Amerikanski herurin nýtir óneyðugan harðskap í Irak

Ein umfatandi frágreiðing hjá mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch vísir, at amerikanski herurin nýtir óneyðugan harðskap í Irak

Týsdagin gingu starvsfólk hjá irakska stjórnarráðnum mótmælisgongu í Bagdad, har tey mótmæltu framferðini hjá amerikonsku hermonnunum. Tað ger tann viðurkendi mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch eisini.
- Tað er ein sorgarleikur, at teir amerikonsku her-menninir drepa so mong sivilfólk í Bagdad, og tað er ófatiligt, at amerikanska herleiðslan als ikki fylgir við hesum, og at hon ikki kannar umstøðurnar, sigur talsmaðurin hjá Human Rights Watch, Joe Stork.
Felagsskapurin sigur í sínari seinastu frágreiðing, at teir amerikonsku hermenninir hava dripið 94 sivilfólk í Bagdad undir umstøðum, sum áttu at gjørt, at tilburðirnir vórðu kannaðir. Higartil hevur herleiðslan bert kannað fimm av tilburðunum. Í fýra førum var niðurstøðan, at hermenninir høvdu hildið seg innan fyri karmarnar, og í tí fimta førinum fingu tveir hermenn eina átalu.
Human Rights Watch hevur av sínum eintingum kannað hinar fýra tilburðirnar, og felagsskapurin sigur ongan iva vera um, at teir amerikonsku hermenninir nýttu óneyðuga harðrenda framferð øllum fýra førunum. Í tí eina førinum skutu hermenninir ein irakskan mann, sjálvt um hann var óvápnaður og hevði hendurnar oman fyri høvdið, og í einum øðrum føri varð hann maður illa bukaður, eftir at hermenninir høvdu tikið hann.
Human Rights Watch vísir í frágreiðingini á, at teir amerikonsku hermenninir hava ikki venjing sum løgreglumenn, og at teir tí ikki duga at arbeiða sum slíkir. Sagt verður, at fleiri deildir eggja sínum hermonnum til at fara hóvliga fram, og at fleiri herleiðarar eru ørkymlaðir av framferðini hjá hermonnunum.