Tað er ein stórhending, at koppingarevni fyri koronu nú er klárt at taka í brúk. Men fólk mugu kortini brynja seg við toli, tí framleiðslan av koppingarevni klárar ikki at fylgja við eftirspurninginum.
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari sigur, at hóast vit nú síggja ljósið í endanum á tunlinum, er tað greitt, at tað gongur ikki heilt so væl at fáa fatur á koppingarevni, sum vit høvdu vónað, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.
Hann sigur, at eftir avtalu við danskar myndugleikar, fáa vit koppingarevni til 487 fólk, akkurát um ársskiftið, ella ímillum 28. desembur og 2. januar. Og eftir tað fáa vit eina sending við koppingarevni til 487 fólk aðruhvørja viku.
Tað er ein ætlan løgd fyri, í hvørjari raðfylgju, føroyingar skulu koppsetast. Tað er greitt, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst, tað eru kommunulæknar, sjúkrahúslæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálpar, og onnur starvsfólk, sum hava samband við sjúk og veik fólk við veikari immunverju.
Tá ið tey eru koppsett, verða tað tey gomlu á eldrabýlum, og fólk við veikari immunverju, og fólk í vandabólki, sum verða koppsett. Og ikki fyrrenn tað er avgreitt, verður tað fjøldin av fólki, sum fær tilboðið.
Men Hjalti Gunnarstein vísir á, at heilt tíðliga í januar, kanska 7. ella 8. januar, eru útlit fyri, at myndugleikarnir í Evropa fara at góðkenna eitt slag av koppingarevni afturat og danir hava longu bílagt koppingarevni til 1,5 milliónir fólk av tí koppingarevnunum og tað fáa føroyingar eisini sín part av.
Og danir hava eisini bílagt koppingarevni til 1,6 milliónir fólk av einum slagi av koppingarevni, sum tey vóna verður klárt um mánaðarskiftið mars apríl, og har fáa vit so eisini okkara part.
Koppingarevnið verður býtt eftir fólkatalinum, so vit fáa nakað minni enn eitt prosent av tí koppingarevni, danskir myndugleikar keypa.
– Fólk hava kanska fingið tað fatan, at vit fara at fáa nokk av koppingarevni beinanvegin, men tað er ein misskiljing, tí tað hevur alla tíðina verið greit, at tað fer at koma í smáum, sigur landsapotekarin.
Hann sigur, at støðan broytist alla tíðina, men hann væntar ikki, at tað verður fyrr enn einaferð nakað væl út á næsta ár, áðrenn fjøldin av føroyingum er koppsett. Tað merkir, at vit skulu liva við avmarkingum av ymsum slagi tað nógva av næsta ári eisini.
– Tann mest bjartskygda metingin hjá landslæknanum er, at hann hevur vónir um, at vit sleppa at halda eina nøkunlunda vanliga ólavsøku næsta ár. Men tað er ikki vist, tí so skal tað ganga ómetaliga væl í hond, sigur Hjalti Gunnarstein.
Hann sigur, at skal tað eydnast at basa smittuni, skulu heilt tætt við 80 prosent av fólkinum lata seg koppseta. Tað er ikki fyrrenn vit eru komin har upp, at vit kunnu sleppa teymunum.
Øll skulu koppsetast tvær ferðir og tað skulu ganga tríggjar vikur ímillum hvørja sproytuna. Men eftir ta seinnu sproytuna, gongur aftur ein vika, áðrenn koppingarevni verjir fyri korona, so tað tekur ein heilan mánað frá tí at farið verður undir at koppseta eitt fólk, til tað er vart fyri koronu.
– Og tað skal ikki koma óvart á nakran at tað ikki verður fyrr enn út á næsta heyst, at vit eru komin so langt, tí tað er ovurhonds stórur eftirspurningur eftir koppingarevni um allan heimin, leggur hann afturat.