Hann bíðar so trúfastur eftir skúlabussinum

Hvønn morgun fer ungi lambadrongurin, Tráin Petursson við bussinum til skúlan í Søldarfirði. Hóast honum dámar best føroyskt og rokning, so er tað ikki tann vegin hann ætlar at fara sum vaksin. ? Eg kundi hugsað mær at verðið djórabiologur, sigur hann.

Hetta er ein vanligur mikumorgun. Vit koma út eftir Skálafjørðinum, og snara síðani av við Lambareiðið.
Frammanfyri okkum liggur bygdin Lamba, - henda gamla og søguliga bóndabygdin, sum longu er nevnd fyri 655 árum síðani, í 1350, men sum væl kann vera eldri. Í Lamba búgva í dag 145 fólk.
Her býr nógv gott fólk ? prestur, bóndi, stjórar og onnur vanlig fólk. Men her eru eisini ein hópur av børnum.
Vit koma fram á ein teirra, - enntá ein sum helst er einnevndur í Føroyum. Hann kallast Tráin Petursson og stendur í bussskýlinum og bíðar eftir skúlabussinum.
Í morgun var hann rættiliga tíðliga á veg, og má tí bíða eina løtu. Tað man ikki bila so nógv, tí veðrið er gott.

Einsamallur
Klokkan var farin nakað av hálvgum tíggju, tá vit komu fram á Tráin. Hann stóð tá og bíðaði eftir bussinum við eitt av steðgiplássunum niðarlaga í bygdini.
Tráin er partur av eini góðari skipan fyri flutning av skúlabørnum: Tey verða heintaði í bygdini, soleiðis at foreldrini sleppa undan tí nógvu koyringini aftur og fram millum heim og skúla.
Henda morgunin í Lamba var einki annað fólk at síggja í bygdini enn hesin einsamalli skúlanæmingurin, sum var ávegis í skúlan inni í Søldarfirði.
Tað eru somuleiðis onnur børn úr Lamba, sum ganga í øðrum skúlum í kommununi. Men tey eru helst longu farin í skúla.
-Tað er bara eg og ein annar drongur her úr Lamba sum ganga í 3. flokki. Hann býr har yviri í einum svørtum húsum.
-Men í dag bleiv hann koyrdur í skúla. Eg veit ikki hví!, sigur Tráin.

Føroyskt og rokning
Henda mikudagin hevur Tráin fleiri lærugreinir í skúlanum. Hann hevur føroyskt, og rokning, helt hann. Hann mintist ikki akkurát beint tá. Kanska var onkur onnur lærugrein eisini.
- Mær dámar best føroyskt og rokning í skúlanum, sigur hann.
Í skúlunum í Runavíkar kommunu ganga næmingarnir ein part av skúlatíðini, og fara síðani í annan skúla.
Tað sama ger seg galdandi hjá Tráini. Hann gongur nú í 3. flokki í Søldarfirði, men tá hann fer í 4. flokk fer hann út í skúlan á Glyvrum.

Djóravinur
Tað er kanska eisini nakað tíðliga at spyrja ein so ungan pilt um, hvat hann ætlar sær at verða, tá hann verður stórur.
Eg taki kjansin og spyrji, um hann hevur hugsað um nakra útbúgving og eitt starv í framtíðini.
-Eg veit ikki rættiliga. Djórabiologur, kanska! Mær dámar so væl djór.
-Vit hava ikki djór heima hjá okkum beint nú. Vit høvdu eina kanin, men hon doyði í fjør. Men eg kundi væl hugsað mær at fingið okkurt djór, sigur Tráin.


Nógvar vinmenn
Eitt er at ganga í skúla og síðani gera heimaarbeiðið. Men hvat ger Tráin aftaná skúlatíð?
-Tá spæli eg inni, og úti viðhvørt. Tá vit eru inni spæla vit við Lego ? og ja, so nógv. Onkutíð eisini við teldu. Og tá vit eru úti, spæla vit pikk og tílíkt. Onkutíð byggja vit hyttir eisini.
-Eg havi nógvar góðar vinmenn. Ein eitur Jákup, ein eitur Kemm og ein eitur Tummas. Teir eru fittir, sigur Tráin.