Eg gloymi ongantíð, tá eg sá ein málning av Arnholdi Vegghamar í Gallerí Skt. Gertrud í Keypmannahavn einaferð mitt í 90'unum.
Málningurin avmyndaði eitt grønt fjall, sera einfaldur, intensur og kraftmikil, ja, hann hevði eina sterka, upprunaliga frummegi og ein gandamátt í sær, sum man sjáldan upplivir. Tann grøni liturin var ræðandi, intensur, hann hevði koyrt hann upp í styrki, so hann var sjálvlýsandi, ja, íbygdur.
Myndin var full av ovurviðkvæmi, líðing, mystikki og galskapi.
Arnhold Vegghamar er ein tann mest ekstremi listamaðurin, vit hava havt í Føroyum. Eingin málar sum hann. Hann minnir rættiliga nógv um Van Gogh, báðir mála við blottaðum nervum og við øgiligum psykiskum intensiteti. Men meðan Van Gogh forgjørdi sær á ungum aldri, so hevur Arnhold Vegghamar megnað at yvirliva.
Arnhold Vegghamar hevur verið psykiskt sjúkur ein stóran part av lívi sínum, paranoia og forfylgilsisvanvid. Mamma hansara, ið eisini var psykiskt sjúk, forgjørdi sær, leyp av bakkanum á Viðareiði og hetta hevur sjálvandi tikið øgiliga hart uppá Arnhold, og hansara líðingar merkjast týðuliga aftur, tá man sær hansara myndir. Hann er meira svakur enn aðrir føroyskir landslagsmálarar. Hetta merkir, at hansara myndir hava eina sterkari nerv og somuleiðis eina kraftiga, andaliga dimensión. Tær eru psykedeliskar ella tilvitanarvíðkandi. Ongin føroyskur listamaður hevur so stóra ávirkan á mína psyko sum Arnhold Vegghamar.
Tað er so avgjørt ein fyrimunur at vera sinnissjúkur og svakur, tá ið man málar, tí myndirnar blíva meira psykiskar. Hetta er eitt sereyðkenni fyri stóru listina hjá Arnholdi Vegghamar. At vera svakur nýtist ikki at vera nakað negativt, tað merkir bara, at man hevur meira ekstremar kenslur enn fjøldin.
Arnhold Vegghamar býr einsamallur á Viðareiði og høgu og brøttu fjøllini har við øllum grótinum, tann stórfingna náttúran eru m.a. hansara motivevni. Hann er eisini ein meistari at mála brim og sjógv og eg kenni ongan, sum kann mála grønt sum Arnhold Vegghamar, ikki eingang S. J. Mikines.
Arnhold er ein stórur koloristur, litirnir hava íbygdan gandamátt í sær, so teir leypa á og víðka um sansaverðina hjá áskoðaranum og festa seg við stórari kraft. Hann er uttan fyri elituna í føroyskari list og undirmettur er hann, men tað tykist ikki at nerva hann stórvegis. Hann verður næstan aldrin bjóðaður við, tá føroysk list verður sýnd fram uttanlands, og tað líkist erlig talt svartasta ongum.
Listaskálin eigur bert tríggjar av hansara málningum og eg vil hervið nýta høvið til at biða leiðaran í Listasavni Føroya at fara norður á Hotel Norð á Viðareiði at ogna sær eina røð av málningum eftir Arnhold.
Hann hevur eisini fingið eitt syndaliga lítið pláss í bókini hjá Bárði Jákupsson um føroyska list, tvær smáar myndir á eini hálvari síðu. Tað er ikki til at skilja. Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, ja, sjálvt Kári Svensson hava fingið meiri pláss í bókini hjá Bárði enn Arnhold, og heilt erliga, eingin av teimum kemur upp á knøini á Arnholdi.
Málningar hansara eru broyttir nakað tey seinnu árini. Teir eru blivnir meira mildir og niðurdempaðir og hava tíverri mist nakað av síni upprunaligu gandamegi, ikki tí, hann ger framvegis góðar myndir.
Tummas Jákup Thomsen og eg vóru og vitjaðu hann. Tað var fantastiskt at møta honum, eg gav honum eina fløsku av snapsi og hann bleiv glaður. Tá eg fór norður aftur at gera samrøðuna við hann, var hann blíður og hevði fingið sær kettlingar.
Nær byrjaði tú at mála, hvat var tað, sum vakti áhugan og hví fórt tú undir at skapa list?
? Eg byrjaði við akvarel og farvuladu, eg var 20 ára gamal. Eg sá myndir í vindeyganum hjá einum møblaseljara í Klaksvík. Tað vóru landslagsmyndir og tað inspireraði. Í 1958 hevði eg tvær myndir við á ólavsøku og slapp av við tær.
Eg málaði naturalistiskt, litirnir vóru sum teir hjá Steffani Danielsen, okker, blátt og hvítt, men eg visti onki um hann tá. Eg gekk bara á Viðareiði og málaði. Seinni møtti eg honum. Eg sá myndir av honum hjá Andori Eirikstoft, tær vóru spesiellar, sterkar og ítøkiligar. Tær vóru meira enn tað man vanliga sær. Hann dugdi væl at mála hús, hann málaði á bróstinum og klipti myndirnar úr løriftsrulluni tá ið hann málaði. Og so møtti eg honum í Listaskálanum, hann hevði álvarsom og bangin eygu, hann prátaði lítið. Bangin eygu havi eg helst sjálvur havt, leggur Arnhold afturat.
? Mær dámdi eisini væl myndirnar hjá Jógvani Waagstein. Tað vóru so fáar framsýningar tá. Eg visti púrasta onki um list tá, hevði ikki verið á museum. So var eg á listaskeiði í 59 hjá Ingálvi av Reyni, Jack Kampmann og Janusi Kamban, tá fekk eg meira at vita um list. Vit málaðu uppstillingar, fruktir og fløskur og so var eisini damumodell.
Fortel mær um barnaárini, hvussi hevði tú tað sum barn og í skúlanum, og hvussu hetta hevur ávirkað teg sum listamann og menniskja.
? Eg hevði tað hampuliga gott, hevði góðan hug at tekna í skúlanum, vit lærdu føroyskt og danskt, rokning, geografi og søgu, vit lærdu onki annað.
Fortel mær um, hvussu tú arbeiðir, hvørjum verður tú inspireraður av og hvat fær teg í gongd við at mála.
? Eg verði ikki inspireraður av nøkrum, eg royni bert sjálvur. Tað verður tosað um at fara til Fraklands at hyggja seg um. Eg havi ongastaðni verið, heilsan hevur ikki verið góð. Eg havi sett mær fyri at mála, at royna nakað nýtt, ofta er leti uppií. Men tey veldigu fjøllini her norðuri inspirera meg. Eg plagdi at ganga niðan á Køtlum oman fyri Árnafjør, har ið vártingið hjá norðoyingum varð sett. Har eru nógvir steinir, sum stóðu upp eftir enda. Mær dámdi so øgiliga væl har uppi.
Tað er ikki altíð man veit at byrja við, hvussu ein mynd skal verða. So roynir man seg fram við litum. Viðhvørt veit eg hvat eg skal mála, men ikki altíð. Man roynir at finna út av tingunum og viðhvørt kemur man fram á nakað tilfeldugt, men viðhvørt rakar man onkran lit. Summir brúka bara reinar litir, tað geri eg ikki, men eg brúki millumlitir, eg brúki sjáldan svart. Renoiar brúkti myrkagrønt so tað næstan var svart. Hann var ein veldigur málari í litum. Hann var kringur at mála kvinnur og børn, hann havi eg sæð upp til sum málari, og Cezanne, fastur í forminum, tað sat væl hjá honum. Tað er so nógv at taka til av málarum, allar hesar bøkurnar, teir koma úr so stórum londum. Tað er so stór fólkamongd og summir blíva til geni. Kinesisk og japansk list hevur ikki mín áhuga.
Á múlalandinum norðast á Borðoynni, har er høgt og óhugnaligt ? havhestabjørg. Hatta er deyðans landslag, segði ein vinmaður hjá mær um Kirkjubøreyn, mær dámdi so væl har.
Tá eg var til skips í Grønlandi og Íslandi, landslagið har virkaði óhugnaligt psykiskt, nakað við deyðan at gera, tað var so høgt, kluftir vóru so svartar og djúpar og alt grótið. Nú dámar mær so øgiliga væl grót, góð motiv, men tá virkaði tað so óhugnaligt, so man kann broytast. Vit hava ongar skógir, ístaðin hava vit fjøll og bjørg.
Tummas Arge málaði eisini grót, men hann hevur inspirerað meg. Eg havi prátað við hann stutt á ólavsøkuframsýningini, tað var bara góðan dag og so ikki meira. Hann doyði so ungur. Lomviga- og lundalondini hjá honum vóru góð.
Hvat er list, hvat skal til fyri at skapa stóra list, hvat skal stór list innihalda?
? Ja, hatta er spurningurin, man skal duga. Tað er langt á mál. Man skal ikki vera ráðisligur, eitt gamalt orðatak sigur man skal ikki vera ráðaríkur. Van Gogh segði, at tað var elendigt, tað sum hann hevði gjørt. Men hygg í dag. Tað er undarligt.
Eg dugi ikki at svara hasum har. Hesir ymisku hættirnir, ismurnar, myndir, sum siga nakað sum tey flestu dáma. Tey, sum hava skil fyri list, og ikki tað vanliga fólkið, tey døma ofta skeivt, tey hava ikki sett seg inn í tingini. Man er følsamur sum listamaður, tað má eg viðganga. Tað rokni eg við teir flestu eru, sum skapa list. Tað havi eg lisið mær til. Edvard Munch hann var følsamur, hann avbyrgdi seg frá umverðini. Tað er so isolerandi, so einsamt at mála, rithøvundar hava tað soleiðis eisini, man er ikki við stevinum blant hini.
Nær ert tú nøgdur við eina mynd? Nær er ein mynd liðug og hvussu langa tíð brúkar tú vanliga um eina mynd?
? Ja, tað er ein spurningur. Tað kann ganga skjótt, eg máli vanliga tveir tímar á gangin, litlagið blívur so tjúkt, so man má bíða til hon tornar. Eg brúki eina viku til 14 dagar um eina mynd. Viðhvørt tveir dagar. Summar hava staðið í longri tíð, so vendir man aftur til hana, so er tað ofta vanskiligt at byrja aftur, tá málingin er tornað. Man fær ikki akkurát tað sama fram. Tað kann vera spell. Eg spilli nógvar litir burtur. Eg segði við Bárð Jákupsson, at eg hevði vanskiligheitir við at mála. Hann segði tað var dámligt.
Hvat er tað tú leitar eftir? Hvat er tað, tú vilt hava fram í tínum myndum?
? Eg havi ofta hildið meg til fjøllini, heyggjar og kletta landslag. Tað er so løgið her á Viðareiði, tað er so langt millum húsini, ongir veruligir býlingar. Eg vil hava tað so sterkt og kraftfult sum møguligt fram. Tað sum er mest umráðandi er at tað harmonerar, at litirnir sjóða saman, annars nyttar tað onki. Men man nýtist ikki at harmonera innvortis fyri tað. Tað er nettupp tí man roynir at fáa tað at harmonera. Hevði man ikki fingist við list, hevði man staðið sum fjøldin og ikki dámt tað man sær. Tað ræður um at liva seg inn í tingini, man kann eisini møta fólki, sum ikki takast við list, sum hava gott skil fyri tí álíkavæl.
Skal ikki nógv einsemi til fyri at skapa list? Hvussu hevur tú tað við hesum einseminum? Kennir tú teg ikki einsamallan sum listamann á Viðareiði, vekk frá Havnini?
? Ja ja, tað ger man. Annars kom eg heldur ikki nógv millum listafólk. Heldur ikki tá ið eg búði í Havnini. Eg havi tað útmerkað við at vera isoleraður. Bara eg sleppi út at fáa mær fríska luft til handils. Bara man fær frið so er fínt. Eg byrji vanliga eftir døgurða seinnapart at mála. Fyrr málaði eg um náttina, tað gjørdi eg nógv av. Eg veit ikki hví eg var mest upplagdur tá, tað var ró yvir tí heila. Tað er gott at hava musikk afturvið tá ið eg máli. Útvarpið plagar at standa frá, tað hevur ein virkning, eg blívi í betri lag. Tað blívur eisini øðrvísi tá man eldist, man søkir ikki selskap, aldurdómurin brýtur frá. Tað verður skjótt eg ikki havi skil fyri at mála, men tað gongur enn. Tað er ikki tað sama kæti yvir einum, tá man er eldri sum tá man er ungur.
Tú málar nógv fjøll ? fjøll, landsløg, hví gert tú tað? Hvat vilt tú hava fram?
? Eg havi altíð verið hugtikin av fjøllunum. Tey eru so høg her norðuri. Í Danmark er alt so flatt, skógir, tað hevur ongantíð tiltalað meg.
Tú brúkar nógvar sterkar litir. Hví tað? Myndirnar eru psykedeliskar, virka ekstremar, svakar og tilvitanarvíðkandi, man merkir nógvar psykiskar líðingar í tínum myndum. Kanst tú fortelja meira um hetta?
? Tá ið man hevur psykiskar líðingar blívur alt so álvarsamt, men eg royni at gera fjøllini føgur og ikki so døkk sum tey ofta eru. Eg havi havt øgiliga harðar depressiónir, men man skal royna ikki at dyrka tað. Eg havi verið forfylgdur forferdiliga fyri nøkrum árum síðani gjøgnum fjølmiðlarnar, teir lógu einum eftir lívinum. Á páskum 97 skuldi eg blíva krossfestur. Eg varð lagdur undir at duga gand. Tað var ein rúgva av svørtum bilum, sum stóðu uftan fyri hjá mær. Teir vildu gera av við meg við tyrlu. Bispurin segði í sjónvarpinum, at eg hevði bara 15 minuttir eftir at liva. Og Sofus Joensen lækni segði við meg: er tað ikki betri, at tú blívur innlagdur. Eg varð innlagdur í september í 94 og var tríggjar ferðir innlagdur, eisini í 95 og 96 í meira enn 6 mánaðir. Eg fekk eydnupillarar, tað hjálpti ta fyrstu tíðina. Eg skuldi prøva at mála í kjallaranum, men eg blakaði penslarnar frá mær, eg orkaði ikki. Eg fái enn eitt sindur av medisini fyri psykuna, blóðtrýstið og sukursjúkuna. Eg brúki sterkar litir fyri at tað skal trína kraftigari fram.
Kanst tú fortelja mær eitt sindur um tína lívssøgu, um hvussu tú hevur havt tað, hvat tú hevur upplivað og hvussu hetta hevur ávirkað teg sum listamann.
? Eg havi havt eitt lív uppá 66 ár, sum eg havi gingið á foldini. Tað hevur verið hart. Eg fór til Grønlands sum 14 ára gamal, øll ráddu mær frá, eg var næstan deyður av sjóverki. Eg havi eisini upplivað tragediu, men tað er ov intimt at práta um tað, rívur bara sárini uppaftur. Men hetta hevur ikki ávirkað mína list. Mamma mín fór fyri helluni í 1973. Hon var psykiskt sjúk og eg havi helst arvað hetta frá henni. Eg var í Havnini, tá ið ein sjúkrasystir fortaldi, at mamma mín var druknað og funnin á sjónum. Hetta hevur sett síni spor. Eg var 36 ár, tað psykiska sett seg í beinini, men eg var psykiskt sjúkur áðrenn tað. Men hetta gjørdi alt verri.
So vísti Arnhold mær eina mynd av mammu síni saman við øðrum psykiskt sjúkum konufólki á einum hospitali á Sjællandi uttan fyri Keypmannahavn. Hon var øgiliga sjúk, hevði mist forstandið, teir væntaðu ikki at hon fór at liva. Hon bleiv 63 ára gomul.
Hvussu er við konufólki og sex. Hevur hetta ávirkað teg nógv sum listamann?
? Slettis ikki, nei nei, tá man er 66 ára gamal, so er onki sovorðið, tað havi eg tað gott við. Men tað hanga tvær damur á vegginum, sum eg havi málað.
Fortel mær, hvussu nógv tú ert broyttur frá byrjan til nú. Hvussu hevur tú útviklað teg?
? Nú eri eg altíð í gongd við málningum. Fyrr vóru langar periodur, har eg ikki málaði. Kanska vóru málningarnir betri tá. Eg eri broyttur av erfaringum sum listamaður. Eg havi málað uml. 400 málningar. Tá eg búði niðri gjørdi eg nógvar tekningar. Tá ið eg búði í Keypmannahavn, tá sá eg bert eina framsýning. Tað var S. J. Mikines í 1964. Hann var ikki til staðar sjálvur ? grindadrápsmyndir. Eg framsýndi eina ferð í Keypmannahavn saman við Benny Drewsen. Tað var amatørkent, eg gekk runt í kaffistovur, tað gekk ikki væl, tó seldi eg okkurt. Eg lærdi til gullsmið á Vesterbrogade 102. Eg búði í 4 ár í Keypmannahavn, í Odense, Roskilde.
Hvat er inspiratión í tínari verð?
? Inspiratión er hugur, ein hugur man fær, eitt innskot, inspiratión havi eg fingið frá náttúruni við at síggja náttúrna og ikki frá málarum.
Hvørjar fyrimyndir hevur tú havt, føroyskar og útlendskar og hví ert tú so hugtikin av teimum, t.d. Van Gogh?
? Ja, eg havi lagt merki til tann málaran, hann hevði eitt ringt lív. Gaugin, hann var vinmaður hjá Van Gogh, hann doyði av syfilis. Hann var eisini ein góður málari. Málningarnir hjá Van Gogh eru so livandi og fjølbroyttir í litum. Eg havi ongan málning sæð av honum, bara í bókum. Ein heimahjálp av Viðareiði hevði verið á Van Gogh museum. Teir vóru so óslættir, málningarnir. Og S. J. Mikines, øllum dámar hann. Og Ingálvur av Reyni, hann hevur gjørt kraftfullar málningar, sum øll ikki duga at skilja. Hans Jákup Glerfoss hevur mær altíð dámt. So blíva aðrir málarar fornermaðir, tí man ikki nevnir teir, men mær dámar væl teg, Øssur, og okkurt av tí gamla hjá Zacharias Heinesen og Bárði Jákupsson, og okkurt hjá Eivindi Mohr. Nú eru teir blivnir meira abstraktir, so eg havi ikki so gott skil fyri tí, men tað er litsamansetingin.
Hvussu hava Norðoyggjar, Føroyar, náttúran, fólkið og samfelagið ávirkað teg sum listamann?
? Tað hevur ikki ávirkað meg. Náttúran, men ikki fólkið, tað haldi eg ikki. Men onkur fólk, onkur andlit, fólk sum man kennir, hevði eg málað úr hugaheiminum. Men at fáa fólk at standa modell, tað havi eg ikki prøvað síðani listaskeiðið. Hans Jákup Glerfoss málaði úr grótbrotinum, hann fekk litir úr prentsmiðjuni. Betongblátt. Umstøðurnar at liva sum listamaður í Føroyum eru ikki góðar. Tað eru so lítil forhold. Eg havi ikki kunnað livað av at vera listamaður burturav, eg havi havt listina og gullsmíð, tey bæði tingini.
Tú ert religiøsur, trýrt tú á Gud? Hvat fyri trúgv hevur tú og ávirkar tín trúgv tína list?
? Eg haldi ikki, at mín trúgv ávirkar mína list, uttan náttúran. Eg trúgvi á Jesus, eg eri frelsur.
Hvat merkir tað?
? Tað er at fáa ævigt lív, synd og feilir tað er beint av vegnum. Tað var í 1957. Men eg havi havt meiri kvalir av tí. Eg máli ongar religiøsar myndir, sum tú gert, málar Kristus á krossinum. Syndaregistarið, tað hevur man. Men tað er fyribeint. Tá ið tú sært djevlar, so skalt tú seta títt álit á Gud. Hann er yvir tí ónda. Eg komi á møti í brøðrasamkomuni viðhvørt, tað er ikki nógv. Men sjálvandi havi eg verið langt úti, tað skerst ikki burtur. Eg havi drukkið og verið á statshospitalinum.
Men mótsatt Van Gogh, so hevur tú yvirlivað tínar psykisku líðingar.
? Ja, ja, men Van Gogh var trúgvandi missionerur, hann orkaði ikki meira, tað var pengatrot og psykisk sjúka, men eg rokni við, at hann er farin væl.
So komu vit at práta um Ruth Smith, sum eisini forgjørdi sær.
? Gjørdi hon tað, sigur Arnhold, so hon doyði undir svimjing, sigur man. Hon bleiv funnin við tara millum hendurnar, tað sigur sítt. Eg havi onga diagnosu fingið, man spyr ikki um tað, tað er ikki lukkuligt at snakka um sovorðið í Føroyum. Tað er bara tað, so kann man ikki síggja fólk aftur.
Eg var innlagdur saman við rithøvundanum Magnusi Dam Jacobsen sála, sum helst tók lívið av sær. Hetta kann tó ikki prógvast. Ein systir hansara fortaldi mær tað. Hann var so kátur, hann kom úr Danmark og hann spældi munnharpu, hann spældi væl, hann hevði spælt í flogfarinum, segði hann mær. Vit gingu langar túrar saman til Norðradals, til Syðradals og aftur til Havnar. Vit prátaðu. Hetta var fyrst í 70'unum. Mær dámdi hann væl sum persón, hann var ein flottur maður og kurteisligur.
Hvat heldur tú um føroyska list fyrr og í dag?
? Eg haldi gott um tað. Tað stendur ordiliga eftir í málningunum hjá teimum. Listin er góð, ikki alt. Tað er tað eyma við tí at reka nøkur aftur, men tey kunnu blíva betri av erfaringum.
Úr hvørjum keldum kemur listin? Hvør er upprunin til listina?
? Tað er í heilanum í menniskjanum. Tey, sum ikki duga at mála, tey hava onkrar aðrar gávur. Listin kemur eisini frá hjartanum.
Hevur politikkur, filosofi, mystisisma og psykologi nakra ávirkan á tína list? Um so er, hvussu?
? Eg havi minni og minni áhuga fyri tí, sum man eldist. Tá man fer her frá, so er tað loysing, tá kvettir man, tá begynnir man av nýggjum.
Trøini í paradísi bera frukt eina ferð um mánaðin, gøturnar eru av gulli og har eru ongir mordarar, sum liggja á lúr, ongar bumbur sum her. Hetta er ein elendig planet, sum vit liva á. Í Føroyum hava vit tað ómetaliga gott í mun til Asia og aðrastaðni.
Tú brúkar nógv grønt. Hvat er tað við tí grøna litinum, sum er so spennandi?
? Ja, eg veit ikki. Tað virkar beróligandi, tað er so vakur litur. Tað er reytt eisini, tað er ein blóðlitur. Mær dámar væl gult og blátt, mótsetningslitir, tað skærar so væl ígjøgnum, Mikines málaði nógv gular litir í grindadrápsmyndunum, tað bleiv kraftigari. Gula skæra luft og bláan sjógv. Allir litir eru óunveruligir. Tað er øgiliga lítið grátt og brúnt í mínum málningum. Tað skuldi eg helst brúkt, viðhvørt havi eg brúkt allar litir ella nógvar litir í summum málningum, tað er sum við tónleiki.
Ingálvur av Reyni sigur at man má út í verðina at síggja heimslistina í t.d. París. Tað hevur tú ongantíð gjørt. Hví?
? Tað havi eg ongantíð gjørt. Eg var sjúkur tá. Nú fari eg ongan veg, so tit hava upplivað nógv, sum eg ikki havi gjørt.
Kanst tú nevna nøkur høvuðsverk, tú hevur gjørt, og hví tú ert so glaður fyri tey?
? Eg veit ikki, um eg havi gjørt nakað høvuðsverk, kanska ein málningur sum Heðin Klein, lærari í Klaksvík eigur. Hann er tjúkt málaður, tað gevur so góðan virkning. Nú er tað so keðiligt at siga tað sjálvur, men tað harmonerar. Eitt er sikkurt, tað eru ikki øll, sum dáma mína list. Tað eru kanska 10, 15 ella 20 málningar, sum eg eri nøgdur við, og onkrir aðrir toluligir, miðalgóðir.
Tú ert uttan fyri elituna í føroyskari list, verður næstan aldri boðin við á framsýningar uttanlands. Hvussu kennist tað?
? Tað er í lagi við tí tí, eg veit ikki, um eg hevði viljað verið við, tað er sovorðið við tí. Í september fara nakrir avstað. Eg havi ikki fingið boð. Eg føli meg uttanfyri, eg havi onki tilknýti til aðrar listamenn. Eg eri einsamallur við míni list. Nógvan góðan frið, tað hevur ikki verið so nógv hjá mær at stilla út. Tað havi eg ikki havt so góðan hug til. Mær hevur ikki dámt nakað serliga væl at framsýnt. Eg havi havt 4-5 framsýningar og verið við á ólavsøkuframsýningini og várframsýningini í Havn, og nakrar ferðir niðri í Hirtshals, Vojens og í Keypmannahavn.
Hvussu við deyðanum? Hevur deyðin nakra ávirkan á tína list?
? Nei, tá man fer, tá er kvirt. Tá er man sloppin burtur úr tí. Tá er slutt við list á jørðini. So forsetur man kanska hinu megin. Hinu megin forferst onki, originalarnir liggja uppi í himni, hetta er bara ein skuggi av tí komandi. Henda jørðin er øgiliga vemmilig, tað blívur bara verri fyri hvønn dag. Eg eri ikki bangin fyri deyðanum. Tað er ongin deyði. Andin fer úr likaminum, man stúrir fyri, hvussu man skal doyggja. Summi tærast burtur av sjúku, onnur doyggja meira lætt. Men deyðin ávirkar ikki mína list. Eg royni at mála ævinleikan í litum. Hatta skilir eingin.
? Hatta skuldi eg ikki havt sagt, leggur hann afturat.
? Tað fyrsta, eg málaði, tað var mest eftirgerð. Mítt tankasystem er altíð rættað ævinleikanum, men vit kunnu ikki mála ævinleikan, tí hann er hinumegin. Tá ið eg síggi náttúruna, føli eg Guds skapanarverk. Tað er so væl gjørt tað heila, men so eru skriðurnar lopnar.
Hvussu sær framtíðin út hjá tær sum listamanni? Hevur tú skapt tínar bestu myndir, ella eru tær ikki komnar enn?
? Eg veit ikki. Um man fær góðan arbeiðsfrið, so kann eg skapa betur, ella eg veit ikki. Hevði eg kunnað gjørt djarvari eitt gott myndaevni, eitt gott hugskot. Tað er ringt at siga, man kann vera skjótt burturtikin, ring heilsa, ellisbrek, so tí ráða vit ikki yvir.
Tað er ein fyrimunur at vera gamal drongur, tá man skal mála. Man hevur betri tíð. Eg leiti eftir myndaevnum, kanska blíva surrealistiskur, men eg havi for lítið fantasi til tað.
? Chagall, hvat dámar tær hann? spyr hann meg.
? So væl, svari eg.
? Eg fekk einaferð eitt jólakort, og so rættir hann mær myndina, ? hann var russiskur jødi. Eg eri í slekt við Olsen brøðurnar frá Húsum, vit eru fermingar, og í ætt við Christian Matras. Tað er betur hjá mær her á Viðareiði, enn í Havn, har eg búði í 30 ár. Eg málaði úr vindeyganum og setti málningin á torna við sentralvarma. Eg mundi ikki vakna aftur. Terpentinroykur, eg bleiv groggy, tað er farligt. Eg havi nógvar myndir í hugaheiminum, enn tær spøkja, eg livi ein dag í senn, man kann ikki hava nakrar fastar ætlanir, 5 árs planir, tað er hopileyst.
Kærleikin, ávirkar hann tínar myndir?
? Tað haldi eg ikki, nei, eg havi havt so lítið við kærleikan at gjørt, eg havi verið ólukkuligur í kærleikanum, tá man bara hugsar um ta einastu einu, tá er ikki pláss fyri øðrum, man missir áhugan. Eg havi kortini upplivað kærleikan í smáum brotum. Tað eru nógv, sum eru gift, har tað ikki blívur tann stóri kærleikin álíkavæl. Mær dámar fólk, men náttúran virkar sterkari upp á meg enn fólk.
Ert tú nøgdur við plássið, Bárður hevur givið tær í listabókini?
? Eg veit ikki, tað at omanlopini eru við at spreingja rammurnar, tað er eitt sindur undarligt skrivað, og tvær smáar myndir, meiri pláss var ikki fyri mær. Teir gera mannamun, men Amariel Norðoy og Olivur við Neyst ganga fyri at vera komnir longur, tí teir hava gingið á kunstakademinum. Eg søkti ikki inn, tað hevði verið troyttandi at gingið har. Tað eru ikki teir bestu málararnir, sum hava gingið har, verri enn so. Jú, man kann siga um Mikines og Ingálv, men Steffan gekk ikki har.
Følir tú teg undirmettan?
- Nei nei, man er ikki meira verdur enn tað, sum eg eri.
Amariel Norðoy, Zacharias Heinesen og Tróndur Patursson eru nógv meira kendir enn tú.
- Teir hava jú lært og hava verið meira úti um seg.
Tú segði, at tú vildi mála veruleikan. Hvat meinar tú við?
? Veruleikin hjá mær er at upphevja náttúruna, soleiðis sum eg síggi hana. Málningarnir eru ikki veruligir, ikki eftirgerð, men nakað í sær sjálvum. Fjøllini hava gróv seg fast í sinnið ella psykuna. Tað er so nógv at heinta úr ella oysa úr náttúruni. Bilar og tílíkt hevur ongan áhuga. Summir mála abstrakta náttúru, eg havi ongar abstraktar málningar. Tað abstrakta, t.d. Torbjørn Olsen og Amariel Norðoy, tað er at kamuflera strokini, soleiðis at man ikki sær ordiliga hvat tað er, men teir eru beráddir í tí teir gera, tað er gjørt við vilja, tað er tilætlað.
?