Eingin oljuboring í ár

Eyðun Elttør, landsstýrismaður hevur givið italska oljufelagnum Agip loyvi til at bíða við síni boring á landgrunninum til í næsta ár. Hetta fyri at felagið kann gera sítt heimaarbeiði betur. ?Tað er umráðandi, at vit arbeiða við skili og ikki skunda okkum bara fyri at skunda okkum sigur landsstýrismaðurin við Sosialin, nú als eingin boring verður í ár.


Oljuleiting


Eingin boring verður á landgrunninum í ár. Italska oljufelagið Agip, sum skuldi bora í august, hevur søkt Oljumálastýrið um loyvi til at útseta boringina og mánadagin undirskirvaði Eyðun Elttør, landsstýrismaður undir góðkenningina at útseta boringina til í næsta ár. Grundgevingin hjá Agip fyri at biðja um útseting eru heldur óvantaðu úrslitini av teimum trimum fyrstu boringunum á landgrunninum í fjør, sum góvu heilt annað úrslit enn feløgini høvdu roknað við. Antin varð talan um turrar boringars ella varð olja og gass funnið í øðrum fláum enn roknað varð við. Hetta hevur fingið øll oljufeløgini, eisini Agip til at endurskoða sínar metingar og seismisku tulkingar.

Eyðun Elttør heldur tað er rætt at loyva Agip at útseta boringina, tí tað hevur størri týdning at gera heimaarbeiðið skilagott og geva sær stundir og harvið hava betri møguleika at finna olju, enn at skunda boringina ígjøgnum. Í Oljumálastýrinum hava tey arbeitt við umsóknini frá Agip í eina tíð og hava lagt úrslitið fyri landsstýrismannin. Sambart føroysku jarðfrøðingarnar verður tað mett skilagott at bíða við at bora. Tað er betri at bora og finna olju enn bara at bora onkunstaðni og einki finna sigur hann.

Landsstýrismaðurin heldur avgjørt ikki, at Agip og hini oljufeløgini hava minni áhuga fyri Føroyaøkinum nú enn frammanundan. At alt varð øðrvísi enn flestu jarðfrøðingar søgdu tað skuldi vera ger, at feløgini nú hyggja við eitt sindur øðrvísi eygum eftir landgrunninum enn áður. ?Eg haldi tað er neyðugt at geva sær røttu tíðina ístaðin fyri at skunda sær onkursvegna. Man kann skunda sær spakuliga. Hetta má gerast við skili. Fyri Føroyar hevur tað alt at siga, at boringarnar eru so neyvan, at tað verður funnin olja. Feløgini skulu eisini brúka hundraðtals milliónir, og eru tey í iva mugu tey til at gera sítt heimaaarbeiði av nýggjum ? fyri at minka mest møguligt um ivan.

Ein útseting fær so avleiðingar fyri føroysku veitingarnar, men tað heldur landsstýrismaðurin, at vit mugu liva við.

Eyðun Elttør leggur annars dent á ta sannroynd, at Amerada Hess fer at bora ein metingar- og avmarkingarbrunn í summar í bretskum øki beint við markið. Nú kennir jarðfrøðin ikki mørk,, so tannm boringin kann í ein ávísan mun metast sum eitt slag av boring um ikki inni á okkara øki so fyri okkara øki eisini. Tí úrslitið av tí boringini kann koma at fáa alstóran týdning fyri framtíðar ætlaninar hjá Hess á føroyska landgrunninum. Tað verður hildið, at oljufeltið, sum Hess í fjør rakti við á landgrunninum eisini liggur á bretskum øki, har Hess sum er eigur eitt leitiloyvi. Eyðun Elttør sigur, at nettupp fundið okkaramegin markið ger, at Hess vil bora hinumegin eisini, so fundið hjá okkum er helst grundarlagið undir boringini í bretskum øki í summar við West Navion.

Nú Agip ikki fer at bora er so spurningurin hvat Føroya Kolvetni fer at gera. Helst fer felaigð nú at útseta ætlaðu partafelagstekningina á børsinum í London, sum nú er útsett fleiri ferðir. Eyðun Elttør vónar ikki, at hetta fer at nerva arbeiðið hjá Føroya Kolvetni, sum eigur ein part í Agiployvinum. Tað hevur ljóðað, at Agip hevur leitað sær eftir øðrum feløgum at vera við til at taka á seg vágan at bora. Uppá fyrispurning um hetta, at Agip enn ikki hevur funnið enn ein partanara, er ein av orsøkunum til at Agip hevur ynskt at útseta boring sigur Eyðun Elttør, at sær vitandi er tað ikki tað. ?Eg havi bara skilt hetta sum eitt jarðfrøðiligt ynski, og tað verður teimum gingið á møti.

Uppá fyrispurning um tað ikki er ein eitt sindur løgið útmelding til Føroya fólk nú tvær vikur undan valinum at siga frá, at eingin boring verður sigur Eyðun Elttør, sum sjálvur er valevni, at ein politikari hevur ábyrgd av at gera sítt arbeiði so gott og virðiligt, sum tað ber til. ?Tað eg skal hugsa um er hvat er best fyri okkara land. Vit hava sett okkum fyri at finna olju og skulu tað borast nógv hol til tess og hesi skulu fyrireikast betri, so verður tað gjørt. Eg haldi ikki hetta er nakað minus fyri meg sum landsstýrismann, at hetta verður gjørt. Tvørturímóti.