Samfelagið er ikki lagað til okkum, sum liva í tí

- Avleiðingarnar av, at kvinnur ikki mynda okkara samfelag, er, at flestu samfelagsbólkar mistrívast, ikki minst kvinnurnar, sum í so stóran mun framvegis hava ábyrgd av børnum og heimi. Tær kvinnur og teir menn, sum tilvitað góðtaka, at menn einsamallir skulu stýra samfelagið, eru ikki greið yvir avleiðingarnar. At lata menn stýra øllum, er at vísa teimum størri álit, enn teir megna at bera, sigur Annika Wardum Joensen, samskipari hjá Javnstøðunevndini

KVINNUVAL

Fleiri kvinnur skulu á ting. Tað hevur Javnstøðunevndin sett sum mál, og tí er samskipari settur og nýggj endurskoðað heimasíða gjørd. Á heimasíðuni, sum Annika Wardum Joensen, er sett at samskipa, er hópin av nýggjum tilfari, spennandi og aktuellum greinum og teigum, sum alt nemur við kvinnupolitiskar spurningar.
- Hesa stuttu tíðina, eg havi arbeitt fyri Javnstøðunevndina, havi eg fingið eina heilt aðra mynd av teimum fólkum, sum bjóða seg fram til valið. Øll hava verið sera fyrikomandi, øll hava nógv at bjóða í politikki og eg síggi bara menniskjuni, als ikki, hvønn flokk tey hoyra til, sigur Annika Wardum Joensen.
Samfelagið er ikki lagað til okkum, sum liva í tí, heldur Annika.
- Tað sýnist sum at mátin, vit hava skipað okkum uppá, hoyrir eini aðrari tíð til. Veruleikin er, at flestu samfelagsbólkar fáa ikki tað pláss og tær sømdir, sum teir skulu hava fyri at trívast. Hetta er løgið, tá ið hugsað verður um, at tað eru vit sjálvi, sum skapa og reka samfelagið.
At kvinnur lítla og onga ávirkan hava á føroyska samfelagið, sæst á nógvum økjum. Fáar kvinnur eru í politikki, fáar í leiðandi- og stjórastørvum, og ongar í ovastu leiðsluni í peningastovnunum og somuleiðis fáar í privatum fyritøkum.
- Okkara áhugamál verða ikki røkt, tá ið vit ikki eru við til at taka avgerðirnar, og tí verða tær umstøður, sum vit eru ónøgdar við, ikki broyttar. So annaðhvørt mugu vit kvinnur fara uppí part, ella mugu vit vísa teimum sum ráða, hvat er vert at leggja seg eftir, tá samfelagið og landið skal mennast.
- Tá ið kvinnur ikki gera seg galdandi, har maktin er, hevur tað við sær, at tað eru menninir einsamallir, ið gera av, hvar pengarnir skulu brúkast og ógóðarnir fara, bæði í tí privata og almenna. Tað nýtist ikki at vera soleiðis, at kvinnur bara taka sær av umsorgan og menn av fíggjarviðurskiftum. Koma fleiri kvinnur á ting, verður umsorganarparturin í samfelagnum raðfestur og tikin í álvara, og soleiðis fáa kvinnur frígivið orku til at taka sær av øðrum málum.

Mistrivnaður
Avleiðingarnar av, at kvinnur ikki mynda okkara samfelag, er, at nógv okkara mistrívast, ikki minst kvinnurnar, sum í so stóran mun framvegis hava ábyrgd av børnum og heimi.
- Tey - skuldi kanska sagt teir -, ið sita við valdið og gera av, hvussu okkara samfelag skal vera, umboða ikki alt fólkið. Hetta kemur týðiliga til sjóndar á nógvum økjum í samfelagnum, sum verða lágt raðfest. Vit taka okkum ikki at teim sjúku, gomlu, børnum og øðrum, sum vit áttu. Tey fáa als ikki tær sømdir og ta virðing, tey sum menniskju og borgarar hava uppiborið og hava krav uppá. Tær kvinnur og menn, sum tilvitað góðtaka, at úti í samfelagnum ráða menninir, meðan tær stýra heima, eru sostatt ikki greiðar yvir avleiðingarnar. At lata menn avgera alt, er at vísa teimum størri álit, enn teir megna at bera. Eg skilji ikki kvinnur, sum treytaleyst góðtaka onga ávirkan at hava, uttan so, at tað er tí, at tær ikki ynskja broytingar, men halda, at samfelagið er júst so sum tað eigur at vera, sigur Annika Wardum Joensen.

Hoyrast, men. . .
Eru kvinnurnar fáar í tali á tingi, eru tær hinvegin raskar at gera vart við seg, og tær eru sum heild sjónligari enn nógvir menn.
- Tað er ikki nóg gott, at tær virknu kvinnurnar, sum eru í politikki, hoyrast væl. Tær eru ov fáar og eru í hvør sínum flokki. Tí kunnu tær ikki ávirka so nógv. Meirlutin ræður og kvinnurnar eru tí noyddar at laga seg meiri til menninar enn øvugt.
Ikki allar kvinnur á tingi taka støðu kvinnupolitiskt, ei heldur arbeiða allar tilvitað fyri kvinnupolitisk sjónarmið. Spurningurin er so, um tað er ein forðing fyri størri javnstøðu, at tær ikki tilvitað gera vart við ójavnar í samfelagnum.
- Nógvar kenslur eru knýttar at kjakinum um javnstøðu. Sigur tú tína meining alment, er vandi fyri, at tú verður ópopuler. Úttalar tú teg fyri javnstøðu, ert tú reyðsokkur, tosar tú hinvegin ímóti javnstøðu, ert tú gamaldags. Men nógv tey flestu sum úttala seg soleiðis, hava misskilt javnstøðulógina, tey vita ikki, hvat lógin snýr seg um. Lógin gongur bara út uppá, at øll fólk verða mett sum javnbjóðis menniskju, ikki sum kyn. Kjakið um javnstøðu vísir, hvussu ringt tað er at bróta og broyta vanar.
Javnstøða eigur at vera alment mál, heldur Annika.
- Tað er ov stór ábyrgd at leggja á kvinnuna, sum ynskir broytingar, at hon sjálv skal skapa javnstøðuna. Hóast tað almenna ikki kann ella skal blanda seg í innanhýsis viðurskiftini í heimunum, hevur tað almenna skyldu til at virka fyri javnstøðu og í gerðum sínum vísa, at tað er ynskiligt og rætt at krevja javnstøðu. Um kvinnur ikki so frægt kunnu vísa til eina lóg um javnstøðu, hava vit onki, og tá er ómøguligt at broyta einan siðvenju, sum so nógvir føroyingar krampaktiga halda fast í.
- Hví tey, sum ikki ynskja broytingar, øsa seg upp um lógina, skilji eg als ikki. Ongin noyðir tey at broyta sítt lív. Enn minni skilji eg, at hesi somu fólk vilja forða teimum kvinnum, sum ynskja at hava somu rættindini uttan mun til teirra kyn, í at fáa javnstøðu.

Hugsa seg ov væl um
Kvinnan, ikki minst føroyska kvinnan, er afturhaldandi og tekur ikki glaðbeint av avbjóðingum, sum vísa seg. Ein orsøk er lutvíst sjálvsmyndin, kvinnan hevur av sær sjálvari, og tí nógv trúarsamfeløg ikki leggja upp, at kvinnan myndar samfelagið.
- Tað snýr seg fyri ein stóran part eisini um fyrimyndir. Sjálv havi eg eina mammu, sum hevur verið sjónlig í samfelagnum, og sum hevur torað væl. Flestar kvinnur hugsa seg væl um, áðrenn tær stíga fram. Tær hugsa fyrst og fremst um familjuna, um tað er rætt at taka arbeiðið fram um familjuna. Um kvinnan velur at lata vera við at raðfesta arbeiðið, tí hon noyðist, veit eg ikki, men eg eri sannførd um, at vit fyri ein stóran part eru bangnar fyri broytingum og eisini frælsinum, sum ein stór ábyrgd hevur við sær.
- Ringa samvitskan hjá nógvum mammum, sum arbeiða nógv úti, kemst heilt vist av, at tær hava ábyrgd av flest øllum uppgávunum heima eisini. Um bæði foreldrini eru um uppgávurnar heima á jøvnum føti, rokni eg við, at samvitskan hevði lætnað. Men vil mamman lata uppgávur frá sær, skal onkur taka ímóti.
At tað er ringt at sameina børn, heimalív og arbeiði, ásannar Annika Wardum Joensen, sum eigur tvey smábørn.
- Eg kann ikki gera annað enn geva teimum rætt, sum siga, at tað er ringt at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Eg havi stovnað mítt egna virki, tí eg ynski at nýta mín førleika uttan at vera noydd at arbeiða fast frá 8-16 ella longur. Nú er mítt arbeiði skipað soleiðis, at tað passar við familjulívið og ambitiónum mínum, nevniliga at vera leiðari og átaka mær ógvuliga krevjandi uppgávur. Vit hava gentu í húsi, so okkum ikki nýtist at koyra børnini út tíðliga á morgni, og hava ta fríheit at síggja barnagarðin sum eitt stað, har sonurin, sum er trý ár er, fer at spæla, ikki plaserast meðan vit arbeiða. Hetta áttu øll havt møguleika til, t.d. við, at tað almenna letur skattafrádrátt til løn til húshjálp.
- Pinku- og smábørnini fara ov tíðliga frá foreldrunum. Sjálv haldi eg, at kvinnan er best til at taka sær av teimum smáu børnunum og at tey eiga at vera heima fyrstu tíðina, í øllum førum í níggju mánaðir, men helst í tvey ár. Tað er nógv betri fyri børnini. Sjálvsagt skal pápin eisini gera seg galdandi. Hann kundi til dømis tikið farloyvi eftir teir fyrstu níggju mánaðirnar í eitt nú tríggjar mánaðir. Pápar, sum fara í farloyvi og veruliga taka ábyrgd av børnum sínum, fáa somu kenslur og tætta sambandið við børnini og fáa umsorgan eins og mammurnar. Tað er ógvuliga sunt fyri teir og samfelagið, og samfelagið fær av tí sama størri fatan fyri umsorgan og hvussu raðfestingin í samfelagnum skal vera. Myndin er tíverri ikki soleiðis, tí fatanin fyri, at páparnir í størri mun fara av arbeiðsmarknaðinum eina tíð, er ikki nóg stór. Tað liggur í øllum førum ikki í luftini, at tað er í lagi at fara heim.

Vánaliga viðferð
Sjálv hevur Annika Wardum Joensen sitið í einum stjórasessi í nøkur ár og framman undan í einum leiðarastarvi. Fyri góðum tveimum árum síðani gjørdi hon av at fara úr starvinum á Ferðaráðnum, og grundin var eitt nú ómetaliga negativa viðferðin og umrøðan, hon fekk, ikki minst frá fjølmiðlunum.
- Tá ið eg gjørdist stjóri, var eg púra óroynd í einum so høgum starvi. Men frá fyrsta degi gjørdi eg mítt allar besta og kundi vísa á nógv góð úrslit. Eg visti, at eg legði eitt arbeiði eftir meg, sum førdi til nakað gott, men fleiri ferðir hendi tað, at álop komu á meg í fjølmiðlunum. Uttan mun til, hvat eg segði, varð tað vent og snarað. Samstundis hendi tað, at eg átti eitt barn. Eg føldi tað sum eina ógvuliga stóra ábyrgd at fara frá tí og yvirhøvur at fáa alt at ganga upp.
Hvør grundin er til, at intensiteturin í álopunum á hana var so stórur, hevur Annika onga hóming av.
- Stjórin, sum sat undan mær og tann, sum kom eftir meg, báðir menn, hava fingið frið. Fá hava sett spurnartekin við nakað, tann fyrri gjørdi, og ei heldur við nakað, sum tann núverandi ger. Einasta dømið, sum kann samanberast við tað, eg var úti fyri, er viðferðin Helena Dam á Neystabø fekk til endans.
Hví eggja kvinnum at taka á seg leiðandi størv, tá ið tú sjálv hevur ringar royndir?
- Ert tú ein almennur persónur, skalt tú tola at verða spiltur út. Men komi eg aftur í ein leiðandi sess, hevði eg gjørt nógv øðrvísi. Tað er ógvuliga umráðandi at skilja ímillum persónin og arbeiðið, og ikki taka vánaliga umrøðu persónligt, hóast hon er persónlig. Tað, sum eg havi lært av øllum er, at tað tú gert skal vera so gott, at eingin kann seta ein fingur á nakað. Tað sigst, at kvinnur krevja so nógv av sær sjálvum. Eg varð tvingað til tað.
- Sjálvsagt skulu kvinnur bjóða seg fram. Jú meiri vanligt tað verður, at kvinnur eru í leiðandi størvum, jú minni áhugavert verður tað at umrøða kvinnurnar soleiðis sum eg havi upplivað tað. Mær dámar vald. Hóast tað var ómetaliga hart at kenna seg úthongda í fjølmiðlunum, fari eg ikki eina aðru ferð at halda meg aftur. Ynskið at vera við til at gera mína ávirkan galdandi og taka avgerðir, er hjá mær størri enn óttin fyri at verða hongd út, sigur Annika Wardum Joensen at enda í viðtali