HM: Danmark møtir Norðurmakedonia - Svøríki møtir Ukraina

Um Danmark vinnur á Norðurmakedonia skulu teir spæla avgerandi dystin á útivølli

Mynd: Scanpix Ritzau

Drigið er nú hvussu leikt verður i teimum átta HM Play Off dystunum millum evropeisk fótboltslandslið.

 

Danmark møtir Norðurmakedonia á heimavølli í Parkini í Keypmannahavn. Vinnur Danmark tann dystin skulu teir á útivølli spæla tann alt avgerandi dystin um at sleppa til HM móti antin Kekkia ella Írlandi.

 

Svøríki møtir Ukraina  á útivølli. Dystirnir vera leiktir síðst í mars.

 

HER er lutakastið:

 

##med2##

 

Í Meksiko verður um somu tíð ein Play Off kapping, har lið úr fimm ymiskum heimspørtum kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.

 

HER er tað lutakastið:

 

##med3##

 

Kelda: FIFA

 

 

 

Mynd: Scanpix Ritzau