Suðuroyartunnilin til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag

Løgtingið hevur úr at gera hesa vikuna, tá ætlanin eisini er at avgreiða Løgtingsfíggjarlógina fyri 2026

Á tingfundinum í dag eru fimm 2. viðgerðir av tingmálum, sum síðani skulu til 3. viðgerð, sum í fyrsta lagi kann vera mikudagin, tá eru »møguligar 3. viðgerðir« á skránni.

 

Tað stóra málið hesa vikuna er »Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum«, sum eftir 1. viðgerð skal í nevnd.

 

Løgtingsfíggjarlógin verður til 2. viðgerð á tingfundi í morgin. Ætlanin er so, at hon skal endaliga samtykkjast til 3. viðgerð á løgtingsfundi hósdagin, sum sambært skránni er seinasta tingfundur í ár.

 

Dagsskráin til tingfundin í morgun klokkna 10 er hendan:

 

12. viðgerð LM-018/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
22. viðgerð LM-055/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýtt vørunummar í toll- og vøruskránni til Prima snús)
32. viðgerð LM-056/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv)
42. viðgerð LM-060/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at endurrinda meirvirðisgjald í sambandi við bygging og umbygging av ávísum leigubústøðum)
52. viðgerð LM-058/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegi 3
61. viðgerð LM-066/2025 - Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
71. viðgerð LM-067/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. (67 ára pensjónsaldurin hjá landsstýrisfólki eftir gomlu skipanini fylgir fólkapensjónsaldri)
81. viðgerð LM-068/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)
9Framløga
 

Viðmerkingar
LM-066/2025 verður beint í Fíggjarnevndina LM-067 og 068/2025 verða beind í Trivnaðarnevndina