Heimsins elsta fótbóltskapping, FA Cup sum røkkur heilt aftur til 1872 er framvegis gandakend.
Í dag upplivdu trúgvu fjeppararnir hjá Crystal Palace fyri fyrstu ferð í søguni, at felagið vann eitt stórt heitið og steyp.
Tað undirtippaða liðið úr London vann 1-0 á Manchester City í finaluni á Wembley leikvøllinum í London.
Eberechi Eze skoraði sigursmálið í 16. minutti. 20 minuttir seinni brendi Omar Marmoush eitt brotsspark fyri City, ið málverjin hjá Palace, Dean Henderson bjargaði í stórum stíli. Dean Henderson bjargaði eisini Palace í øðrum støðum. City hevði bóltin meira, og teir høvdu eisini væl fleiri málroyndir, men teir tóku ikki av.
Daniel Munoz sum legði upp til 1-0 málið helt seg hava økt til 2-0 í 58. minutti, men málið var kolldømt av VAR.
Eingin fjeppari hjá Crystal Palace kemur nakrantíð at gloyma hendan dagin.