Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um Rás Tórshavn, nú kollveltandi broytingar eftir øllum at døma eru á veg. Føroya Tele hevur nú í nakrar mánaðir samráðst við útlendskar veitarar um at bjóða føroyingum eitt nýtt tilboð við fylgissveinarásum. Talan verður eftir øllum at døma um annað enn bert høvuðsstaðin, soleiðis at núverandi Rás Tórshavn fer at røkka longur.
Tórshavnar Býrað hevur sagt, at teir ikki eru sinnaðir at gjalda tær góðar 800.000 krónurnar, ið tað kostar at varðveita TV3 á skíggjanum hjá havnaborgarum. Býráðið hevur samtundis ásannað hvørja leið tað ber við Rás Tórshavn, og ætlanin er at Føroya Tele tekur yvir.
Føroya Tele hevur eisini samráðst í nakrir mánaðir. Tað hevur gingið eitt sindur striltið við hesum, men nú tykist ganga betur.
Andras Róin sigur við Sosialin, at teir væntandi hava eina loysn í endanum av mánaðinum, tá Føroya Tele hevur havt aðalfund. Tað verður enn samráðst við Viasat, men avtalur við aðrar veitarar eru komnar undir land.
Eftir hvat skilst verður talan um eina skipan, har fólk skulu keypa ein móttakara at seta til sjónvarpstólið eins og við parabolunum í dag, men neyðugt verður ikki við skálini uttanfyri.