i til 487 fólk, akkurát um ársskiftið, ella ímillum 28. desembur og 2. januar. Og eftir tað fáa vit eina sending við koppingarevni til 487 fólk aðruhvørja viku. Tað er ein ætlan løgd fyri, í hvørjari raðfylgju [...] , sum hava samband við sjúk og veik fólk við veikari immunverju. Tá ið tey eru koppsett, verða tað tey gomlu á eldrabýlum, og fólk við veikari immunverju, og fólk í vandabólki, sum verða koppsett. Og ikki [...] tilboðið. Men Hjalti Gunnarstein vísir á, at heilt tíðliga í januar, kanska 7. ella 8. januar, eru útlit fyri, at myndugleikarnir í Evropa fara at góðkenna eitt slag av koppingarevni afturat og danir hava
sigur seg rokna við, at skúlarnir fara at fækka í tali, nú fleiri kommunur hava gjørt og gera íløgur í stórar og væl útgjørdar skúlar Fólkaskúlarnir í Føroyum fara at fækka í tali. Tað heldur Kristina Háfoss [...] ymiskum stigi í Føroyum, alt eftir hvussu skúlin teir ganga á er fyri viðvíkjandi tøkniútgerð og lærarum, sigur Kristina Háfoss. Verða smærru skúlarnir í Føroyum ikki lagdir saman í størri eindir í framtíðini [...] skúlamálum. Í samrøðu við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, skulabladid.fo, sigur hon: - Vit síggja, at nakrar kommunur gera stórar íløgur í nýggjar skúlar, nýtímans tøkni og savna samstundis smærri skúlar í størri
formaður í Havnar Arbeiðarafelag. Í farnu viku segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, at hann hevur ongar ætlanir um at gera tað lættari at fáa útlendingar til arbeiðis í Føroyum [...] Hetta gjørdi hann greitt eftir at arbeiðsgevarar, ferð eftir ferð, hava strongt á fyri at fáa politikararnar at broyta reglurnar, so at arbeiðsgevarir, ótarnaðir, kunnu fáa fólk úr allari verðini til Føroya [...] útlendingar kunnu fara at verða tiknir fram um familjubundnar føroyingar, at bústaðarkreppan versnar, og lønirnar verða dumpaðar. – Vit fegnast um, at landsstýrismaðurin er so greiður í málinum. Hann hugsar
tá tey fara at hyggja eftir leikinum. Leikurin verður spældur í Suðuroy fríggjakvøldið. Sunnudagin verður tað sandoyingar, sum fáa høvi at síggja leikin. Í komandi viku verður leikurin spældur í Sjónle [...] girndin. Sjónleikir av hesum slag eru rættiliga óvanligir í Føroyum, og hetta eru leikararnir eisini fult greiðir yvir. Leikurin fer fram í 1893 í Havn. Tað er ein skipsbrotin maltesi, sum verður funnin [...] Henda er fyri so vítt kjarnin í søguni, men sjálvandi liggur meira í hesum leiki, enn bert eitt spæl við hinari sterku girndini. Bólkurin Usenkev hevur áður verið í Føroyum við einum øðrum leiki. ?Don Juan
Evangelist, sum er virkin í Føroyum, stóð fyri skotum. - Eg eri bangin fyri, at tey halda, at eg havi ein illan anda í mær, og so fara tey vaksnu at halda mær fast og rópa í høvdið á mær, segði ein ung [...] upplivingar í Evangelist. Høvuðsmaður í felagsskapinum Evangelist er Christian Hedegaard. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið møtirøðir, og hann kemur aftur til Føroya at vitja í næsta mánaði [...] um harðskap og tortur av børnum í felagsskapinum Evangelist DR1 setti í gjárkvøldið sjóneykuna á nýggjari trúðarsamfeløg í Danmark, og hvussu tey arbeiða. Ónevnd fólk greiddu frá ógvusligum hendingum
Mannagongdin, tá ið fólk keypa bil, verður ikki broytt. Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum Bjørn Kalsø hevur spurt hann um nakrar ætlanir eru um at broyta mannagongdina í samband við [...] Kalsø. - Í øðrum londum umsita bilasølur sjálvar skipanina við nummarplátum, staðfestir Bjørn Kalsø og tí vil hann nú hava at vita frá Henriki Old, sum hetta eisini fer at verða soleiðis í Føroyum. Men Henrik [...] Hann sigur, at allar bilasølur eru í Havn, og tí tænir tað ongum endamáli at hava eina goymslur av nummarplátum kring um í landinum, ístaðin fyri at gera tær so hvørt eftir tøvrvi.
sum sigla undir Føroyum, kunnu eisini hava avlesingarboyju, so Vaktar- og Bjargingartænastan kann fylgja við, hvar ið tey eru, og hvat tey gera. Sat so alspent í kvøld og bíðaði eftir úrslitinum av fundi [...] tá samráðingar vanliga fara fram. Hví er so lítið komið av skafti higartil á hesum øki? Ólukkuliga støðan er eisini við til, at fólk og føðiland eru útstillað á ódámligan hátt í grannalondum okkara. A [...] Karin Kjølbro Argir hin 11. januar 2001 Í Svøríki hava tey elektroniskar eftirlitsboyjur á fongsulsdømdum. Tey búgva heima og arbeiða hvønn dag, og so beint heim eftir arbeiði. Kriminalforsorgin heldur eyga
nøkur av teimum, sum arbeiða í fiskaframleiðsluni kring landið, eru útlendingar, sum eru í Føroyum ein part av árinum í samband við ítrótt. - Tá ið so ítrótturin er liðugur, fara flestu heimaftur. Georg veit [...] arbeiðsloyvi í Føroyum. - Vit halda ikki, at hetta er nakar trupulleiki í løtuni og hava tí heldur ikki viðgjørt henda spurningin sum ein møguligan trupulleika. Hetta sigur næstformaðurin í Føroya Arbe [...] men hann heldur ikki, at hetta er nakar trupulleiki í løtuni. Fylgja gongdini - Vit eru fegin um, at nógv arbeiði er í landinum, og vit hava ongan áhuga í at gera tað trupult hjá arbeiðsgevarunum við at sýta
rokning í skúlanum, sigur hann. Í skúlunum í Runavíkar kommunu ganga næmingarnir ein part av skúlatíðini, og fara síðani í annan skúla. Tað sama ger seg galdandi hjá Tráini. Hann gongur nú í 3. flokki í Søldarfirði [...] morgunin í Lamba var einki annað fólk at síggja í bygdini enn hesin einsamalli skúlanæmingurin, sum var ávegis í skúlan inni í Søldarfirði. Tað eru somuleiðis onnur børn úr Lamba, sum ganga í øðrum skúlum [...] sum væl kann vera eldri. Í Lamba búgva í dag 145 fólk. Her býr nógv gott fólk ? prestur, bóndi, stjórar og onnur vanlig fólk. Men her eru eisini ein hópur av børnum. Vit koma fram á ein teirra, - enntá
men týskarar. Vit bíðaðu í valhølunum í Oyndarfirði eftir fyrstu veljarunum ein hálvan tíma ella so. So komu tey? tey fyrstu, hjúnini Ingrid og Ortwin Schrøder. Hon var fyrst inn í búrið at seta sín kross; [...] heimagangandi og gongur á kvøldskúla úti í Runavík, har hon vil læra seg føroyskt. Ortwin arbeiðir í laksi í Kollafirði. Áðrenn tey komu higar til lands at búgva, búðu tey í Hamburg. Orsøkin til, at tey fluttu [...] nakað við heilsuna hjá konuni at gera. Ortwin hevði verið í Føroyum áður, og tí avgjørdu tey at seta seg niður her. Teimum dámar væl í Føroyum. Foreldrini doyðu Ortwin sigur, at konan, Ingrid, hevði ein