Týsk hjún vóru fyrstu veljararnir í Oyndarfirði

Fyrsta tíman týsmorgunin var friðarligt í valhølunum í Oyndarfirði, tá ið oyndfirðingar høvdu høvið at atkvøða um samanlegging við aðra kommunu.
<DPTAB>    Tað vóru heldur ikki oyndfirðingar, sum vóru fyrstir á val hendan morgunin, men týskarar

Fólkaatkvøða

Sosialurin var í Oyndarfirði týsmorgunin klokkan 10, tá ið valhølini lótu upp. Málið var at fáa mynd av fyrsta veljaranum og annars at "lodda" stemningin í bygdini, nú Oyndarfjørður er á einum vegamóti.
Kommustýrið í bygdini hevur nevniliga samtykt at leggja málið um samanlegging ? ella ikki ? út til fólkaatkvøðu.
Á fólkaatkvøðuni týsdagin, har 136 fólk í Oyndarfjarðar kommunu høvdu atkvøðurætt, høvdu tey valið ímillum at leggja saman við aðrari kommunu ella ikki. Verður meiriluti fyri at leggja saman, verður ein onnur fólkaatkvøða um eina viku ? ella 25. november. Tá sleppa veljararnir at taka støðu til, um leggjast skal saman við Fuglafjarðar kommunu ella Runavíkar kommunu.

Týskarar fyrstir

Tað vóru ikki oyndfirðingar, sum vóru fyrstir á val týsmorgunin, men týskarar.
Vit bíðaðu í valhølunum í Oyndarfirði eftir fyrstu veljarunum ein hálvan tíma ella so.
So komu tey? tey fyrstu, hjúnini Ingrid og Ortwin Schrøder.
Hon var fyrst inn í búrið at seta sín kross; síðan fór hann og gjørdi sína skyldu, nú tey bæði búgva í Oyndarfirði.
Eftir at tey høvdu sett sínar krossar, fingu vit eitt lítið prát við tey úti í gongini.
- Vit eru bæði týskarar, sum eru komin higar til Føroya at búgva.
Ingrid er heimagangandi og gongur á kvøldskúla úti í Runavík, har hon vil læra seg føroyskt. Ortwin arbeiðir í laksi í Kollafirði.
Áðrenn tey komu higar til lands at búgva, búðu tey í Hamburg. Orsøkin til, at tey fluttu til Føroya at búgva, hevði nakað við heilsuna hjá konuni at gera. Ortwin hevði verið í Føroyum áður, og tí avgjørdu tey at seta seg niður her.
Teimum dámar væl í Føroyum.

Foreldrini doyðu

Ortwin sigur, at konan, Ingrid, hevði ein tungan og strævnan barndóm. Sum sjey ára gomul undir seinna kríggi misti hon bæði foreldrini og varð sjálv noydd at fara út at arbeiða. Á einum garði passaði og ambataði hon 10 neytum.
Vit nýttu eisini høvið at spyrja tey bæði, hvat tey valdu, nú tey hava somu rættindi sum aðrir oyndfirðingar og kunnu luttaka á eini fólkaatkvøðu sum hesari.
- Vit velja at leggja saman við aðrari kommunu. Tað er eingin ivi.
Ortwin sigur, at hann í fyrsta lagi hugsar um veganetið til og úr Oyndarfirði, sum hann heldur kundi verið betri, serliga tá ið kavi og hált er á vetrardegi.
- Vit eru ikki uppvaksin her, og tí hugsa vit kanska eitt sindur øðrvísi enn oyndfirðingar, sum altíð hava búð her á staðnum, siga tey bæði, Ingrid og Ortwin Schrøder.