frítíðarmøguleikum, er einki til hindurs fyri, at fólk kunnu búgva ein til tveir tímar frá arbeiðsplássinum, sum ofta er í Havn ella har á leið. Nógv ung fólk búgva uttanlands eitt ávíst áramál, og hjá mongum [...] mongum av teimum týðir tað einki at ferðast ein tíma ella tveir. Tey skulu bara hava nakað at koma aftur til, um tey yvirhøvur skulu fáast heimaftur. Eisini má gerast nakað við inntøkuviðurskiftini hjá hesum [...] enn eitt nú pensionistarnir hava. Hóast tað, at tað eru tey ungu, sum taka tey tungu tøkini. ?Ein møguleiki at minka um bústaðartrupulleikarnar kundi verið, sigur Kenneth Rasmussen, at latið fólk, sum hava
Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um Rás Tórshavn, nú kollveltandi broytingar eftir øllum at døma eru á veg. Føroya Tele hevur nú í nakrar mánaðir samráðst við útlendskar veitarar um at bjóða føroyingum [...] avtalur við aðrar veitarar eru komnar undir land. Eftir hvat skilst verður talan um eina skipan, har fólk skulu keypa ein móttakara at seta til sjónvarpstólið eins og við parabolunum í dag, men neyðugt verður [...] Føroya Tele hevur eisini samráðst í nakrir mánaðir. Tað hevur gingið eitt sindur striltið við hesum, men nú tykist ganga betur. Andras Róin sigur við Sosialin, at teir væntandi hava eina loysn í endanum av mánaðinum
nakað, greiðir Heri Niclasen frá. Nógva aðrastaðni hevur tað verið so, at fólk eru setst aftur av ferð, tí tey tora ikki eitt nú at flúgva av ótta fyri eini yvirgangsatsókn. Bæði í einum flogfari, men eisini [...] vorðin ov røsk til at fáa fólk hendanveg. Føroyska ferðavinnan er líkasum fangað í eini ringrás, greiðir hann frá. Vit gera fínar faldarar og hefti, sum vit senda út í heim. Fólk síggja og lesa. Gera av [...] støðast leingi á sama stað seinnu árini. Tað er stutt síðan, at flutt varð av Eystaru Vág vestur um, og nú eru útlit fyri, at flutt verður eysturaftur. Hesaferð í gamla pakkhúsið hjá Landshandlinum. Heri Niclasen
serligum átaki fyri at fáa fólk at velja kvinnur. - Viðmerkingarnar, javnstøðunevndin hevur fingið, geva ein part av svarinum. Blokeringar, ivasemi og aggressiónir, tí kvinnurnar nú vilja nakað annað enn tað [...] frá tankum og ætlanum viðvíkjandi javnstøðu. Fimm fólk siga frá teirra meting um ymiskar spurningar viðvíkjandi javnstøðu, hesa vikuna, hví summi fólk ikki vilja atkvøða fyri einari kvinnu. Fesku greinirnar [...] avgerðir tiknar. Ikki bert tey gomlu, sjúku og veiku hava fyri neyðini at verða aktivir borgarar, um tey skulu vænta at fáa áhugamál teirra rímuliga raðfest. Eisini tey ungu mugu vísa á sín tørv. - Og hvussu við
við West Navion. Nú Agip ikki fer at bora er so spurningurin hvat Føroya Kolvetni fer at gera. Helst fer felaigð nú at útseta ætlaðu partafelagstekningina á børsinum í London, sum nú er útsett fleiri ferðir [...] oljufeløgini hava minni áhuga fyri Føroyaøkinum nú enn frammanundan. At alt varð øðrvísi enn flestu jarðfrøðingar søgdu tað skuldi vera ger, at feløgini nú hyggja við eitt sindur øðrvísi eygum eftir lan [...] teimum gingið á møti. Uppá fyrispurning um tað ikki er ein eitt sindur løgið útmelding til Føroya fólk nú tvær vikur undan valinum at siga frá, at eingin boring verður sigur Eyðun Elttør, sum sjálvur er
ov nógvir almennir stovnar og grunnar, sum kappast á ólika føti við privat feløg av sama slagi. Eitt nú nevnir hann Íleggingargrunnin (60 millióna grunnin) og Húsalánsgrunnin, sum báðir læna pengar út í [...] til eigaran, sum er landskassin. Viðhvørt umvegis ymsar grunnar. ?Tað eru bara Føroya Banki, og so nú eisini Føroya Tele, sum geva nakað avkast yvirhøvur, sigur hann. Og tað eigur at verða broytt, so treytir [...] frið at arbeiða. ?At tað almenna leggur upp í ítøkilig mál, eigur ikki at koma fyri, sigur hann. Tað skulu partarnir sjálvir avgreiða. Pensión Pensiónsmálið er tungt at syfta, heldur Ingi Olsen. Nóvir hava
aftur í embætið. Kravgongurnar hava verið ógvusligar, og eini 40 fólk mistu lívið. Onkrir føroyingar búgva í Venezuela. Har eru eitt nú nakrir trúboðarar, sum arbeiða innan felgasskapin New Tribes Mission [...] at flúgva inn til ættarbólkin, har Jóhannes Frants er. Tey hava tað gott. New Tribes hevur fleiri fólk í høvuðsstaðnum. Tey hava fingið boð um at halda seg innandura. Tá ófriðurin var í hæddini, helt løgreglan [...] at vit hava gott samband við politiska myndugleikan, tí tað er hann, sum ger korini av, sum vit skulu arbeiða undir. At teir bóðu meg mundi komast av, at eg kendi fleiri av teimum, sum vóru saman við
KVINNUVAL Fleiri kvinnur skulu á ting. Tað hevur Javnstøðunevndin sett sum mál, og tí er samskipari settur og nýggj endurskoðað heimasíða gjørd. Á heimasíðuni, sum Annika Wardum Joensen, er sett at samskipa [...] aðrari tíð til. Veruleikin er, at flestu samfelagsbólkar fáa ikki tað pláss og tær sømdir, sum teir skulu hava fyri at trívast. Hetta er løgið, tá ið hugsað verður um, at tað eru vit sjálvi, sum skapa og [...] galdandi, har maktin er, hevur tað við sær, at tað eru menninir einsamallir, ið gera av, hvar pengarnir skulu brúkast og ógóðarnir fara, bæði í tí privata og almenna. Tað nýtist ikki at vera soleiðis, at kvinnur
Dansur Tað fara fleiri hundrað fólk at luttaka á dansistevnuni Havleikur 2002, sum hildin verður í Føroyum í døgunum frá triðja til sjeynda juli í ár. Fólk koma úr øllum Norðanlondum, eins og hetlendingar [...] istin er úti 1. mai. Dansifeløgini hava fingið tilmeldingarskjøl við skrá yvir stevnuna, og kunnu fólk so boða frá luttøku. Hugsað verður bæði um limir í dansifeløgunum sum dansa føroyskan dans eins og [...] seg til. Dansistevnan Havleikur 2002 verður ikki bara í Havn, men verður spjadd víða um landið. Eitt nú er partur av skránni, at luttakararnir hósdagin 4. juli fara út til ymsu dansifeløgini í landinum at
Mentan og list skulu koma frá hjartanum og ikki frá statinum. Land og fólk kunnu so meta um og velja, um tey vilja stuðla tí, sum fer fram. Tað skal ikki verða øvugt, at listafólk skulu laga seg eftir [...] til at valt nakrar ætlanir út og stuðlað teimum betur. Tað kundi verið við til at hækka støðið í eitt nú føroyskum tónleiki, heldur Steintór Rasmussen. Stuðul er alneyðugur Nýggja mentanarálitið mælir til [...] dømis peningaligan stuðul til útgávur og ferðir, og tað hevur hjálpt mær hartil, ið eg eri staddur nú, sigur Teitur. ? Persónliga haldi eg ikki, at tað er so áhugavert at institutionalisera mentanina við