Toftamaður prátaði við Chavez

Uppi á Hamri á Toftum hevur Símun í Túni støðugt samband við Venezuela og fylgir harvið væl við í, hvussu m. a. føroysku trúboðararnir, sum eru í turbolenta suðuramerikanska landinum, hava tað



FØROYINGAR Í VENEZUELA


Tað er kreppustøða í Venezuela. Um vikuskiftið varð forsetin, Hugo Chavez, settur úr embætinum og settur aftur í embætið. Kravgongurnar hava verið ógvusligar, og eini 40 fólk mistu lívið.
Onkrir føroyingar búgva í Venezuela. Har eru eitt nú nakrir trúboðarar, sum arbeiða innan felgasskapin New Tribes Mission. Her verður hugsað um Jóhannes Frants Poulsen av Eiði, og hjúnini Erlu Lómstein og Ingvard Petersen. Hon er av Toftum og hann er úr Havnini. Tey eiga tvey børn ? Símeon og Súsannu.
Tann føroyingurin, sum ivaleyst hevur búð longst í Venezuela, man vera Símun í Túni á Toftum. Hann arbeiðir innan sama felagsskap sum tey omanfyri nevndu. Hann fór til Venezuela í 1975 og búði har ? burtursæð frá tá hann var heima og helt frí ? inntil í juni í fyrraárið. Tá kom hann saman við konuni Daniu og fýra børnum ? Tamaru, Erik, Stefany og Isabel ? heim, og síðani hava tey búð á Toftum. Men Símun hevur fyri hetta seinasta árið verið tvær ferðir í Venezuela. Um internetið arbeiðir hann framvegis í missiónini.
Símun er áhugaður í samfelagsviðurskiftunum í Venezuela, og hann hugsar sjálvandi um samstarvsfólk síni í kreppurakta landinum.
? Tað mesta av ófriðinum hevur verið í høvuðsstaðnum Caracas. Føroysku trúboðararnir eru langt sunnanfyri. Tað tekur tveir tímar at flúgva úr høvuðsstaðnum og til har Erla og Ingvard eru, og frá plássinum, har tey eru, tekur tað aftur fleiri tímar at flúgva inn til ættarbólkin, har Jóhannes Frants er. Tey hava tað gott. New Tribes hevur fleiri fólk í høvuðsstaðnum. Tey hava fingið boð um at halda seg innandura. Tá ófriðurin var í hæddini, helt løgreglan seg burtur. Tað hevði við sær, at uppøstu mannamúgvurnar tóku sær sjálv rætt. Tí varð tað hættisligt at vera uttandura. Eg havi lisið, at ikki færri enn fimm túsund handlar vórðu soraðir sundur, sigur Símun í Túni.

Hitti forsetan
Símun í Túni lesur hvønn morgun venesuelsku bløðini á internetinum. Hann roknar ikki við, at ófriðurin er av:
? Chavez er viknaður av tí, sum fór fram um vikuskiftið. At hann kom framat aftur komst av, at hernaðar yvirmenninir gjørdust ósamdir. Tað vóru so at siga ikki teir røttu, sum tóku valdið. Teir eru ógvuliga víðgongdir til høgru. Um ein meiri hóvligur partur av hernaðarleiðarum hevði staðið fyri kvettinum, so hevði tað neyvan verið avblást, heldur Símun í Túni.
Hann hevur eina ferð tosað við forsetan. Tí greiðir hann soleiðis frá:
? Chavez varð valdur til forseta í desember 1998. Á vári í 2000 vitjaði hann í La Esmeralda. Hetta er ein katólsk miðstøð. Plássið er 35 minuttir at flúgva frá Parima, har vit búgva. Leiðslan í felagsskapinum hjá okkum heitti á meg um at hitta hann. Tað er sera tðdningarmikið, at vit hava gott samband við politiska myndugleikan, tí tað er hann, sum ger korini av, sum vit skulu arbeiða undir. At teir bóðu meg mundi komast av, at eg kendi fleiri av teimum, sum vóru saman við forsetanum, tí teir høvdu vitjað okkum. Ein hernaðarstøð er, har vit arbeiða, og tá generalar koma inn hagar í arbeiðsørindum, støkka teir ofta inn á gólvið hjá okkum. Har vóru eisini fleiri biskupar, sum hava verið inni hjá okkum m. a. hann, sum er einasti kardinalurin í Venezuela.
Og tær eydnaðist at hitta forsetan?
? Fyrst gekk alt tað formliga fyri seg. Tá tað var liðugt, og ein drekkamuður varð serveraður, passaði eg mær løgir. Eg gav honum eitt Nýggja Testamenti, sum fólk úr okkara felagsskapi høvdu umsett til eitt stammumál. Vit tosaðu saman í einar fimm minuttir. Hann var fyrikomandi og áhugaður í missiónini, sum hann tóktist vita um. Tað sigst, at mamma hansara er trúgvandi. So var tað onkur annar, sum skuldi heilsa uppá hann.

Ótrygga framtíð
Hugo Chavez er ? um vit kunnu siga tað soleiðis ? ein kompliseraður persónur. Hann er vinmaður við Fidel Castro, Gadaffi og Saddam Hussain, og tí stendur hann einki serligt í eygunum á USA. Tá kvettið hevði verið um vikuskiftið vóru ábendingar beinanvegin um, at hetta smakkaði USA væl. Men viðurskiftini við forsetan eru ikki verri enn so, at USA fer at liva saman við forsetanum í landinum, sum teir keypa so nógva olju frá.
Hvussu heldur Símun í Túni, at framtíðin í landinum, sum hann hevur búð í eina fjórðingsøld í verður:
? Hon er ótrygg. Tað prutlar undir lokinum, og Hugo Chavez hevur tey flestu, sum hava nakað at siga, ímóti sær. Útlendingar tora ikki at gera íløgur, tí tey vita ikki, hvat forsetin fer at finna uppá. Arbeiðsgevararnir eru ímóti honum. Arbeiðarafeløgini eru ímóti honum, og pressan er ímóti honum. Og so hevur tað stóran tðdning, at katólska kirkjan er ímóti honum. Kirkjan hevur stórt vald, og tað kemur teimum ikki væl við, at forsetin hevur roynt at avmarka valdið hjá kirkjuni.
Hevur hann so ongar vinir í sínum egna landi?
? Hann hevur partar av hernaðarmegini aftanfyri seg. Tá hann tók við, gav hann lyfti um, at viðurskiftini hjá teimum veikastu skuldu betrast. Oljuprísirnir eru hækkaðir tey seinastu árini, og tað hevur havt við sær, at møguleiki hevur verið at betra um sosialu viðurskiftini hjá teimum veikastu, men hetta eru ikki tey fólkini, sum seta dagsskránna í gerandisdegnum, sigur Símun í Túni. Hann roknar við at fara ein túr aftur til Venezuela í arbeiðsørdinum eina ferð seinni í ár.