sær rætt til onga virðisløn at lata. Umftramt at lúka oman fyri nevndu treytir, skulu handritini verða í minsta lagi 75 A-4 síður til støddar, tey skulu vera skrivað soleiðis, at frástøðan ímillum reglurnar [...] Listastevna Føroya bjóðar við hesum til kapping at skriva nýggja, føroyska skaldsøgu. Handritið skal ikki hava verið almannakunngjørt áður. Skaldsøguhandritini skulu verða latin Listastevnu Føroya í seinasta [...] Føroya í einari pappírsútgávu og einari teldutøkari útgávu. Handritini skulu verða send á tann hátt, at inni í brævbjálvanum, sum handritið verður sent í, verður lagdu ein afturlatin brævbjálvi við navninum
fyrimunur at vera sinnissjúkur og svakur, tá ið man málar, tí myndirnar blíva meira psykiskar. Hetta er eitt sereyðkenni fyri stóru listina hjá Arnholdi Vegghamar. At vera svakur nýtist ikki at vera nakað [...] mest umráðandi er at tað harmonerar, at litirnir sjóða saman, annars nyttar tað onki. Men man nýtist ikki at harmonera innvortis fyri tað. Tað er nettupp tí man roynir at fáa tað at harmonera. Hevði man [...] verið góð. Eg havi sett mær fyri at mála, at royna nakað nýtt, ofta er leti uppií. Men tey veldigu fjøllini her norðuri inspirera meg. Eg plagdi at ganga niðan á Køtlum oman fyri Árnafjør, har ið vártingið
umráðandi at finna ein sjeik. Eg skilji tað ikki heilt. Hví er ynskið at vera tætt at hvørjum øðrum nakað, ið fer við tíðini? At hava onkran at nema við er ein tørvur, havi eg latið mær fortalt. At royndir [...] Heilt pínuleyst. Vóni teirra vegna, at tey kunnu siga við hvørt annað "áh sum tað er gott at vit eru hildin uppat at nema so nógv við hvørt annað!" Tí so er onki at vera bangin fyri hjá okkum. So verða vit [...] tey prátandi oman eftir gongubreytini. Og eg smíltist upp um bæði oyru - tí so ber tað veruliga til. At vera góð alt lívið. So er tað ikki bara í dansktopp-sangum, tað hendir. Eg hevði hug at renna aftan
heilt aðrastaðni. Men lombini, sum eftir eru, hanga afturúr. Royna at vera so nær mammuni, sum til ber. Og tá tað onkuntíð endar við, at tey misfarast, verður ein ævig jarman frá báðum pørtum. Soleiðis fara [...] ymsum heiligvági, men summi vera tey, sum verða tikin frá og førd víðari til aðra viðgerð, ið tey tíbetur enn ikki vita nakað um. Heystardagurin er veiðitíð, og tað er nú, at lagt verður niður fyri til [...] langt frá bygdum eru vit staddir. Men í dag var tað betur ógjørt, sannar hann. Vit koma oman á Barmarnar, og nú fer at treingjast samanum. Tað rekur norður við landinum her beint undir okkum, og sjógvurin
Reynatúgvu at spara fyri at tillaga búskapin. Tað hevur landsstýrismaðurin áður gjørt greitt í einum almennum lesarabrævi. Men tað er eisini av prinsipiellum orsøkum, at stuðulin verður skerdur. »Eftir at tey [...] Tað er eftir mínum tykki eingin orsøk til, at allir landsins skattaborgarar skulu gjalda fyri, at henda útreiðslan skal vera so lág. Eg eri væl vitandi um, at tað eisini eru fólk, ið gjalda hækkaðan barnapening [...] gjørt nakað munagott fyri tey børnini, ið fáa barnagjald, átti hon at syrgt fyri at vanliga gjaldið hækkaði heldur enn at leggja stein oman á byrðu hjá teimum, ið verða rakt, um uppskotið verður samtykt.
sigur, at á næstu fíggjarætlan ætlar býráðið at seta eina millión krónur av til at stongja seyðin úti frá býnum um veturin. Borgarstjórin sigur, at seyðurin hevur rætt til vetrarbit heilt oman í mølina [...] ferføttu og tað er heldur ikki lukkuligt at hava úthurðina til hurðina til bilskúrðin , opna, tí so er vandi fyri, at tað er fult at seyði inni. Hetta hevur ført við sær, at nógva staðni eru bygdir og býir friðaðar [...] Fæst ein avtala við hagarnar, er ætlanin at brúka milliónina, sum ætlanin er at seta av næsta ár, til eitt býarstik uttanum Tvøroyri. Hann sigur, at býráðið vónar at kunna stika Tvøroyri inni frá gamla g
og hegnigur, at tað meiri enn so kom fyri, at tað varð spurt, um Willy var ledigur, tá ið tað varð ringt til Petur á Hædd fyri at fáa málaraarbeiði gjørt. Anna og Willy hava dugað væl at hugna um, har [...] ið Petur á Hædd í 1957 fór at handla, fór Anna at hjálpa pápanum. Hon og maðurin yvirtóku seinni handilin, sum tey seinni broyttu til blomsturhandil. Nú eru nøkur ár síðani, at tey seldu handilin, sum framvegis [...] við mesterens datter, sum tað plagar at verða tikið til. Anna og Willy giftust í 1953. Tey bygdu vestanfyri spinnaríið uppi við Borðoyarvík. Seinni fluttu tey oman í barnaheimið hjá Annu við Nýggjaveg
hava ikki venjing sum løgreglumenn, og at teir tí ikki duga at arbeiða sum slíkir. Sagt verður, at fleiri deildir eggja sínum hermonnum til at fara hóvliga fram, og at fleiri herleiðarar eru ørkymlaðir av [...] - Tað er ein sorgarleikur, at teir amerikonsku her-menninir drepa so mong sivilfólk í Bagdad, og tað er ófatiligt, at amerikanska herleiðslan als ikki fylgir við hesum, og at hon ikki kannar umstøðurnar [...] Felagsskapurin sigur í sínari seinastu frágreiðing, at teir amerikonsku hermenninir hava dripið 94 sivilfólk í Bagdad undir umstøðum, sum áttu at gjørt, at tilburðirnir vórðu kannaðir. Higartil hevur herleiðslan
vatninum. Men eg var komin fyri at blíva grøddur og hevði ongar ætlanir um at fara av møtinum. Tá eg var liðugur á vesinum, kom eg inn aftur við fullari vissu um, at eg fór at ganga í kvøld, sigur Arne dagin [...] vánaliga knæið. Ikki soleiðis at hann hevur verið óarbeiðsførur, hann arbeiddi til hann var um tey seksti, men síðan hevur heilsan verið so vánaligu í beinunum, at hann at kalla hevur verið rørslutarnaður [...] byrjanin. Eg fari at gerast heilt frískur í beinunum. Eg havi Parkinson eisini. Men beinini verða í ordan aftur. Evangelisturin segði, at eg skal flyta meg meira og eg havi gingið allan dag, fyri at venja beinini
á seg. Men hann forsmáddi tó ikki síni egnu evnir at fáa undur at henda. At tað lá í hansara makt at fáa Guð at grøða fólk, tyktist hann ikki at vera í iva um, og tí valdi hann ein fyri og annan eftir [...] væl at merkja, og at tað ber til at reka sálina burturúr sjúkuni. Fólk við ymiskum sjúkum vórðu tískil grødd við at Christian Hedegaard, onkuntíð rættiliga dramatiskt, rópti á sálina í sjúkuni um at rýma [...] Men tað var týðuligt at fremstu og aftastu røðirnar fyltust fyrst, og eins týðuligt at tað kanska var ein ávísur munur á teimum, sum valdu at seta seg fremst, og teimum sum valdu at halda seg eitt vet burturfrá