Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun varð ársins orð kosið, og valið fall á »Suðuroyartunnil«.
Tað var ein dómsnevnd, sum valdi orðið, sum tey halda best umboðar almennu samfelagsstøðuna.
Í dómsnevndini eru umboð fyri Málráðið, Føroyamál og Føroysk miðlafólk.
Kringvarpið skrivar, at um hálvan november fingu lurtarar hjá morgunsendingini møguleika at senda inn uppskot til ársins orð. Eins og á hvørjum ári var áhugin sera stórur, og nógv uppskot komu inn.
Út úr stóru rúgvuni av uppskotum bleiv ein listi við 10 orðum gjørdur, og dómsnevndin skuldi velja eitt av hesum orðunum sum ársins orð.
At enda stóð kappingin um ársins orð 2025 millum vøruskott, nossa-nuggets og suðuroyartunnil, og nevndin bleiv samd um suðuroyartunnil.
Morgunsendingin, Góðan morgun Føroyar, hevur síðani 2016 skipað fyri at kjósa ársins orð.
Tey 10 orðini, sum vóru í uppskoti at blíva ársins orð 2025, vóru hesi:
- 6-7 (six-seven)
- Fiksirúm
- Hekkuportur
- Linjuføring
- Nossa-nuggets
- Preppa
- Reglulýdni
- Skíggjasunn
- Suðuroyartunnil
- Vøruskott











