– Vit fegnast um, at landsstýrismaðurin er so greiður. Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Í farnu viku segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, at hann hevur ongar ætlanir um at gera tað lættari at fáa útlendingar til arbeiðis í Føroyum.
Hetta gjørdi hann greitt eftir at arbeiðsgevarar, ferð eftir ferð, hava strongt á fyri at fáa politikararnar at broyta reglurnar, so at arbeiðsgevarir, ótarnaðir, kunnu fáa fólk úr allari verðini til Føroya at arbeiða.
Helgi Abrahamsen heldur, at núverandi treytir eru rættiliga lagaligar, tí tað ber longu til at fáa arbeiðsmegi úr ES, har tað býr 500 milliónir fólki, til Føroya at arbeiða.
Hann leggur aftrat, at føroyingar skulu vera varnir at lata dyrnar ov nógv upp fyri útlendingum, tí hetta kann skapa trupulleikar, sum Føroyar als ikki hava í dag.
https://www.in.fo/news-detail/news/vil-ikki-lata-foeroyar-upp-fyri-utlendingum/?no_cache=1Les eisini: Vil ikki lata Føroyar upp fyri útlendingum
Havnar Arbeiðarafelag hevur fleiri ferðir ávarað ímóti at lata dyrnar upp á víðan vegg, eins og arbeiðsgevararnir vilja.
Felagið hevur víst á, at útlendingar kunnu fara at verða tiknir fram um familjubundnar føroyingar, at bústaðarkreppan versnar, og lønirnar verða dumpaðar.
– Vit fegnast um, at landsstýrismaðurin er so greiður í málinum. Hann hugsar um samfelagsligar avleiðingar í longdini og ikki bara stuttskygdan løtuvinning, sigur Hans Joensen.
Hann sigur, at ein mismunur, sum longu er á arbeiðsmarknaðinum, er, at útlendingar hava trygd fyri løn í 40 tímar um vikuna.
Hann sigur, at hesi framíhjárættindi hava føroyingar ikki, skuldi tað hent, at arbeiðið fer at minka av onkrari orsøk.
– Arbeiðsgevararnir eiga at rætta hendan skeivleikan heldur enn at lata allar dyr upp á víðan vegg.
– Eisini áttu teir at virkað fyri at fáa føroyska arbeiðsmegi heim, sum verður stuðlað at arbeiða uttanlands, sigur Hans Joensen.