Dansur og spæl eru gleðibrøgd


Úr øllum Norðanlondum eins og úr og Hetlandi stevna fólk fyrst í juli til dansistevnuna Havleik 2002, sum verður hildin í Føroyum

Dansur


Tað fara fleiri hundrað fólk at luttaka á dansistevnuni Havleikur 2002, sum hildin verður í Føroyum í døgunum frá triðja til sjeynda juli í ár. Fólk koma úr øllum Norðanlondum, eins og hetlendingar eisini verða við. Tað er Sláið Ring, landsfelagið hjá føroysku dansifeløgunum, sum er vertur fyri stevnuni.
Maria Samuelsen, sum er formaður í fyrireikingarnevndini, sigur, at higartil hava umleið 300 útlendingar boðað frá luttøku. Hvussu nógvir føroyingar verða við, veit hann av góðum grundum ikki enn. Tilmeldingarfreistin er úti 1. mai. Dansifeløgini hava fingið tilmeldingarskjøl við skrá yvir stevnuna, og kunnu fólk so boða frá luttøku. Hugsað verður bæði um limir í dansifeløgunum sum dansa føroyskan dans eins og tey, sum dansa útlendskar dansir.
Eysturskúlin í Havn verður líkasum høvuðsstøð á stevnuni, av tí, at tað verður har, teir flestu útlendsku gestirnir gista. Eisini verða allar máltíðir í samband við stevnuna á Eysturskúlanum. Talan er um tríggjar máltíðir dagliga, sum luttakararnir kunnu tekna seg til.
Dansistevnan Havleikur 2002 verður ikki bara í Havn, men verður spjadd víða um landið. Eitt nú er partur av skránni, at luttakararnir hósdagin 4. juli fara út til ymsu dansifeløgini í landinum at vitja.
Eisini verða útferðir gjørdar ymsastaðni, og eitt skeið í føroyskum dansi verður hildið úti í Fugloy. Farið verður úr Havn fríggjamorgun, og komið verður aftur til Havnar seinnapart leygardag.
Ymsir fyrilestrar verða á stevnuni, eins og skeið í føroyskum dansi verður í Havn umframt tað, sum hildið verður í Fugloy.
Fyrilestrarnir vera um um føroyskan dans, føroyskar bátar og føroysk klæði. Teir verða allir í Eysturskúlanum fríggjadagin.
Sjálv stevnan verður sett á Vaglinum i Havn mikukvøldið tann triðja juli klokkan 19.00. Roknað verður við, at sjálv setanin fer at vara einar tveir tímar.
Tá hátíðarhaldið er av, verður farið farið niðan í Sjónleikarhúsið og í fimleikarhallirnar í Kommunuskúlanum til sonevndan samansjóðingardans, har fólk kunnu læra hvønn annan at kenna. Skipað verður soleiðis fyri, at hvørt landið sýnir fram ymsar dansir. Skipað verður eisini fyri dansi á somu støðum hóskvøldið og fríggjakvøldið.
Viðrar ikki at seta stevnuna á Vaglinum, verður hon sett í ítróttarhøllini á Hálsi ístaðin.
Fríggjakvøldið verður føroyskt mentanarkvøld í Eysturskúlanum, sum Vár Jacobsen og Páll Danielsen fara at vera vertir fyri.
Leygardagin verða dansiframsýningar á ymsum støðum í Havn. Dansað verður í gongugøtuni, umframt at vitjað verður í handlum og stovnum kring býin.
Leygarkvøldið verður stór fráfaringarveitsla í Ítróttarhøllini á Hálsi. Aftan á borðhaldið verður dansað í trimum støðum. Í ítróttarhøllini, í HB-húsinum og í B36-húsinum. Móti morgni verður morgunmatur.
Fremmandu gestirnir fara flestir avstað aftur sunnudagin. Tó er møguleiki at verða verandi til mánadagin, siga fyrireikararnir.
Føroyingar, sum ætla sær at luttaka á Havleiki 2002, skulu boða frá luttøku áðrenn 1. mai. Tað gerst við at lata tilmeldingarseðil inn til ferðaskrivstovuna MB Tours í Havn og at gjalda tilmeldingargjald í Føroya Sparikassa í seinasta lagi tann 1. mai.
Tilmeldingargjaldið er 80,- krónur og gevur tað tá rætt til felags dansikvøldini. Mentanarkvøldið og fráfaringarveitsluna, skal gjaldast eyka fyri, eins og gjørt verður fyri útferðirnar.
Meira fæst at vita um dansistevnuna Havleik 2002 við at vitja heimasíðuna hjá Sláið Ring, sum er at síggja á www.slaid-ring.fo.