Færri og størri skúlaeindir

Kristina Háfoss sigur seg rokna við, at skúlarnir fara at fækka í tali, nú fleiri kommunur hava gjørt og gera íløgur í stórar og væl útgjørdar skúlar Fólkaskúlarnir í Føroyum fara at fækka í tali. Tað heldur Kristina Háfoss, landsstýrikvinna við skúlamálum. Í samrøðu við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, skulabladid.fo, sigur hon:

- Vit síggja, at nakrar kommunur gera stórar íløgur í nýggjar skúlar, nýtímans tøkni og savna samstundis smærri skúlar í størri eindir. Á henda hátt fáa lærararnir størri fakligt umhvørvi og eitt áhugaverdari arbeiðspláss, og næmingarnir fáa eitt størri sosialt umhvørvi, har teir læra av hvør øðrum. Ikki minst útgerðin, nýggju skúlarnir ogna sær, ger, at teir kunnu undirvísa upp á ein annan máta. Nýggj granskingarúrslit vísa, at næmingar, sum fáa undirvísing við nýtímans kunningartøkni, teldum og samvirknum talvum, klára seg munandi betur enn næmingar, sum fáa undirvísing, sum vit altíð hava kent hana. Tað er hugvekjandi; spurningurin er so, um vit fáa næmingar á ymiskum stigi í Føroyum, alt eftir hvussu skúlin teir ganga á er fyri viðvíkjandi tøkniútgerð og lærarum, sigur Kristina Háfoss.

Verða smærru skúlarnir í Føroyum ikki lagdir saman í størri eindir í framtíðini, kann hugsast at foreldur av sínum eintingum fara at velja til síni børn nýggjar skúlar, sum eru væl fyri á tí tøkniliga økinum og har læruumhvørvið sum heild er gott, heldur landsstýriskvinnan í samrøðu við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.