KVINNUVAL
Nýggja dagførda heimasíðan er liður í stríðnum hjá Javnstøðunevndini at fáa fleiri kvinnur valdar inn á ting, og at upplýsa og kunna um ójavnstøðuna í talinum av mannligum og kvinnuligum løgtingslimum. Greitt verður frá, hvønn týdning tað hevur fyri samfelagið, at kvinnur hava lítla politiska ávirkan og hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at so fáar kvinnur stilla upp og verða valdar inn á ting.
- Tað hevur týdning, at fleiri kvinnur verða valdar inn á ting. Eitt vælvirkandi samfelag krevur aktivar samfelagsborgarar, sum gera sína ávirkan galdandi, tá raðfestingar verða gjørdar og avgerðir tiknar. Ikki bert tey gomlu, sjúku og veiku hava fyri neyðini at verða aktivir borgarar, um tey skulu vænta at fáa áhugamál teirra rímuliga raðfest. Eisini tey ungu mugu vísa á sín tørv.
- Og hvussu við kvinnunum? Umframt at tær eru bæði ungar og gamlar, sterkar ella veikar, so telja tær helmingin av landsins borgarum. Er tað annað enn ein sjálvfylgja at tær, júst tí tær eru kvinnur oftast raðfesta øðrvísi enn menninir? Kann samfelagið ella tann politiski leikpallurin yvirhøvur vera hesar røddir fyriuttan, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini, sum vónar, at veljararnir í ár stuðla kvinnuligum valevnum, soleiðis at 2002 gerst árið, har kvinnurnar sita á 25 prosent av Løgtingssessunum og harvið fáa møguleika at gera seg galdandi á politiska leikpallinum og virka fyri einum meiri fjølbroyttum virksemi á tingi.
Í nýggjari grein á heimasíðuna svarar hon spurninginum, nógv hava sett, nevniliga hví tað er neyðugt við einum serligum átaki fyri at fáa fólk at velja kvinnur.
- Viðmerkingarnar, javnstøðunevndin hevur fingið, geva ein part av svarinum. Blokeringar, ivasemi og aggressiónir, tí kvinnurnar nú vilja nakað annað enn tað, sum hevur verið væntað av teimum, og sum vit eru von við. Tann politiski leikpallurin hevur ikki júst verið teirra. Og tað er ikki ein sjálvfylgja at lata seg umboða av eini kvinnu á Føroya Løgtingi. Kynsbrillurnar forða her fyri útsýninum, sigur Turið Debes Hentze millum annað.
Úr innihaldinum
Annika Wardum Joensen er sett at samskipa heimasíðuna. Á síðuni er ein rúgva av spennandi og aktuellum tilfari, ið alt nemur við kvinnupolitiskar spurningar og mál, ið viðkoma kvinnum. Hvørja viku verða kvinnuligir politikarar lýstir, og hesar greiðar frá tankum og ætlanum viðvíkjandi javnstøðu. Fimm fólk siga frá teirra meting um ymiskar spurningar viðvíkjandi javnstøðu, hesa vikuna, hví summi fólk ikki vilja atkvøða fyri einari kvinnu.
Fesku greinirnar á heimasíðuna hesa vikuna eru tríggjar. Helena Dam á Neystabø, tingkvinna, sigur frá um arbeiðsháttin í tinginum, Malan Johansen, búskaparfrøðingur, hugleiðir rundan um spurningin, um hon hevði broytt nakað, um hon kom á ting, og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, viðger spurningin, hvønn týdning tað hevur fyri samfelagið, at kvinnur hava lítla politiska ávirkan. Í farnu viku viðgjørdi Rói Patursson, heimsspekingur, spurningin, um kvinnur skulu vera uppi í politikki, Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna, setur spurnartekin við, hví kvinnur siga nei at verða uppstillaðar, og Dagny Joensen, tíðindakvinna, hugleiðir um spurningin, um kvinnuligu politikararnir hoyrast. Í komandi viku eru aftur nýggjar áhugaverdar greinir at lesa.
Hvørja viku skrivar forkvinna í Javnstøðunevndini um kvinnur og politikk, og heimasíðuvitjandi svara spurninginum, um fleiri kvinnur áttu at havt sæti á tingi,
Slóðir eru til danskar greinar og annað tilfar um javnstøðu.
Í morgin, tað vil siga í hósdagsblaðnum, fer Sosialurin undir eina greinarøð, vit rópa Kvinnuval. Fyrsta greinin er samrøða við Anniku Wardum Joensen, samskipara av heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini, sum eisini hevur royndir sum stjóri. Síðani koma seks greinir, ein í hvørjum blaði til valið, har kvinnulig valevni umboðandi allar seks flokkarnar, siga frá, eitt nú, um tær ætla at virka fyri størri javnstøðu í samfelagnum. Seinasta greinin, sum kemur sjálvan valdagin, er samrøða við Helenu Dam á Neystabø, tingkvinnu.