Seljið Brimil

Í Svøríki hava tey elektroniskar eftirlitsboyjur á fongsulsdømdum

 

Karin Kjølbro

Argir hin 11. januar 2001


Í Svøríki hava tey elektroniskar eftirlitsboyjur á fongsulsdømdum. Tey búgva heima og arbeiða hvønn dag, og so beint heim eftir arbeiði. Kriminalforsorgin heldur eyga við, at tey eru heima og annars ikki sleppa út yvirhøvur. Hetta er alternativ til at sita í fangahúsi. Hetta er bíligari fyri samfelagið, og hin dømdi kann røkja sítt arbeiði, meðan hann avsitur dóm. Avlesingarboyjan situr um øklaknútin og ongin varnast hana




Øll skip, sum sigla undir Føroyum, kunnu eisini hava avlesingarboyju, so Vaktar- og Bjargingartænastan kann fylgja við, hvar ið tey eru, og hvat tey gera.

Sat so alspent í kvøld og bíðaði eftir úrslitinum av fundi millum landsstýrismannin Karsten Hansen og Skipara- og Navigatørfelagið seinnapartin í dag. Aftur nú úrslitaleyst. Hvat hugsa partarnir?

Vit eru mong, ið hava ilt av, at grunnarnir liggja víðopnir fyri ránsveiðu, meðan stríðst verður um lønarsáttmála. Hetta er sjálvt lívsgrundarlag okkara, ið verður ofrað í lønarstríði.

Nú er skjótt ársfjórðingur farin, uttan at partarnir nærkast hvør øðrum. Mong halda vit, at lønirnar umborð á skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni eru ov lágar. Slíkt eigur nevndin hjá fakfelagnum at samráðast við Landsstýrið um, tá samráðingar vanliga fara fram. Hví er so lítið komið av skafti higartil á hesum øki?

Ólukkuliga støðan er eisini við til, at fólk og føðiland eru útstillað á ódámligan hátt í grannalondum okkara.

Avlesingartólið, ið omanfyri er nevnt, kann eisini setast á skip okkara. Tað kann siga Vaktar- og Bjargingartænastuni hvar skip eru, hvussu ferðin er og hvat tey gera, um tey t.d. fiska ólógliga.

Øll vita vit, at í neyðstøðu er skip neyðugt, og tá eru aðrar reglur galdandi, men umráðandi er, at lívsgrundarlag okkara ikki er offur fyri tilvildarligum løn-arstríði. Tí er stundum komin til at kannað verður, um ikki Vaktar- og Bjargingartænastan skal finna alternativar loysnir.