Bakkarakstur

Tikið er samanum. Stoytt er, og gongan savnað. Farið verður fram við bakkanum, og um eina løtu er alt í rættini. Spakuliga fer gongan, sum hon verður rikin. Bara onkur hendingur er, ið ikki hevur hug at fylga við, sum fyriskipað er

Farið er um allan hagan og tað, sum í haganum gekk, er savnað saman í eina gongu, sum nú verður rikin fram við bakkanum við kós móti rættini. Tey flestu sleppa út aftur eftir viðgerð við ymsum heiligvági, men summi vera tey, sum verða tikin frá og førd víðari til aðra viðgerð, ið tey tíbetur enn ikki vita nakað um.
Heystardagurin er veiðitíð, og tað er nú, at lagt verður niður fyri til veturin. Tað liggur í okkum at hava sum mest liggjandi á goymslu, nú veturin nærkast.
Her fara tey so undan okkum norður við bakkanum. Tey, sum undan eru sloppin á skurðfjallinum. Nú er aftur boð eftir teimum, nú klippingin er fyri.
Vit taka saman um í erva og stoyta so oman heimeftir. Fara um áirnar, sum eru minkaðar munandi i góðveðrinum, sum verið hevur. Í dag er dýrdarveður. Mestsum summar, hóast farið er um veturnætur. Men ganga hvítklæddir og onkur stunar undir hitanum. Er fyrivarin og er farin í føroysk undirklæði. Heystardagur er, og langt frá bygdum eru vit staddir. Men í dag var tað betur ógjørt, sannar hann.
Vit koma oman á Barmarnar, og nú fer at treingjast samanum. Tað rekur norður við landinum her beint undir okkum, og sjógvurin fossar avstað. Æður og teistar fara við ferð framvið, og har koma tvær nísur blásandi. Eisini tær hava skund og tykjast ikki ansa troðkanini uppi á bakkanum.
Gongan er savnað, og ymsar ær fara so smátt at hyggja sær eftir møguleikanum fyri at sleppa burtur úr hesum. Ivaleyst er onkur fremmand komin fyri fram við markinum og kennir seg als ikki aftur her. Vil sleppa burtur hiðani og ikki verða kúgað soleiðis at fylgja við teimum, sum viljaleyst lata seg reka av hesum tvíbeintu, ið ganga her og halda seg eiga allan hagan, hóast tey hoyra til heilt aðrastaðni.
Men lombini, sum eftir eru, hanga afturúr. Royna at vera so nær mammuni, sum til ber. Og tá tað onkuntíð endar við, at tey misfarast, verður ein ævig jarman frá báðum pørtum.
Soleiðis fara vit norðureftir. Gjøgnum Selgjáarlíð fram við bakkanum. Eitt sindur av troðkan er um sjálva gjónna, og onkrum eydnast at smoyggja sær úr gonguni fyri bert at verða kúgað inn aftur í flokkin.
Lítil er vinningurin í einum stuttum uppreistri móti teimum, sum valdið hava. Her eru tað vit, sum ráða og siga, hvussu vera skal. So er bara at fylgja við. Líka í rættina, har ein troðkan uttan líka verður, beint sum farast skal inn um rættargarðin.
Og so standa tey har og tiva í hitanum hendan fagra heystardagin. Ivaleyst ein slíkur, Mikkjal á Ryggi yrkti um, tá hann syngur: Heystardagurin heiðursklári, fagrari eingin er um várið.
Vit loypa øði í ein fluguflokk, nú vit koma turnandi í rættina við allari gonguni. Sum lundaringur eru tær, og menn hava hug at taka til onkran bøllutan. Teir hugsa um krov og maðk og eru ikki glaðir fyri slíkar gestir hesa árstíðina.
Og at tær eru staddar nógvar fjórðingar burtur frá hjallinum, ger ongan mun. Ein fluga er ein fluga, og hon er altíð ein hóttan móti tí, sum krov hevur í hjallinum.