-Eg veit ikki hvat í hendi, men eg veit hvør gjørdi undrið. Tað var Jesus, sigur Arne Tausen, sum situr í stovuni heima í Heinagøtu 1. í Gundadali og hugsar um hendingina í gjár, tá hann fekk megi aftur í beinini.
-Eg føldi einki, tá evangelisturin legði hondina á meg, men eg fekk megi. Eg kundi reisa meg, eg kundi ganga sjálvur. Og tað havi eg ikki kunnað gjørt í longri tíð. Hetta er fantastiskt at blíva vælsignaður á hendan hátt, sigur hann.
Gamal fótbóltsskaði
Søgan um vánaliga gongulagið hjá Arna Tausen er gomul. Vit skulu heilt aftur til dagarnar eftir seinna heimsbardaga á einum bóndagarði á Eyðafjørðinum á Norðurlandinum í Íslandi, tætt við Akureyri. Arne arbeiddi eitt skifti á hesum garði og hann stóð ikki aftanfyri tey ungu í leiki. Tann eina dagin var hann óheppin. Teir leiktu fótbólt, og hann var áhalsin. Knæðið fór úr lið. Tað rættaði seg ongantíð heilt aftur. Hann kom undir skurð, tá hann kom heim aftur, og skurðviðgerðin miseydnaðist. Síðan hevur hann drigist við vánaliga knæið. Ikki soleiðis at hann hevur verið óarbeiðsførur, hann arbeiddi til hann var um tey seksti, men síðan hevur heilsan verið so vánaligu í beinunum, at hann at kalla hevur verið rørslutarnaður. Seinasta árið hevur verið út av lagi vánaligt, hann hevur flutt um við einum stativi inni og seinastu mánaðarnar hevur hann sitið bundin í koyristóli.
Trúgv
-Eg havi verið niðri í kjallaranum í dag. Tað er langt síðan seinast. Eg havi sjálvur gingið trappurnar. Eg havi eisini verið úti á altanini og givið gæsnum. Havi altíð fingist við kríatúr, dámi tað so væl. Nú kann eg aftur fara at passa gæsnar, sigur Arni meðan hesi leskiligi flogfenaður rópar í samfeldum kóri uttanfyri.
Arne er hovbingur og har suðuri elska tey gæs, turrrar gásakroppar, dillandi feitar stoktar gæs á jólum, gæs í heilatikið og hendan sið hevur Arne tikið við sær til Havnar.
-Eg orki ikki hesar gæsnar meira, nú verða tær tiknar av, sigur dóttirin Elin, sum er um pápan hvønn dag. Kundi heldur hugsað mær eina kettu. Pápin hyggur eitt sindur álvarsamur á dóttrina. Men nú eri eg also frískur, so eg skal nokk taka mær av gæsnum, sigur hann
-Eg kann reisa meg sjálvur í dag, og eg kann ganga runt í húsinum. Men hetta er bara byrjanin. Eg fari at gerast heilt frískur í beinunum. Eg havi Parkinson eisini. Men beinini verða í ordan aftur. Evangelisturin segði, at eg skal flyta meg meira og eg havi gingið allan dag, fyri at venja beinini, sigur Arne og strálar av nýggjum treysti.
Enn meira trúgv
Stemmningurin er ógvuliga tættur úti í Læraraskúlahøllini. Fleiri eru grødd fyri álvarslig brek, og vit vera eins og flutt aftur til Jesusar dagar við Generaretvatnið, har túsundtals fólk vóru grødd um dagin av Jesusi og hansara lærusveinum.
-Tað eru orð sum grøða. Orð søgu í trúgv á Jesus grøða. Tað er ikki eg sum grøði, men orð søgd í trúgv. Ver frísk, tak song tína og gakk, far út illi andi. Alt hetta eru orð sum gera fólk frísk. Tað hevur ongantíð verið Guds ætlan, at fólk skulu vera sjúk, men sjúkan er devulsins verk, sum kom í heimin við syndafallinum. Jesus hevur eisini bøtt fyri syndafallið við sínum egna lívi, og tí ber til at reka sjúku burtur úr píndum fólki við orðum søgd í trúgv, segði Christian Hedegaard.
Veikir vøddar fingu megi
Nógv blivu grødd, og undirritaði fekk ikki eyguni av Arna, har hann sat fremst í koyristólinum, eitt sindur boygdur. Havi altíð havt ein serligan tokka til tey rørslutarnaðu, sum Jesus grøddi. Orðini í setninginum: Tak song tína og gakk, eru elduga sterk, um tann rørslutarnaði reisir seg og fer av stað við songini. Men Arne fekk frið og í mínum eygum var hann tað mest sjónliga dømi um ein, sum hevði tørv á at blíva grøddur. Men hansara tími var ikki komin enn. Mitt undir drúgva møtinum, sum vardi í fleiri tímar fór bleiv Arne koyrdur út. Eg hugsaði, so verður hann ikki grøddur í kvøld. Eg var eitt sindur vónbrotin.
-Møtið bleiv so drúgvt, og eg mátti kasta mær á vatninum. Men eg var komin fyri at blíva grøddur og hevði ongar ætlanir um at fara av møtinum. Tá eg var liðugur á vesinum, kom eg inn aftur við fullari vissu um, at eg fór at ganga í kvøld, sigur Arne dagin eftir.
Millum tey síðstu sum blivu grødd hetta kvøldið var Arne Tausen. Tað gekk harðliga fyri seg. Ein illur andi skuldi út og hann hevði ikki júst ætlað sær at forláta fjálga bústaðin í hovbinginum Arna Tausen. Christian Hedegaard rópti hart og hann ákallaði Gud í bøn. So bað hann Arna um at reisa seg og hvat hendi? Arni reisti seg. Hann stóð skinklandi á egnum beinum eina løtu. Hesi bein, sum slett ikki høvdu borið hann í fýra mánaðar, vóru nú sterk. Veiku vøddarnir vóru nóg sterkir til at halda honum uppi. Hann datt ikki, hóast mong av okkum krympaðu tær, bitu okkum í undirvørrina og høvdu hug at ilkast inn á evangelistin, tí hann soleiðis píndi ein gamlan mann.
GAKK SO!!!!!!!
Arne stendur á beinunum. Koyristólurin er aftanfyri og evangelisturin Christian Hedegaard frammanfyri. Christian er týðuliga pøstur, fyrst av eini langari prædiku um orðið og makt orðsins og síðan av grøðiningini, íð eru orð søgd í trúgv á Jesus. Men hann ivast ikki eina løtu. Arne skal ganga. Frammanfyri sær hevur hann ein mann sum trýr og orð søgd í trúgv til ein trúgvandi grøða. Tað er ein sannroynd hjá kristunum.
Fylg mær, sigur Christian, so Arne fer spakuliga eftir honum. Tað stendur nógv á, tað sæst á andlitinum, men meðan hann snerkir og gongur, so hóma vit eitt lítið og vónríkt smíl undir tí vælklipta Don Juan yvirskegginum. Og tað gongur framá. Teir fara niðan við norðaru síðuni av Læraraskúlahøllini. Tað gongur ikki skjótt, men tað gongur framá og tað gongur skjótari fyri hvørt fet. Arni er eitt sindur lágmæltur og eitt sindur ristur á málinum og tað er ikki altíð at Christian skilir hann. Gakk, Gakk, sigur Christian avgjørdur og Arni hevur hug at mutla okkurt í móti. Hvat sigur tú, spur Christian og stendur tætt framman fyri honum. Eg fái ikki gingið fyri tær, tú stendur so tætt frammanfyri meg, tú má flyta teg, sigur Arni og tekur dik á seg. Arni gongur fram við stólunum og oman aftur eftir miðgongini. Hann veit, hetta er bara byrjanin, hann fer at ganga aftur.
Blandingsmeistari
Arne hevur eitt langt lív at líta aftur á. Hann giftist við Michalu úr Streymnesi og tey fyrstu 20 árini búðu tey í Streymnesi og høvdu jørð har.
-Vit hittust í vaskarínum í Króki, hjá Peturi í Króki, sigur Arne við einum smíli. Gomul fólk fáa eitt serligt fjálgt eygnabrá, tá tey fortelja um forelskilsir.
-Vit fingur eitt ríkt lív saman. Hon fór heim fyri 10 árum síðan. Vit fingu fýra børn. Michala var eitt sindur meira útatvent og hon vitnaði ofta í Evangeliiðhúsinum, sum er andaligi heimstaður okkara. Eg havi onkuntíð vitnað í Grønlandi, har eg arbeiddi nógv fyri donsk byggifeløg. Eg arbeiddi eisini á einum bóndagarði í Suðurgrønlandi, svágrarnir hjá mær vóru har. Tað var ein góð tíð. Eitt skiftið í fimtiárunum sigldi eg úti við donskum dampara og kom so langt sum til Indiu, sigur Arne.
Arne býr tætt við Norðurlandahúsið og Útvarpshúsið, sum hann var við til at byggja. Hann arbeiddi tá hjá Danberg og Sørensen og hann hevur í mong ár passa stórar blandimaskinur hjá ymiskum donskum byggifeløgum.
-Tað var eitt undur sum hendi sunnukvøldið og eg fari at ganga aftur, tað er heilt vist, eg skal bara gera mítt og verða íðin í venjingini. Kanska fara tit at síggja meg á gøtuni aftur spáka mær ein túr, sigur Arne og skoytir at koyristólinum sum í dag ikki hevur tænt til annað enn órudd í vøkru stovuni.
Koyristólurin og gangistativið standa lið um lið frammanfyri Arna. Tey eru óttafull, tey vita, at teirra dagar eru taldir.