Mannagongdin, tá ið fólk keypa bil, verður ikki broytt.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
Bjørn Kalsø hevur spurt hann um nakrar ætlanir eru um at broyta mannagongdina í samband við at fáa nummarplátur á nýggjar bilar, tí hann heldur, at sum skipanin er nú, er tað alt ov tvørligt at fáa fatur á nummarplátum, helst hjá fólki á bygd.
Tað er Akstovan, sum umsitur nummarplátur, og hon er í Havn.
Tá ið nýggjur bilur verður seldur, skal hann á Akstovuna, áðrenn nummarplátan verður latið nýggja eigaranum og tað ger tað tvørligt hjá bygdafólki at keypa sær nýggjan bil, tí tað tekur mangan langa tíð at fáa bilin skrásettan, sigur Bjørn Kalsø.
- Í øðrum londum umsita bilasølur sjálvar skipanina við nummarplátum, staðfestir Bjørn Kalsø og tí vil hann nú hava at vita frá Henriki Old, sum hetta eisini fer at verða soleiðis í Føroyum.
Men Henrik Old sigur, at ongar broytingar verða gjørdar, tí sum mannagongdin er nú, er skipanin bæði smidlig og liðilig.
Hann vísir á, at Akstovan hevur eina talgilda skipan, har bilasølur sjálvar skráseta upplýsingar um bilin og eigaran. Síðani eftirkannar Akstovan upplýsingarnar og roknar skrásetingargjaldið út.
- Samstundis verður kannað talgilt, um bilurin er ábyrgdartryggjaður og hevur goldið mvg. Bilasølurnar síggja, tá ið Akstovan hevur roknað skrásetingargjaldið, og hevur skrásett bilin við nummarpláturnar, og og so er klárt at fara eftir teimum, og at gjalda øll gjøld til landskassan.
Henrik Old sigur, at hetta er ein løtt og smidlig mannagongd, ig ein bilasøla, sum sendir skjølini inn fyri døgverða, fær nummarpláturnar út sama seinnapart, samstundis sum øll gjøld verða avgreidd.
Hann sigur, at allar bilasølur eru í Havn, og tí tænir tað ongum endamáli at hava eina goymslur av nummarplátum kring um í landinum, ístaðin fyri at gera tær so hvørt eftir tøvrvi.