Eg lovi at gera mítt til at bøta farleiðina

– Fyri mær at síggja er tað ring at skilja, at vit ikki longu hava bøtt um smávegis trupulleikar á suðuroyarleiðini

Tað segði Ruth Vang við mótmælis fólk úr Suðuroy, sum vitjaðu í Tinganesi í morgun.

Ein stór mannamúgva kom við Smyrli til Havnar í morgun, og um hálvgum níggjutíðina sluppu tey á gott í Skansapakkhúsinum í Tinganesi í morgu, har Aksel V. Johannesen, løgmðaur, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum, tóku ímóti teimum.

Fyrst var tað Maud Næs, sum hevði orðið fyri suðuroyingar og vísti á trupulleikarnar við avloysaraskipum. Hon vísti á, at suðuroyingar fleiri ferðir áður hava verið við mótmælisundirskriftum í Tinganesi, men at einki er broytt.

Ruth Vang fegnaðist um at síggja so nógv fólk – og so nógv ungfólk, og helt fyri, at tað vísti fólkaræðið í verki.

– Hettar prógvar, at farleiðin hevur so stóran týdning fyri tykkum og minnir okkum norðanfyri á, at lívstreytirnar eru øðrvísi har suðuri, enn her hjá okkum, har vit kunnu taka alt fyri givið, meðan tit altíð mugu hugsa um verðurvánir og ferðaætlan, segði Ruth Vang.

Hon vísti eisini á, at tað er ikki bara grenj hjá suðuroyingum, tí tað eru stórar avbjóðingar við samferðsluni.

– Vit eru tað landið, sum brúka eina mest av pengum lutfalsliga til samferðslu. Seinast eg hugdi, var tað bara Kina, sum lutfalsliga brúka fleiri pengar til samferðslu, enn vit gera í Føroyum, segði landsstýriskvinnan.

– Og tað at vit hava fleiri fimmstjørnaðar samferðsluloysnir her norðanfyri vísir best, hvussu trupult tað er at búgva í Suðuroy, segði hon.

Og afturvendandi avbjóðingin er avloysaraskipið, segði hon.

 

##med2##

– Smyril er eitt gott skip, ið tit eru góð við, sum tit siga – tá hann siglir væl at merkja.

– Trupulleikar hava verið við avloysaraskipi. Vit hava leigað skip og enntá keypt skip, men tað er ikki lætt. Tað er ikki vantandi vilji, men vit mugu hugsa aðrar tankar fyri at finna eina loysn.

– Eg eri nýggj í sessinum, og eg havi avmarkað innjlit í máli.

– Fyri at mær at síggja er tað eisini nokso ring at skilj, at man ikki longu hevur bøtt um smávegis trupulleikar, sum tað kundi verið lætt at bøtt um, segði landsstýriskvinnan.

– Men ivaleyst eru orsøkir til tað, legði hon afturat.

– Eg fái ikki lovað gull og grønar skógir. 

– Men eg lovi at eg fari at gera tað sum eg kann fyri at bøta um farleiðina. Nú verður ikki tørvur á avloysaraskipið vegna dokk fyrr en í 2028, men tað forðar okkum ikki longu nú at hugsa nýggjar tankar, segði Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum.

– Men vit fara at finna eina loysn, lovaði hon.

 

##med3##