu minuttir, áðrenn teir fyrstu ferð fingu bóltin innum Bjarni Johansen í málinum, men so gekk skjótt, og eftir einum korteri var greitt, at vágbingar fóru ikki at fáa nakað suður aftur við sær.
Jónstein Petersen, sum var miðvallari í vinstru, skoraði fyrsta málið. Tað tóktist sum hann ætlaði at leggja innfyri, og tað helt Bjarni Johansen, sum stóð við fremra stólpan, eisini. Men í besta Brian Laudrup stíli sigldi bólturin omanfyri málverjan og smoygdi sær dygst niður við tvørtrænum og inn í handara síðunetið.
Tíggju minuttir seinni var 2-0, og aftur var Jónstein Petersen blandaður uppí, og aftur var talan um eitt løgið mál. Eftir uppspæl og sending frá Eyðsteini Skipanes tamdi miðvallarin um brotsteigarsamankomingina í vinstru, hann smekkaði til, og í trunkanum rakti bólturin í ein annan miðvallara, Kára Hansen, og sigldi í kassan, uttan at Bjarni Johansen hevði nakran møguleika fyri at bjarga.
Tá NSÍ økti til 3-0 tók bólturin eisini í ein verjuspælara og snýtti Bjarna Johansen. Óli Hansen, sum var keyptur upp úr Danmark til henda dystin og kanska skal byrja skúlagongdina í Kolding við at ferðast aftur og fram nógv vikuskifti nú í summar og tíðliga í heyst, rindaði ferðaseðilin, tá hann eftir uppspæl í vinstru og innlegg smekkaði úr 16 metrum og umvegis verjubein í kassan.
Stutt fyri hálvleik minkaði VB um munin. Teir høvdu so at siga ikki verið í mótstøðubrotsteiginum, men eftir langt útspark frá Bjarna Johansen, og snitt víðari frá Jón Paula Olsen, sendi Bergur Winther úr vinstru og í brotsteigin, og Magni Mohr gjørdist púra leysur skoraði.
Venjingarstøðan
Heimaliðið royndi seg við sama uppleggi, sum teir ætlaðu at boyggja GÍ við vikuna frammanundan. Ta ferðina miseydnaðist tað fullkomuliga, men hesa ferð eydnaðist tað sera væl. Vágbingarnir vórðu jagstraðir yvir allan vøllin. Teir fingu ongantíð frið at summa seg, temja og spæla. NSÍarnir vóru á kroppinum á teimum beinanvegin, og tað var týðuligt, at hetta var ikki nakað, sum líkaði VB nakað serligt. Teir gjørdu eina røð av mistøkum, og tað var heilt eyðsýnt, at breiddin á liðnum og venjingarstøðan sum heild var væl lakari hjá VB, enn hon var hjá heimaliðnum, sum í 2. hálvleiki setti tveir frískar menn inn í vónini um at fáa størri úrtøku buturúr yvirtakinum.
Tað eydnaðist ikki, men tað var eingin skaði í tí. Ein tryggur heimasigur, og NSÍ er av álvara við í kappingini um heiðursmerkini, sum teir higartil ongantíð hava vunnið.
Vágbingar vinna ikki heiðursmerki í ár, og teir fara heldur ikki at vinna sær rættin til luttøku í Intertoto Cup. Stigini, sum teir vunnu fyri summarsteðgin, fara ongan veg, og teir verða neyvan hóttir av niðurflyting og kvalifikatión, men tað verður tungt hjá teimum at draga serliga nógv stig afturat í reiðrið. Um teir skulu tað, so skal meiri kjøt í súpanina, enn teir megnaðu í Runavík, og spurningurin er, hvagani tað skal koma frá. Hesa ferð sat Milan Culjic uttanfyri við skaða. Nýggjur maður hesa ferð var Petur Óli Samuelsen, sum eftir steðgin loysti skadda Magna Jacobsen av.