Bert málmunurin skilir Karlskrona frá einum endaspælsplássi

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir vunnu týðandi sigur í kvøld

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eru á gáttini til at røkka einum endaspælsplássi í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Nú trý leikumfør eru eftir í grundspælinum hava Ystad, Önnered og Karlskrona øll 24 stig hvør. Bert málmunurin sendir Karlskrona niður á níggjunda plássið. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.

 

Karlskrona vann í kvøld á heimavølli ein týðandi 31-28 sigur á toppliðnum, Hammarby. Í steðginum var Karlskrona eisini frammanfyri við trimum málum. Tá var støðan 15-12 til Karlskrona.

 

Tróndur skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til trý mál (assist).

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 spælir Karlskrona dyst á útivølli móti Helsingborg.