Anna og Willy Stampe gullbrúdleyp

Í dag, fríggjadagin 24. oktober, hava Anna og Willy Stampe í Klaksvík verið gift í hálvt hundrað ár.

Tey bæði hava hesi mongu árini verið partur av býarmyndini í Klaksvík, og tað eru tey framvegis. Anna er um tey vitjandi í Dagtilhaldinum fyri eldri, og hon verður væl stuðlað av manninum.
Anna er dóttur Súsonnu og Petur á Hædd. Hon var fødd Mikkelsen og ættað úr Barbustovu ímillum áirnar í Syðrugøtu, og hann var av Hædd í Klaksvík. Sanna og Petur á Hædd fingu fimm børn: Jósvein, Anna, Palli, Maina og Minna. Trý tey elstu búsettust í Klaksvík, Maina býr í Havnini, og Minna býr í Leynum. Petur á Hædd doyði í 1967, og Sanna doyði í 1980. Sonur teirra Palli doyði í 1999.
Petur á Hædd var málarameistari. Í 1950 lýsti hann í Danmark eftir málarasveinum. Tveir komu til Klaksvíkar. Annar nevndist Jensen og hin Stampe. Tá ið arbeiðið var liðugt, fór Jensen aftur til Danmarkar. Tað fór Stampe ikki. Willy, sum er ættaður úr Vidby uttanfyri Roskilde, var vorðin væl við mesterens datter, sum tað plagar at verða tikið til.
Anna og Willy giftust í 1953. Tey bygdu vestanfyri spinnaríið uppi við Borðoyarvík. Seinni fluttu tey oman í barnaheimið hjá Annu við Nýggjaveg, og har hava tey framvegis eitt fjálgt og hugnaligt heim. Tey eiga tveir dreingir. Petur býr í Havnini og Finn í Klaksvík.
Anna, sum er fødd í 1934, arbeiddi á telefonstøðini, tá ið hon var farin úr skúlanum. Eitt skifti var hon á apotekinum. Tá ið Petur á Hædd í 1957 fór at handla, fór Anna at hjálpa pápanum. Hon og maðurin yvirtóku seinni handilin, sum tey seinni broyttu til blomsturhandil. Nú eru nøkur ár síðani, at tey seldu handilin, sum framvegis er í somu hølunum.
Willy, sum er føddur í 1926, var útlærdur málarasveinur, tá ið hann kom til Klaksvíkar. Við síni friðarligu medferð og vinnandi smílinum gjørdist hann skjótt klaksvíkingur. Hann var væl dámdur, og so røkin og hegnigur, at tað meiri enn so kom fyri, at tað varð spurt, um Willy var ledigur, tá ið tað varð ringt til Petur á Hædd fyri at fáa málaraarbeiði gjørt.
Anna og Willy hava dugað væl at hugna um, har tey hava verið. Tað hevur eitt nú gjørt seg galdandi í grannalagnum. Tey hava skipað fyri nógvum tiltøkum, og nú er tað sum sagt tey í Dagtilhaldinum, sum tey eru um.
Merkisdagin eru Stampe hjúnini burturstødd. Tey halda dagin saman við sínum næstu. Millum hesi eru tveir beiggjar hjá Willy, Svend og Pauli, sum eru komnir til Føroya at vera saman við beiggjanum og svigarinnuni, nú tey halda 50 ára brúdleypsdag.