Fyrst í sjeytiárunum lat William Heinesen stutsøguna ?Don Juan fra Tranhuset? úr hondum. Hesa somu stuttsøgu hevur leikbólkurin Usenkev valt at gera til leik og framføra. Hesin leikur er rættiliga sermerktur á nógvum økjum. Sjónleikur snýr seg m.a. um ást, øvund, hitt fremmanda og ikki minst girndin. Sjónleikir av hesum slag eru rættiliga óvanligir í Føroyum, og hetta eru leikararnir eisini fult greiðir yvir.
Leikurin fer fram í 1893 í Havn. Tað er ein skipsbrotin maltesi, sum verður funnin av mammu og dóttir, og hesar bera beinanvegin tokka til henda góða fremmanda mann. Síðani kemur maðurin fyri seg aftur, og tað gongur ikki rúm tíð áðrenn flest allar kvinnur hava fingið eitt gott eyga á henda mann, og allar kvinnurnar droyma um henda góða mann. Henda er fyri so vítt kjarnin í søguni, men sjálvandi liggur meira í hesum leiki, enn bert eitt spæl við hinari sterku girndini.
Bólkurin Usenkev hevur áður verið í Føroyum við einum øðrum leiki. ?Don Juan fra Tranhuset? er eisini framførdur í Danmark, og ummælini vóru eisini sera góð, og hetta fegnast leikararnir sum vera man eisini um.
-Hetta er ein so sermerktur leikur, at vit vistu ikki, hvussu hann fór at vera móttikin, sigur Gunnvá Zachariasen.
Gunnvá er sjálv ein av trimum sjónleikarum í Usenkev. Hinar báðar eru Marita Dalsgaard og Christine Albeck, sum báðar hava gingið sjónleikaraskúla í Odensen. Eisini er tónleikarin Nicholas Kingo (jú teir eru í familju) við. Hann skal byrja á triðja árið á Konservatoriuminum. Gunnvá er eisini útbúgvin sjónleikari, so tað eru nøkur væl útbúgvin fólk, sum spæla fyri føroyingum í løtuni.
Girndin
Tað slepst ikki undan at nevna, at hesin sera erotiski og sterki sjónleikurin er nakað, sum vit í Føroyum ikki síggja so nógv til. Leikurin ?Eitur nakað land weekend? var eisini av mongum mettur at vera sera sterkur og grovur, og tað vóru eisini fleiri, sum hildu uppá, at talan var um nýbrotið innan føroyska leiklist.
Sjálvi siga tey seg ikki hugsa so nógv um, at leikurin vísir eitt sindur av ?køti og blóði?, sum tey taka til.
--Tað er greitt, at hetta ikki er gerandiskostur í Føroyum, men hetta er nú einaferð soleiðis at leikurin er háttaður. Vit vistu ikki, hvussu fólk fóru at reagera, men vit hava fingið góðar reaktiónir higartil, siga tey.
Hóast tann kanska meira erotiski parturin er sterkur í leikinum, so er hetta kanska meira hamurin, tí tað liggur eisini nógv meira í tí.
Sjónleikurin er eisini ein samfelagslig lýsing, og sigur okkum eisini eitt sindur um, hvussu menniskju onkuntíð uppføra seg.
Føroyskt og danskt
William Heinesen skrivaði allar sínar søgur á donskum, men leikararnir í Usenkev halda tó, at tað ikki er vanligt danskt.
- Eg havi eisini verið noydd til at seta meg væl inn í tann málsliga partin, tí William Heinesen hevur sítt egið mál, sigur Christine Albeck.
Sjónleikurin verður spældur á donskum, og verður hetta gjørt fyri at varðveita tað upprunarliga. Tey siga, at tað er ymiskt, hvussu danskir og føroyskir áskoðarar uppliva leikin, tí okkurt í leikinum skilja kanska bara føroyingar, men so er málið kanska ein trupulleikin, siga tey.
Tá tey verða spurd, um tey nú vita, hvør Don Juan er, so siga tey seg vera longri frá svarinum enn nakrantíð. Tað er kanska ikki heilt óhugsandi, at onkur fer at finna ein føroyskan Don Juan, tá tey fara at hyggja eftir leikinum.
Leikurin verður spældur í Suðuroy fríggjakvøldið. Sunnudagin verður tað sandoyingar, sum fáa høvi at síggja leikin. Í komandi viku verður leikurin spældur í Sjónleikarhúsinum í Havn.