Ferðavinnuprát
Ferðaráðið hevur ikki støðast leingi á sama stað seinnu árini. Tað er stutt síðan, at flutt varð av Eystaru Vág vestur um, og nú eru útlit fyri, at flutt verður eysturaftur. Hesaferð í gamla pakkhúsið hjá Landshandlinum.
Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, sigur, at hendan komandi flytingin so verður tann fjóðra í bara eini tíggju ár. Tað er troyttandi fyri starvsfólkið, og ikki minst ørkymlandi fyri brúkaran, ikki at vita hvar skrivstovan er.
?Men nú er líkt til, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, fer at finna eina varandi loysn, greiðir Heri Niclasen frá.
Hann sigur, at Ferðaráðið vendi sær til landsstýrismannin við áheitan um at loysa hølisviðurskiftini, og tað gekk rættiliga skjótt, til loysnin við pakkhúsinum hjá Landshandlinum var á borðinum.
Í løtuni arbeiðir landsarkitekturin víðari við málinum, greiðir ferðavinnustjórin frá, og leggur afturat, at fólk í ferðavinnuni eru landsstýrismanninum takksom fyri hesa komandi loysnina.
Trygt ferðamál
Føroyar eru trygt ferðamál, tykjast útlendsk ferðafólk at halda.
Tær ógvusligur hendingarnar í USA tann 11. september í fjør hava ikki ávirkað ferðavinnuna í Føroyum nakað, greiðir Heri Niclasen frá.
Nógva aðrastaðni hevur tað verið so, at fólk eru setst aftur av ferð, tí tey tora ikki eitt nú at flúgva av ótta fyri eini yvirgangsatsókn. Bæði í einum flogfari, men eisini á staðnum, tey ferðast til.
Føroyar liggja hinvegin so mikið langt burtur frá øllum hesum ófriðinum, at hendanveg aftrar fólk seg ikki við at koma.
Heldur kann tað tykjast øvugt, sigur Heri Niclasen, sum veit at siga frá gistingarhúsum, sum hava verið noydd at vísa fólki frá sær, tí ov lítið pláss er.
Gistingarmøguleikarnir eru avmarkaðir hjá okkum, og tað harmast ferðavinnustjórin um.
Fótbóltur
Lutakastið, føroyingar fingu til komandi EM undankapping, hevur sett lív í ferðavinnukjakið í størri mun enn frammanundan.
Væntast kann, at rímiliga væl av fólki fer at koma hendanveg, bæði tá skotska og ikki minst týska fótbóltslandsliðið koma til Føroya at spæla.
Ferðaráðið hevur valt at fyrireika seg væl til hesar uppgávurnar, greiðir Heri Niclasen frá.
?Tað verður ikki bara fótbóltur og tað, sum til hann hoyrir, sum skal gera Føroyar kendar í hesum sambandi, sigur hann. Vit hava sett ein verkætlanarbólk, sum skal arbeiða við eini ætlan, sum lýsir allar partar av samfelagnum, fram til heystið 2003.
Tað kostar pening at gera slík átøk, og Ferðaráðið eigur ikki so nógvar pengar, at pláss er fyri eykatiltøkum. Fíggjarætlanin var longu løgd, áðrenn lutakastið hevði verið, so haðani verður ringt at finna nakað, sigur stjórin. Tí er ætlanin at søkja um eykajáttan til at gjøgnumføra verkætlanina fyri.
Gjørt fer at verða burtur úr at lýsa Føroyar í útlendskum fjølmiðlum. Eitt nú við sjónvarpsfilmi, sum ætlandi skal latast ymsum sjónvarpsstøðum at vísa, eins og ætlanin er í nógv størri mun enn fyrr at fáa útlendsk pressufólk hendanveg.
Samstarvað verður við vanligu samstarvspartarnar í føroysku ferðavinnuni, og skal verkætlanarbólkurin sita og samla træðrirnar, sum ferðavinnustjórin tekur til.
Skelting
Tað hevur av og á verið víst á, at uppmerkingin í Føroyum er ikki nóg góð. Hetta hevur Ferðaráðið tikið til sín og er farið undir eina ætlan til tess at loysa hendan trupulleikan.
Tórálvur Weihe gjørdi her fyri eina verkætlan, sum gekk út upp á at merkja eitt nú gøtur og steðgipláss. Hetta gav so mikið gott úrslit, at avgjørt er at halda fram í sama sniði, greiðir Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya, frá.
Arbeiðið, sum gerast skal í framtíðini, verður gjørt í tveimum stigum, soleiðis at øll ætlanin verður roknað at vera í trimum stigum. Tá er kanningin hjá Tórálvi Weihe roknað sum fyrsta stig.
Tað næsta, nú verður at gera í hesum sambandi, sigur Heri Niclasen, er at vitja kommunur, kunningarstovur og økisferðavinnufeløg at greiða teimum frá ætlanini.
Miðað verður ímóti, at kommunurnar so seta pening av yvir eitt áramál, so skeltingin kann gerast møgulig. Ferðavinnustjórin roknar við, at hetta kann gerast yvir eitt tíðarskeið upp á eini trý til fimm ár.
Triði partur er at fáa tað praktiska frá hondini. At seta skeltini upp, har tey skulu vera.
Tað verið seg alt frá wc-skeltum á bygningum til ferðsluskelti og navnaskelti ymsastaðni í haganum.
Ætlanin er, at hvør kommuna ella øki skal velja ein kontakpersón, sum skal hava beinleiðis samskiftið við Ferðaráðið undir hond.
Gisting
Gisting í Føroyum er ein trupulleiki, ásannar stjórin á Feðaráðnum.
Ikki soleiðis at skilja, at tey støðini, har gistast kann, ikki lúka tær reglur og tey krøv, sett verða. Als ikki. Tí støðið er høgt.
Men tað er bara stutt og greitt ov lítið til av gistingarhúsum í landinum.
?Lutvíst er hetta ein sjálvskaptur trupulleiki, sigur Heri Niclasen. Hann kemst fyri ein part av, at vit eru vorðin ov røsk til at fáa fólk hendanveg.
Føroyska ferðavinnan er líkasum fangað í eini ringrás, greiðir hann frá. Vit gera fínar faldarar og hefti, sum vit senda út í heim. Fólk síggja og lesa. Gera av at koma hendanveg, og so hava vit ikki møguleika at hýsa teimum. Tað er keðiligt, ásannar ferðavinnustjóin.
Men hann skilir eisini støðuna hinumegin frá. Altso frá teimum, sum hava gistingarhúsini, men líkasum ikki seta seg føran fyria t byggja út. Tí tað er dýrt, og enn er ferðafólka talið ikki so javnt, at til ber at hava sama kapasitet í februar sum í juli.
?Tað verður tó arbeitt miðvíst við at menna ferðavinnuna uttan fyri háarstíðina, sigur Heri Niclasen. Ta sonevndu »off season turismuna«.
Tað er fyri ein part eisini eydnast, sæst millum annað á teimum fremmandu bilunum, um koyra í Føroyum bæði á vetri og vári.
?Bæði danskir og týskir bilar hava regluliga verið at sæð í ikki heilt »óbetýðiligum« tali seinnu tíðina, staðfestir Heri Niclasen. Tað er tekin um, at hetta arbeiðið er farið at bera frukt. Slíkt var heilt ókent fyri bara heilt fáum árum síðan.
Sama er galdandi fyri ferðafólk, sum koma loftvegis. Kappingin, sum verið hevur við kampagnuprísunum, hevur drigið væl av fólki hendanveg, hóast sjálvandi eisini nógv eru farin av landinum at ferðast.
Men alsamt verður arbeitt við at fáa fleiri feðafólk til Føroya. Og til at menna hesa ferðsluna, er Ferðaráðið farið undir eitt átak við sonevndum økisfaldarum.
Landið er býtt sundur í seks øki, sum hvør fær sín lokala faldara við upplýsingum um mangt og hvat, sum hoyrir økinum til, og sum økið hevur at bjóða.
Samskipa er soleiðis, at hesir økisfaldararnir, hóast teir eru serstakir, allir líkjast soleiðis, at eingin er í iva um, at her er ein økisfaldari.
?Ætlanin er at halda fram við hesum á hvørjum ári. Tað verða ymsu økini, ið sum frá líður fara at bera kostnaðin av hesum faldarum. Men fyrstu útgávuna hevur Ferðaráð Føroya fíggjað, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya.