TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Føroyskir tónleikarar eru samdir um, at neyðugt er við almennum stuðli til tónleikalívið. Men verandi stuðulin er ov lítil, og hann munar so at siga einki, tá talan er um stórar ætlanir. Stuðulin fer í nógvar smáar bitar, tí tað verður ikki valt ímillum góðar og minni góðar ætlanir.
? Í hesum fullveldistíðum er tað flóvisligt at hugsa um, at einki størri mentanarligt tiltak í Føroyum letur seg gera uttan stuðul og vælvild frá Norðurlondum og Kongeriget Danmark, sigur Urd Johannesen, sum fæst við mentarligt arbeiði, og sum eisini situr í nevndini fyri Mentanargrunn Landsins.
? Almenni stuðulin til tónleik og mentan sum heild er ov lítil. Tað eru eldsálir á mentanarøkinum, sum fara í holt við alskyns tiltøk alíkavæl, og tí sleppa politikararnir ólukksáliga lætt, heldur Urd Johannesen.
Steintór Rasmussen, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri nýggju útgávuna hjá Brandi Enni, sum er tann dýrasta og kanska mest ambitiøsa í Føroyum nakrantíð, heldur, at tað verður valt ov lítið ímillum tær ymsu ætlaninar, tá stuðul skal latast.
? Eg veit væl, at tað er ómetaliga trupult at velja ímillum ymiskar ætlanir og ymiskar listagreinar, og tí endar tað eisini við, at tað verður latið eitt sindur til øll. Kanska áttu tey, sum býta stuðulspengarnar, at havt størri dirvi til at valt nakrar ætlanir út og stuðlað teimum betur. Tað kundi verið við til at hækka støðið í eitt nú føroyskum tónleiki, heldur Steintór Rasmussen.
Stuðul er alneyðugur
Nýggja mentanarálitið mælir til, at stuðulin til tónleik verður hækkaður, og at tað gerst greiðari, hvør parturin hjá tónleikinum í samlaða mentanarstuðlinum er. Eitt nýtt tónleikaráð skal stovnast, og hetta ráðið skal umsita stuðulin, sum er ætlaður tónleikinum.
At brúk er fyri stuðlinum eru tónleikarar ikki í iva um.
? Teoretiskt vildu øll listarfólk fingist við sína list, líkamikið um tey vórðu stuðlað ella ikki. Men veruleikin er, at tað er neyðugt hjá listafólki at fáa fíggjarligan stuðul og pláss at vaksa í. Sjálvt Mozart fekk stuðul og uppgávur frá hoffinum, sigur Teitur Lassen.
Hann er tann føroyski tónleikarin, sum er nærmast við at fáa ein stóran plátusáttmála. Hann hevur seinastu árini fingist burturav við tónleik, og meginpartin av tíðini hevur hann verið uttanlands. Men hann hevur ikki gloymt, hvussu yrkisleiðin hjá honum byrjaði.
? Eg havi fingið stuðul á ymsan hátt í mínum arbeiði, til dømis peningaligan stuðul til útgávur og ferðir, og tað hevur hjálpt mær hartil, ið eg eri staddur nú, sigur Teitur.
? Persónliga haldi eg ikki, at tað er so áhugavert at institutionalisera mentanina við at stovna og lata pengar til 150 feløg við hvør sínum endamáli. Mær dámar betur idealismuna, sum millum annað er at finna í feløgum sum Grót, Grímu og Tutl. Mentan og list skulu koma frá hjartanum og ikki frá statinum. Land og fólk kunnu so meta um og velja, um tey vilja stuðla tí, sum fer fram. Tað skal ikki verða øvugt, at listafólk skulu laga seg eftir lógum og stovnum.
? Sum støðan er nú, meti eg, at tað er mest vinnulívið í Føroyum, sum stuðlar tónleikinum í sambandi við útgávur og tiltøk. Tað er tó týdningarmikið hjá tónleikarum at hava venjingarhøli, fáa frálæru og ikki minst íblástur. Hesum eigur landið at stuðla treytaleyst, heldur Teitur Lassen.
Spælistøðini mangla
Jón Tyril er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri tónleikafelagið Grót, sum hevur verið sera virkið seinastu árini. Tað er millum annað gjøgnum virksemið hjá hesum felagi, at bólkar sum Clickhaze og Flux hava tikið skap og ment seg.
Hann ivast ikki í, hvat kann menna føroyskan tónleik.
? Eg vóni, at tað fara at taka seg upp fleiri tónleikafeløg, ið fara at arbeiða fyri at menna spæli- og venjingarumstøðurnar hjá bólkum. Kommunurnar áttu at verið ein meira positivur viðleikari og sæð møguleikarnar í tónleikinum. Eg rokni tó við, at hetta fer at broytast í framtíðini, so kommunur, landið og vinnulív fara at síggja møguleikarnar í tónleikalívinum. Spælistøð og og venjingarhøli eru lykilin til eina størri og framhaldandi menning av føroyskum tónleiki.
Jón Tyril heldur, at rákið í føroyskum tónleiki seinastu árini hevur verið, at føroyskir bólkar fegnir vilja spæla sín egna tónleik.
? Teir ungu bólkarnir vilja heldur spæla sín egna tónleik heldur enn kopitónleik, men teir mangla fleiri spælistøð, har teir kunnu spæla sín egna tónleik. Tá talan er um hallardansirnar, snýr tað seg um at gera øllum til vildar, og tað endar tað oftast við, at bólkarnir mugu spæla kopitónleik.
? Størstu trupulleikarnir í føroyskum tónleiki í dag eru manglandi spælistøð og umstøður at venja í. Bólkar, sum vilja spæla egin løg, men sum kanska ikki eru vorðnir kendir enn og kanska ongantíð gerast til ein dansivinarligar »sing-along-bólk«, mangla spælistøð.
Almennur stuðul kundi verið við til at skapt fleiri spælistøð kring landið, og í grannalondum okkara verður slíkur stuðul latin, so at tónleikarar hava fjølbroyttar møguleikar at framføra sín tónleik.
? Tað er í løtuni møguligt at søkja um stuðul frá Mentanargrunninum og frá Vinnuframagrunninum, og tað er gleðiligt, at tónleikur verður mettur sum meira enn bara eitt frítíðarítriv. Tónleikur er ein sera umráðandi listargrein, men hann er samstundis ein sera stórur ídnaður kring allan heimin. Føroyski búskapurin kundi eisini fingið gleði av hesum, heldur Jón Tyril.
Skilja ímillum ymiskar ætlanir
Steintór Rasmussen, sum rekur Studio Pegasus í Klaksvík, brúkar í løtuni meginpartin av orku sínari til at fáa unga tvørámannin Brand Enni fram. Brandur er miðdepil í einum kostnaðarmiklum føroyskum fløguprojekti, har málið er at náa út um landsoddarnar við tónleikinum.
? Almenni stuðulin kemur væl við hjá føroyskum tónleiki, tí marknaðurin er so lítil. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið at læra seg at lata ymiskan stuðul til ymiskar ætlanir og hugsa eitt sindur størri við hvørt, so at føroyskur tónleikur kann menna seg og gerast ein søluvøra uttanlands, heldur Steintór Rasmussen.
? Tað er ilt hjá mær at gera meg til dómara yvir, hvør list kann blíva stór, og tað skal eisini vera pláss fyri eksperimenterandi list, men spurningurin er, um vit duga nóg væl at velja ímillum tær ymsu ætlaninar og tora at satsa meira upp á okkurt við hvørt. Í løtuni lata vit eitt sindur her og eitt sindur har.
Steintór Rasmussen vónar, at føroyskur tónleikur kann gerast ein vinna, og skal tað henda, so er lítið at ivast í, hvat skal henda.
? Lykilin er útflutningur. Vit hava tosað so nógv um tað, men nú eigur nakað at henda. Vit mugu fáa føroyskan tónleik seldan uttanlands, tí tá kunnu vit tosa um at byggja eina vinnu upp, at menna lokala tónleikalívið og at hava dugnalig fakfólk í landinum.
Vinnulívið kann gera veruligan mun
Steintór Rasmussen vónar, at vinnulívið fer at síggja møguleikarnar, sum liggja í tónleikinum.
? Skulu pengar koma í tónleikin, so at tað veruliga munar, so nyttar tað einki, at tað almenna letur eina millión ella tvær meira í stuðli um árið, tí tað verður bara klandur um, hvør skal hava pengarnar. Hinvegin kann vinnulívið gera stóran mun, um tað trýr upp á, at tað ber til at forrenta pengar gjøgnum tónleik.
? Vinnulívið brúkar í løtuni nógvar pengar til áhugafeløg, ítróttarfeløg og annað, og tað er frálíkt, men tá tað snýr seg um tón-leik, tá endar prátið ofta við, hvørt ein fyritøka skal keypa 10 ella 20 fløgur av einari útgávu fyri at stuðla. Vinnulívið átti at sæð størri møguleikar í tónleikavinnuni, tí hon kann geva nógvar pengar.
Steintór Rasmussen heldur, at tónleikarar tó fyrst skulu taka í egnan barm.
? Tað er umráðandi, at tónleikarar sjálvir trúgva uppá tað, sum teir fara holt við, tí annars ber ikki til at fáa nakran annan at trúgva uppá tað. Spurningurin er eisini, um føroyskur tónleikur fyrst skal prógva, at tað ber til at selja fløgur uttanlands, áðrenn vinnulívið fær hug at brúka vágafúsan kapital til føroyskan tón-leik.
Tá talan er um almennan stuðul heldur Steintór, at kommunurnar skuldu trúð eitt sindur meira uppá síni egnu listarfolk.
Óttast at lata stuðul til ávís tiltøk
Urd Johannesen, sum er nevndarlimur í Mentanargrunni Landsins og sum hevur staðið fyri ymsum tónleikatiltøkum, tekur undir við, at stórir møguleikar eru í tónleiki.
? Tað er hørð kapping um tær avmarkaðu upphæddirnar, sum verða latnar í stuðli til mentan, og í løtuni er stuðulin eitt sindur til hvønn. Eg haldi, at tað almenna kundi brúkt meira pengar til tónleik, tí hendan listagrein fer ikki nógv, tá samanborið verður við aðrar greinar, heldur hon.
? Hugsa vit um at fáa eitt nú føroyskan tónleik seldan uttanlands, so krevjast heilt aðrar upphæddir til tað, enn tað sum almennu Føroyar kunnu lata í stuðli. Í løtuni er tað eisini ein ótti fyri at stuðla nøkrum, sum tykist verða kommercielt, hóast tað júst eru slíkar ætlanir, sum kunnu verða við til at skapa eina føroyska tónleikavinnu.
? Kanska er trupulleikin hjá føroyskum tónleiki, at hann ikki hevur nakað veruligt forum ella felag. Tað eru einkultpersónar, sum brenna fyri sakini og hava sínar egnu ætlanir. Hevði eitt størri samstarv verið í tónleikalívinum, so hevði tað kanska eisini merkt meira stuðul.
Urd Johannesen heldur, at fólk geva sær ikki far um, hvussu nógv tónleikur og mentan annars hava at siga fyri samfelagið.
? Mentan kostar ? eisini tónleikur ? men tað er valla nakar, sum gevur sær far um, hvussu nógv hon gevur aftur til samfelagið. Eg hugsi ikki bara um tey bleytu virðini og upplivilsi, men sanniliga eisini reint fíggjarliga.
? Tak til dømis eina fíggjarætlan fyri eitt mentanarligt tiltak. Er tað kanska umsøkjarin, sum fer av stað við øllum pengunum, sum verða latnir í stuðli. Nei, umsøkjarin er bara ein millummaður millum tann myndugleika, ið stuðlar, og ta tænastu, sum ein skal keypa fyri at kunna gjøgnumføra eitt tiltak. Hetta er bara ein sirkulatión av pengum.
? Hugsa vit um tey tiltøk, sum byggja á norðurlendskt samstarv, so er her talan um norðurlendskar pengar, sum verða brúktir at keypa føroyskar tænastur fyri. Tú freistast næstan til at hugsa, at tað loysir seg betur hjá landskassanum ikki at stuðla mentan so nógv, tí so er neyðugt við norðurlendskum stuðli og harvið koma pengar til landið.