Ungur dani mjó­lkar­kongur í Føroyum

– Mjólkin kemur ikki úr ongum. Tað eru dugnaligir mjólkarbøndur í Føroyum. Her er skil í tingunum, og bøndurnir vita, hvat teir gera. Hetta er eisini neyðugt, tí tað er ikki smápeningur, sum er lagdur í garðarnar, sigur Rasmus Norup, sum byggir risastórt fjós í Leirvík

Í seinnu hálvu av juni í ár stóð ein stórur fjósbygningur reistur Úti á Vík í Leirvík. Bygningurin, sum er 68 metrar langur og 34 metrar breiður, verður bygdur væl niðan frá vegnum, sum gongur út til Høvdavirkið og brennistøðina hjá IRF.

 

Tað er danin og bóndin í Leirvík, Rasmus Norup, sum byggir nýggja fjósið, og beint omanfyri fjósið hevur hann fyri fáum árum eisini bygt eina stóra høll til maskinur og ymiskan útbúnað, sum hann brúkar í sínum bóndavirksemi.

 

Hetta er ein so mikið stórur bygningur, og her er nógv at fara um, áðrenn tey 56 mjólkneytini, sum bóndin hevur í gamla fjósinum niðanfyri vegin, kunnu flyta í nýggjar og nógv betri umstøður.

 

##med2##

 

- Málið hjá mær er, at neytini skulu flyta inn í nýggja fjósið einaferð til várs, men hetta veldst alt um, hvussu skjótt tað fer at ganga at fáa fjósið liðugt og útbúnaðin, sum fjósið skal hava.

 

36 ára gamli, Rasmus Norup, sum yvirtók garðin úti á Vík í 2013, kemur upprunaliga úr Viborg í Danmark og søgan aftanfyri, hvussu hann kom til Føroya, er serstøk.

 

##med3##

Hann hevði einki tilknýti til Føroyar, men hevði í sínari tíð verið her og ferðast saman við foreldrunum. Tá hann var 23 ára gamal, varð eitt starv lýst leyst á bóndagarðinum í Leirvík – meira sum húskallur á garðinum.

 

Lesið drúgva samrøu við Rasmus Norup í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga seg á við haldaranummarinum.

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##